Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 2. februar 2010 – Nr. 22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Menninir hjá Mjølnir vilja varðveita oddasessin og finaluplássið, meðan teir hjá Fleyr nú hava ein av síðstu møguleikunum at gera seg galdandi har frammi Síðani 1986 hava Mjølnir og Fleyr verið tey bæði mest vinnandi feløgini í bestu mansdeildini í flogbólti. Feløgini hava vunnið sjey meistaraheiti í part, so tí er talan um rættan klassikara, tá tey bæði hittast. Tað gera tey í annaðkvøld í Badmintonhøllini í Klaksvík, og talan um dyst, har nokk so fitt stendur upp á pláss hjá báðum liðum, nú bara fimm umfør eru eftir av landskappingini. Mjølnir tapti fyri SÍ í toppdyst­ inum teirra millum leygardagin, men framvegis eru klaksvíkingarnir eitt stig framman fyri sørvingar. Men Mjølnir skal helst ikki tapa ímóti nøkrum øðrum, skulu odda­ sessurin og FM­finaluplássið varðveitast. Hjá Fleyr eru treytirnar heilt einfalt tær, at skal Fleyr í mestsum tólvta tíma koma upp í part í finalustríðnum, so skulu helst allir teir írestandi dystirnir vinnast. Fleyr er fimm stig aftan fyri Mjølnir og fýra stig aftan fyri SÍ, so her er einki at geva burtur, skal árið enda við FM­finalu. hil Grannar í finalu stríði Mikukvøldið spæla Kyndil og H71 granna­ uppgerð í Havn. Ein dystur, har nógv meira enn æran stendur upp á spæl Sum støðan hevur háttað seg í ársins útgávu av Atlantic Air­ ways­kappingini, so er hvør tann einasti dystur eitt stríð fyri at sleppa í FM­finaluna sam­ stundis sum talan er um bar­ daga fyri at bjarga lívinum í deildini. Undan dystinum í annað­ kvøld hava bæði liðini 12 stig, og tí hevur vinnarin her møgu­ leikan at leggja skræða seg leysan í stríðnum um at røkka finaluplássinum. Seinast liðini dystaðust, var tann 8. desember, tá Kyndil hevði heimavøll. Ta ferðina eydnaðist tað hoyvíkingum at fara heim við teprum sigri, og eingin ivi er um, at tað er eitt úrslit, sum teir væl og virðiliga høvdu verið nøgdir við hesaferð. Hinir dystirnir í Atlantic Air­ ways­kappingini hetta umfarið verða spældir sunnudagin. Tá vitjar Neistin á Skála hjá StÍF, og í Kollafirði verður granna upp­ gerð millum KÍF og VÍF. Øll liðini í Eik­liguni hjá kvinnum, uttan TB, spæla í morgin. Áhugaverdasti dysturin er tann í Sørvági millum SÍ og Fleyr At øll stigini á stigatalvuni blivu koyrd niður í helvt eftir dystirnar um vikuskiftið, hevur gjørt sítt til, at støðan hjá bestu flogbóltskvinn­ unum er uppaftur meira spennandi, enn hon var frammanundan. Frammanundan var SÍ seks stig á odda, umframt at upp í 12 stig vóru millum fimm tey fremstu liðini. Men nú SÍ tapti í Trongisvági, er munurin millum SÍ og TB tødnaður niður í tvey stig, samstundis sum bara seks stig eru millum fimm tey fremstu. Sostatt kann nógv henda hesi seks síðstu umførini av kappingini, áðrenn greitt er, hvørji tvey lið skulu spæla FM­finalurnar. Fult umfar Í annaðkvøld er fult umfar hjá kvinnunum, og er hesa ferð talan um eitt »landfast umfar«, tí øll liðini eru í dysti, uttan TB. Mest áhugaverdi dysturin er tann í Sørvági, har SÍ tekur ímóti Fleyr. SÍ fekk sunnudagin fyrsta tapið í vetur, og nú fæst at síggja, hvussu stórur skelkurin er eftir tað. Fleyr, ið ikki hevur havt úrslitini við sær síðstu vikurnar, skal hinvegin seta ferð á endaspurtin nú, skal liðið gera seg galdandi, nú kappingin er farin at halla. Mjølnir, sum er á triðja plássi, tekur í Badmintonhøllini í Klaksvík ímóti ÍF, sum framvegis kappast við KÍF fyri at sleppa undan hóttanini av niður­ flyting. Mjølnir er stór favo rittur her. Tað sama er Drátti í sínum dysti á Giljanesi ímóti KÍF. Dráttur hevur við steypafinaluplássinum helst fingið tað burturúr, sum røkkast kann hetta kappingarárið, meðan KÍF síðstu dystirnar aftur hevur verið sama »kanónføði«, sum liðið var fyrst í kappingini. Laudrup til Villarreal Sambært sponskum miðlum er eingin ivi um, at nýggi venjarin hjá Villarreal eitur Michael Laudrup. Villarreal hevur seinnu árini verið eitt av sterkastu sponsku feløgunum, men í ár hevur gingið av skriðuni. Í løtuni hevur fyrrverand hjálparvenjarin, Juan Carlos Garrido ábyrgd av liðnum, men sambært Marca verður hetta bert galdandi til í summar, tá Michael Laudrup verður settur í sessin. Benitez tosar við Juventus Sambært italskum miðlum verður tað Rafael Benitez, sum skal loysa sekkjaða Ciro Ferrara av sum venjari hjá Juventus. Ferrara fekk sekkin í farnu farnu viku, og fyribils hevur Alberto Zacheroni ábyrgdina av liðnum. Í gjár vóru umboð hjá Juventus í Onglandi, og miðlarnir skriva, at hetta var fyri at tosa við Benitez og Liverpool. Benitez hevur góð fýra ár eftir av sáttmálanum við felagið, men í ár hevur hann verið fyri hørðum ákoyringum fyri vantandi úrslit. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Kvinnurnar fult umfar einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Klassikari í Klaksvík Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 12 11 - 1 34 6 28 22 2 TB 12 9 - 3 30 15 15 18 3 Mjølnir 12 8 - 4 28 17 11 16 4 Fleyr 12 7 - 5 24 19 5 14 5 Dráttur 12 5 - 7 22 22 0 10 6 ÍF 12 2 - 10 6 31 -25 4 7 KÍF 12 0 - 12 2 36 -34 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 13 9 - 4 31 19 12 12 2 Mjølnir 12 9 - 3 29 14 15 11 3 Fleyr 13 6 - 7 29 26 3 8 4 ÍF 12 0 - 12 3 33 -30 0 SÍ, sum sunnudagin mátti lúta fyri TB í Trongisvági, skal í annaðkvøld royna at reisast aftur, tá Fleyr kemur á vitjan í Sørvági Mynd: Áki Bertholdsen