Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 2. februar 2010 13 Eftir tvey ár í politikki má eg staðfesta, at í Føroyum er einki vallyfti bindandi. Tá atkvøðurnar eru taldar, veit eingin, hvør hevur vunnið. Veljarin bestemmar ikki hvør flokkur skal í stjórn. Hvør skal vera løgmaður. Ella hvør politikkur skal rekast. Og so rópa vit tað fólkaræði... 19. januar 2008. Tvey ár síðani. Valið var av, og nu stóð tað á skíggjanum. Sjúrður Skaale hevði fingið 416 atkvøður, og var valdur. Eg hevði ivast øgiligt, um eg skuldi stilla upp, og - kanska av tí sama - gjørt lítið burturúr valstríðnum. Men nú fangaði borðið. Eg var politikari! Nú galt um at liva upp til álitið, sum fólk høvdu víst mær. Tað var spennandi ta fyrstu tíðina. At vera við til at skipa Che-samgonguna. Og serliga at røkja sessin á fólkatingi í eitt hálvt ár. Tað var møðsamt við allari ferðingini, men eg fekk fleiri góð, ítøkilig úrslit. Eg treivst væl og hevði góða samvitsku, tí eg kendi, at eg gjørdi nyttu fyri lønina. Men so byrjaði tilveran sum andstøðulimur á tingi. Síðani havi eg mangan spurt meg sjálvan, hvat ólukkan eg geri í hesum. Tað er rárasta hending, at nakað ítøkiligt er at vísa á, tá arbeiðsdagurin er farin. Og ert tú bara eitt lítið sindur bráðræsin verður tú skjótt frustreraður av sovorðn- um lívi. Men fólk eru eisini frustrerað uttanfyri tinghúsdyrnar. Tað er so ringt at síggja nakra sum helst politiska kós, at tey, sum rinda fyri showið, eru bæði vónbrotin og ill. Veljarin hevur ikki valdið Hvussu ber tað til, at føroyski veljarin so ofta er vónbrotin av politikkinum? Er tað ikki veljarin, sum hevur valdið? Er ikki fólkaræði í landinum? Eftir at hava verið partur av skipanini í tvey ár, má eg svara nei. Víst hava vit reglulig og loynilig val - men tað er ikki nokk. Okkara demokrati fungerar ikki. Nær hevur tú sum veljari seinast hugsað, at ein politisk avgerð er tikin í tínum navni? At tín vilji er framdur? Nær hevur tú seinast sagt: "Yes! Hatta var var tað, eg ætlaði, tá eg legði mín atkvøðu- seðil í kassan á síðsta vali?" Nær hevur tú seinast kent á tær, at tú hevur ræði í Føroyum? Eg giti, at tað kemur ikki so øgiliga ofta fyri. Og tað er heilt galið. Tað kallast jú fólkaræði. At atkvøða er at velja. Ikki bara at velja flokkar og persónar, men at velja ein politikk. At velja raðfestingar. Avgerðir. Í einum demokratii, sum fungerar, fær veljarin nøkur alternativ av velja ímillum, og meirilutin fær sín vilja. Men ikki í Føroyum. Tí vallyftini hjá føroysku flokkunum eru ikki realistisk, politisk alternativ. Lyftini eru ikki veruligar ætlanir, sum flokkarnir binda seg til at fremja. Vallyftini eru bara leysir tankar. Tey hava einki annað endamál enn at draga øll hugsandi sløg av veljarum til flokkin. Í somu løtu, sum valhølini lata aftur, eru lyftini ikki galdandi longur. Øll vallyfti mugu strikast Hvussu ber hetta til? Hvussu kunnu flokkarnir geva lyfti, sum bara eru tóm orð og ... bluff? Hvussu kann veljarin snýtast aftur og aftur? Orsøkin er, at okkara polit- iska skipan er eitt stórt kaos. Summastaðni, t.d. í USA og Bretlandi, dystast tveir flokkar um valdið. Tað eru tvey greið alternativ. Tað valið er av, hevur annar flokkurin vunnið - og so eru hansara vallyfti (politiskt) bindandi. Tað ber altíð til at halda tann førda politikkin upp móti lyftunum og kanna, um tey verða hildin ella brotin. Í øðrum londum eru tveir bólkar av flokkum, sum standa saman. Tá valið er av, hevur annar bólkurin vunnið. Og tá ber eisini til at sammeta val- lyftini og politikkin. Tá valið er av í Føroyum, hevur eingin ánilsi av, hvør hevur vunnið ella tapt. Eingin veit, hvør skal mynda okkara stjórn. Eingin veit, hvør verður løgmaður. Og eingin veit, hvør politikkur fer at verða rikin. Tá valið er av í Føroyum, byrjar eitt kaotisk, taktiskt spæl á gamla apoteki. Tað kallast "samgongusamráðingar". Og tann flokkur, sum vil sleppa við í hesar samráðingar, má fyrst av øllum ganga undir eina treyt: Øll vallyfti mugu strikast! Talvan má vaskast rein, sum tað so fínt kallast. Hetta er neyðugt, tí sum oftast skulu tríggir flokk- ar orða eitt samgonguskjal. Teir hava givið púra ymisk lyfti í valstríðnum. Lyfti, sum mangan vísa hvør sín veg. Tí kann eingin halda uppá sítt. Hetta skapar ta púra sjúku støðu, at skal ein flokkur sleppa í samgongu, er fyrsta treyt, at hann sleppur sínum egnu val- lyftum! Sjálv fortreytin fyri at fáa vald, er, at tú ikki stendur við tíni orð... Nøkur dømi Ikki fyrr enn ein fleiri dagar drúgvan boksikamp eftir valið, hava vit eina stjórn í landinum. Og tað er ein stjórn, sum eingin hevur valt. Heldur ikki tey, sum settu krossin við teir flokkar, sum eru endaðir í samgongu. Eitt ekstremt dømi er valið í 1990. Í valstríðnum vóru Javn- aðar- og Fólkaflokkurin fígg- indar. Eingin ivi var um, at ein atkvøða fyri øðrum, var ein atkvøða ímóti hinum. Men eftir valið fóru teir í samgongu! Ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum var altso eisini, óbeinleiðis, ein atkvøða fyri Fólkaflokkinum... Í valstríðnum í 2008 vóru Tjóðveldið og Miðflokkurin mótpolar. Og tað sama hendi: Tjóðveldi setti Miðflokkin í Tinganes, og Miðflokkurin setti Tjóðveldi í Tinganes. Seinni kom ABC-samgongan aftur framat. Atkvøðurnar hjá m.a. teimum, sum valdu Fólkaflokkin, vórðu nú brúktar til at gera Kaj Leo til løgmann. Hvussu nógv av teimum mundu ætlað tað, tá tey stemmaðu? Og hygg at Javnaðarflokkin- um, sum seinastu seks árini hevur stýrt í allar hugsandi ættir! Hvussu skal hann eftir- hondini kunna lova fólki nakað sum helst? Eg minnist bara einaferð, at vallyfti eru tikin í álvara. Upp undir valið í 1998 høvdu tríggir flokkar givið á leið somu lyfti á tí ríkisrættarliga økinum. Hesi lyfti vórðu umsett til politikk í fullveldissamgonguni. Men tað var rættiliga sigandi, at fleiri limir í hesi somu samgongu als ikki tóku undir við føroyskum fullveldi! Teir høvdu givið lyftini fyri at fáa atkvøður - men aldrin ætlað, at tey skuldu haldast. Sjálvandi eru mørk fyri, hvat ein flokkur gongur við til fyri at sleppa framat - men tey eru ógvuliga ógreið og flótandi. Føroyski veljarin sleppur hvørki at gera av, hvør politikk- ur skal rekast, ella hvør flokkur skal reka hann. Tað verður alt avgjørt undir boksikampinum, tá valið er av. Einki alternativ Nógv fólk hava sagt nakað soleiðis við meg farnu tíðina: "Tað er frustrerandi at síggja, hvussu lítið skil er á samgong- uni. Men eru tit nakað alternativ?" Eg átti sjálvandi at svara ja - men tað kann eg ikki. Tí tað finst einki greitt alternativ til ABC-samgonuna. Tjóðveldi er jú bara eitt alternativ, um vit finna saman við onkrum sam- gonguflokki. Og hvussu tað alternativið hevði sæð út, veit eingin. Fyrr enn aftaná boksikampin... Í einum demokratii sum fungerar, hevur stjórnin altíð greiðan legitimitet: Hon hevur lagt eina ætlan fyri fólk, og meirilutin hevur tikið undir við hesi ætlan. Eru fólk ikki nøgd við førda politikkin, kunnu tey velja onkran annan næstu ferð. Og ger meirilutin tað, ja, so fær landið eisini eina aðra stjórn. Veljarin hevur altso valdið - og harvið eisini ábyrgdina. Í Føroyum fær veljarin teir flokkar og teir persónar á ting, sum hann vil hava á ting. Men hann veit ikki, hvørja stjórn hann fær. Hann veit ikki, hvønn politikk hann fær. Hann veit ikki ein gang um hann fær tað sama sum seinast, um hann velur tað sama sum seinast... Tí ber illa til at siga, at velj- arin hevur ábyrgdina av teimum avgerðum, sum verða tiknar. Sum skipanin fungerar, verður veljarin skeklaður burturúr teirri politisku prosessini, so skjótt hann hevur sett sín kross. Formelt hava vit demokrati. Men ikki reelt! At gera okkurt við tað, er fremsta uppgávan hjá politisku skipanini. Meira um tað í næstu grein. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Góði veljari: Tú hevur onga ávirkan á nakað! Tíðargreinin tíðargreinin Sjúrður Skaale