týsdagur 2. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vit høvdu eitt prát við John
Egholm, sum er limur í
bólkinum Hamferð. Hamferð
vann síðsta leygarkvøld
kappingina, sum Sement
skipaði fyri. Nummar tvey
vórðu Dánial og Bjarki, og
Lyon Hansen kom inn á
triðja plássið.
Hvat kalla tit sjangruna,
sum bólkurin spælir?
- Sjangran, sum vit spæla,
kalla vit fyri Doom Metal.
Tað er eitt slag av heavy,
sum leggur meira dent
á seint tempo og eina
meira óhugnaliga, ella
sorgabundna atmosferu.
Hvussu nógvir limir eru
tit í bólkinum?
- Vanliga eru vit seks
limir, men nakrir búgva
uttanlands, í Svøríki og
Danmørk. Tó er tað ikki ein
trupulleiki, og allir limirnir
vera aftur í summar.
Hvønn leiklut hava teir
ymisku limirnir?
- Eg gangi út frá, at allir
taka sær av ymiskum. John
Hansen, sangarin í bólkinum
- Høvdu
als ikki
roknað við
at vunnið
Marin Eidesgaard
Sigurbjørg Fríða Nielsen
Praktikantar
Hamferd: