týsdagur 2. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
skrivar sangtekstirnir saman
við mær. Og allir tekstirnir eru
100% á føroyskum og handla
nógv um navnið Hamferð.
Týdningurin í orðinum er
at ganga aftur sum eitt
spøkilsi kanska. Eftirsum at
sangtekstirnir handla nógv
um at sjólátast, og nógvar
føroyskar familjur hava verið
úti fyri tí, hildu vit, at tað
passaði væl til.
Hvat helt tú um sement,
og um støðið hjá
bólkunum?
- Eg helt, at tað var á øgiliga
høgum støði, og tað hjálpti
nógv, at umstøðurnar vóru
batnaðar frá í fjør. Eg varð
bilsin av, hvussu væl tað
varð fyriskipað, og hvussu
gott ljóðið var í Perluni. Og
eg haldi, at allir luttakarirnir
í finaluni vóru sera góðir.
Tað má hava verið ringt
hjá dómarunum at avgera
vinnarin.
Heldur tú, tað var líka
støði hjá tykkum øllum?
- Ja, eg helt, at tað var
øgiliga tætt í millum allir
luttakararnar.
Hevði tú væntað at vinna?
- Nei, slett ikki, eg ætlaði
mær faktiskt yvir í Hvonn
at fáa mær eina øl, tá ið
vinnarin varð kunngjørdur.
So, nei, tað kom heilt
óvæntað á meg.
Hvussu kendi tú tað
so, tá ið tú hoyrdi at
Hamferð hevði vunnið?
- Eg varð heilt bilsin. Eitt
sindur illgrunasamur
kanska, men at enda øgiliga
glaður.
So tú helt, tit høvdu
uppiborið tað?
- Vit hava í hvussu so er
vant nógv og arbeitt hart
fyri tað. Vit brenna fyri tí
og vilja gjarna blíva við, og
vinningurin gevur okkum
heilt klárt eitt skump í rætta
rættningin.
Heldur tú, at ein bólkur
sum tykkara, klárar at
yvirliva í Føroyum?
Heldur tú, at tit fara
at spæla nógva staðni
og fara at blíva við
at skriva tónleik og
syngja?
- So leingi sum vit varða
okkara áhuga, so skulu
vit nokk blíva við. Eg haldi
ikki, at tað er so avgerandi,
hvussu nógv fólk koma til
konsertirnar, ella hvussu
nógvan miðladekning vit
fáa. Hetta er nakað vit hava
valt at gjørt, tað er nakað
sum kemur inni frá.
Hava tit nakrar
serligar ætlanir fyri
framman?
- Ikki meira ætlanir, enn ein
vanligur bólkur hevur. Men,
eftirsum vit fingu studiotíð
í vinning frá Sement, so
ætla vit at útnytta tað til at
gera eina útgávu. Vit ætla at
byrja upptøkurnar í summar,
og vónandi kemur fløgan út
seinni í ár. Tað verður so ein
EP ella okkurt líknandi.
Hvat við konsertum
og sovorðið?
- Ja, tað verða í øllum
førum framførslur, áðrenn
vit fara at framføra á G! og
summarfestival. Og so fleiri
aftaná tað eisini.