týsdagur 2. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 2. februar 2010
Tá Pál Joensen herfyri var
á venjingarlegu saman við
fleiri av heimsins bestu
svimjarum, kláraði hann
væl at fylgja við teimum,
hóast hann í tí dagliga ikki
hevur tær umstøður, hesir
hava
Fyrst í hesum árinum vóru Pál Joen
sen og venjari hansara, Jón Bjarna
son, í Potsdam í Týslandi á venjing
ar leguni, »Battle Training Camp«,
sum fevndi um venjing í 12 dagar
saman við harðastu svimjarunum
úr Týsklandi, Australia, Italia, Spania
og Suðurafrika. Hetta var fyrsta
venj ingarlegan í eini røð, ið ætlandi
heldur fram í Russlandi og Suður
afrika.
– Hetta vóru dagar, ið góvu heilt
ótrúliga nógv, tí talan var um
óhugnaliga harða venjing í tvær
vikur. Eg læri sera nógv hesar dag
arnar, tá eg slapp at venja saman
við øgiliga góðum svimjarum, teirra
millum fleiri, ið eiga heimsmet,
sigur Pál Joensen, ið tó ikki er vísur
í, hvussu verður víðari við hesum
venjingarlegunum fyri hansara
viðkomandi.
– Nei, eg veit ikki við vissu,
hvussu verður, tí vit hava ikki lagt
endaligu ætlanina fyri árið, men
møguliga verður farið til Australia.
Sum 2010 sær út, verður talan um
fleiri kappingar og færri venjingar
legur, enn í 2009, og í øllum førum
vita vit, at slíkar venjingarlegur eru
øgiliga tíðarkrevjandi, so nú fáa vit
at síggja.
Klárar at fylgja við
Orsøkin til, at Pál fekk innbjóðing til
hesa serliga hørðu venjingarleguna,
vóru tey frálíku úrslitini, hann hevur
fingið seinnu árini. Tað fortelur eitt
sindur um, at tey eisini leggja til
merkis úti í stóru verð, hvussu hon
um gongst. Men tey úrslit, hann
hevur rokkið, eru so ikki rokkin við
venjing undir somu umstøðum,
sum mótstøðumenninir hava.
– Teir flestu vita, hvussu tað er hjá
okkum, og venjararnir hildu, at tað
var øgiliga flott av mær. Og hóast
eg ikki í tí dagliga eri vanur við tær
umstøður, hesir hava, so kláraði eg
øgiliga væl at fylgja við teimum – ið
hvussu er ta fyrru vikuna, sigur Pál,
ið kortini ikki er tann, ið gremur seg
um, at hann ikki hevur 50 metra hyl
ella aðrar góðar umstøður til hjálp
ar í gerandisdegnum.
– Tá eg tosaði við hinar svimj
ararnar, so vistu teir eisini, at tað er
tann innari vinnaraviljin, ið drívur
verkið. Og hóast umstøðurnar hjá
mær at venja ikki eru akkurát tær
bestu, so er tað nóg mikið til, at eg
kann fylgja nøkulunda við hinum.
Framvegis verður arbeitt fyri at
fáa ein 50 metra hyl í Vági, men enn
er langt á mál. Hinvegin fer tað
óivað at gera góðan mun hjá Páli
Joensen, at hann nú hevur fingið
ein høvuðsstuðul, P/f Leif Mohr,
sum lættir um gerandisdagin
annars, so hann í 2010 kann
fokusera meira upp á sjálva
svimjingina, enn gjørligt hevur
verið frammanundan.
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
03/02
17.30
MjølnirÍF
03/02
19.00
SÍFleyr
03/02
19.00
DrátturKÍF
Eik-ligan, menn
03/02
19.30
MjølnirFleyr
Hondbóltur
Atlantic Airwayskappingin
03/02
19.00
KyndilH71
Dystir mikudagin
Innari vinnara
viljin ger mun
– Hóast eg ikki í tí dagliga
eri vanur við tær umstøður,
heimsins bestu svimjarar
hava, so klári eg væl at fylgja
við teimum, sigur Pál Joensen
Mynd: Trúgvi Dam
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen