týsdagur 2. februar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 22 - 2. februar 2010
Fyrri Partur
Í almenna rúminum hevur
menningarteoriin og tað, sum
at henni er knýtt, verið nógv
frammi í farna árinum.
Náttúruvísindi eru rannsakan
og granskan av atferðarmynstr
um í materiella og fysiska
alheiminum grundað á eygleið
ingar, royndir og mátingar aftur
og aftur. Tað eru ótald økir
innan vísindini. Innan mineral
økið: Kunningartøkni, mekan
ikkur, eltøkni, læknavísindi
(ymisk tól). Innan organisk
vísindi, kemivísindi, biologi
vísindi og so framvegis. Innan
mekaniska, el, eletronikk, og
ktvísindi finnast óreingilig
prógv, at tað og tað virkar
samsvarandi øllum eygleiðing
um, royndum og mátingum. Vit
síggja tað í telduverðini, flog
ferðsluni, rúmdarførum, skip
um o.s.fr. o.s.fr. Tá so hugt
verður at lívfrøðiligu vísindun
um, til dømis menningarteori
ini, er tað heilt øðrvísi. Túsund
tals vísindafólk siga, at tey
hava prógv um, at menning
arteoriin er røtt, onnur tús
undtals vísindafólk siga, at
eingi haldgóð prógv finnast
um menningarteoriina.
Tess meira ein lesur um
menningarteoriina, tess betur
sæst, at vísindafólk eru sera
ósamd um, hvussu úrslit skulu
tulkast. Ásannast má, at eingi
haldgóð prógv finnast um
menningarteoriina, men bert
viðtøkur, tulkingar, vit halda,
vit meina, altso vit trúgva, at
soleiðis og soleiðis hevur tað
nú møguliga tillagað seg. Við
øðrum orðum: Vóru vísinda
fólk samd, vóru eingi ivamál, tí
prógvini funnust. Men soleiðis
vísir tað seg ikki at vera.
Sonn vísindi
Fjølmiðlaheimurin hevur ofta
havt at teim kristnu, at tey eru
ímóti almennum vísindum.
Einki er meira fjart frá veru
leikanum. Kanska ongastaðni
eru so nógv vælútbúgvin fólk á
øllum støði sum í kristna høpin
um. Í kristnum almennum høpi
er øll útbúgving raðfest framm
arlaga. Í Bibluni lesa vit um
vísdóm Sálomons. I Orðtøkun
um lesa vit næstan í øðrum
hvørjum skriftstaði orð sum:
vit, vísdómur, kunnskapur,
klókskapur og skil. Í Dániels
bók lesa vit um Dániel og
vinmenninar, Hananja, Mesael
og Azarja. At tað var eingin í
bábylonska ríkinum, sum
kundi metast javnt við hesar
fýra í: ”... alskyns vísdómi,
kunnskapi, vitskapi og øllum
bókmentum”. Bæði Bíblian
og øll kristin stuðla av fullum
huga øll sonn vísindi. Bíblian
vil altíð prógva sonn vísindi.
Átrúnaður
Sagt verður eisini, at átrúnaður
ikki má blandast við vísindi,
við øðrum orðum mugu ikki
náttúruvísindi innan materialist
iska heimin blandast við átrún
að. Ígjøgnum heystið hava
fleiri sjónvarpssendingar verið
at sæð um menningarteoriina t.
d. í NRK. Í hvørjari sending
verður hildið fram, at eingin
alvitska er aftan fyri alla
tilveruna. Bíblian sigur: ”Við
trúgv fata vit, at heimurin varð
skaptur við orði Guds ....” Í
Jobs bók lesa vit: ”Ja, Gud er
stórur, og vit fata Hann ikki
....” og ”hevur tú skattað dýpið
í Gudi ...”? Eisini lesa vit í
Jobs bók: ”Men spyr tú dýrini
– tey skulu læra teg – og fuglar
himmalsins – teir skulu siga
tær tað – ella hygg at jørðini –
hon skal læra teg – lat fiskar
havsins siga tær tað! Hvør
dugir ikki at síggja av øllum
hesum, at hond HARRANS
hevur skapt tað.” Mannahugs
anin hevur als ongar førleikar
at skilja djúp Guds, sum Job
tekur til. Bíblian sigur eisini:
”Ósjónliga vera Hansara, bæði
æviga kraft og guddómleiki
Hansara, sæst frá skapan heim
sins; tað skilst av verkum Hans
ara ...” Torført verður at koma
uttan um eina hægri alvitsku.
Fyri og móti
Menningarlæran hevur
túsundtals vísindamenn, sum
hava skrivað bøkur og greinar,
sum siga, at teir kunnu prógva,
at øll tilveran ótilvitað hevur
ment seg til tað, hon er í dag.
Hinvegin eru tað eisini túsund
tals vísindamenn (og nógvir av
teimum als ikki átrúnaðarligir),
sum eisini hava skrivað bøkur
og greinar, sum siga, at eingi
haldgóð prógv finnast viðvíkj
andi menningarteoriini, men at
tað bert eru teoriir, sum hava
margfaldar tulkingarhættir, og
tí eru eingi verulig prógv.
Annar Partur
Teistisk evolusjón
Teistisk evolusjón er uppfatan
in, at tað letur seg gera at
sameina evolusjónteoriina við
skapanarsøguna í Fyrstu Móse
bók. Roynt verður at sameina
skapanarfrásøgnina við vísind
ina – við menningarteoriina.
Uppfatanin er, at Gud bæði
skapti og samstundis læt eitt
slag av menning/evolusjón fara
fram í skapanarverkinum.
Spurningurin er: “Stuðlar
Bíblian eina slíka hugsan"?
Spurningurin er ikki: “Kundi
Gud nýtt menning”, men held
ur: “Nýtti Gud menning?” Gud
kundi nýtt óteljandi hættir at
framalt allar livandi verur og
menniskjuna. Ein bókstavlig
lesing av skapanarsøguni ger
greitt, at Gud nýtti ikki menn
ing sum eitt miðal at skapa lív
á jørðini fyri at fremja endamál
sítt. Tí ber ikki til at sameina
bíbilska tekstin við menningará
støði.
Sama hvussu bíbilska skap
anarsøgan í 1.. Mósebók 1.
kap. verður tulkað – t.d. at ein
dagur er eitt langt tíðarskeið,
ella at dagarnir ikki eru krono
logiskir – so samsvarar menn
ingarteoriin ikki við bíbilsku
skapanarfrásøgnina.
Menningarteoriin sigur, at
fiskarnir komu áðrenn øll frukt
berandi trø og alt plantulív.
Bíblian sigur í 1. Mós. 1,12
og 20, at alt plantulív kom tveir
dagar áðrenn alt lív í sjónum.
Menningarlæran sigur, at
fuglarnir stava frá skriðdýrun
um. Ígjøgnum milliónir av ár
um eru bein og veingir vorðin
til, og aftur milliónir av árum
skuldu til, áðrenn fuglarnir
kundu flúgva.
Bíblian sigur, at fuglarnir
vórðu skaptir fimta dagin, og
skriðdýrini vórðu skapt sætta
dagin (1. Mós. 1,20; 25).
3. Menningarlæran sigur,
at øll insekt/skriðdýr vóru
langt frammanundan menn
iskjanum, og at tey vóru
neyðug, fyri at plantuávøkstur
kundi verða.
Bíblian sigur, at øll
skriðdýr/insekt vórðu skapt
sama dag sum menniskjan,
altso sætta dagin (1. Mós.
1,2426)
Dagarnir eitt langt tíðarskeið
Ein tulking er, at dagarnir eru
long tíðarskeið. So at hvør
dagur er eitt langt tíðarskeið,
milliónir av árum, sum var
neyðugt, fyri at ein menning
kundi fara fram. Fjórða dagin
gjørdi Gud sólina, mánan og
stjørnurnar. Trupulleikin er so:
Hvussu skal fjórði dagurin
sameinast við fyrsta dagin, tá ið
Gud skapti ljósið? Sjálvandi
kundi Gud nýtt aðrar ljóskeldur.
Um triði dagurin var eitt langt
tíðarskeið, har Gud skapti
grasið, urtir, sum góvu fræ, og
frukttrø, sum skuldu bera frukt
við frænum í hvørt eftir sínum
slagi – hvussu leingi hevði so
alt plantulív á triðja degnum
kunnað livað, vaksið og borið
ávøkst uttan sól, mána og
stjørnur, sum ikki vórðu gjørd
fyrrenn fjórða dagin? Tað tykist
ómøguligt at sameina menning
arlæruna við skapanarsøguna.
Dagarnir ikki søguligir
Ein onnur tulking í ljósinum av
omanfyri nevndu trupulleikum
viðvíkjandi sameiningini av
skapanarfrásøgnini og menn
ingarteoriini hava teistisku
evolusjónistarnir valt at taka
sær tvær tilgongdir ella
tillagingar. Tann fyrra er ikki at
taka eina søguliga skapanartil
gongd. Tann seinna ein
“topikal” (tað sum er uppi í
tíðini) tilgongd viðvíkjandi
døgunum í skapanarfrásøgnini.
Tann ikki søguliga tilgongd
in ella tillagingin er, at skapan
artilgongdin er eitt gamlatesta
mentislíknilsi ella skaldskap
ur. Hendingarnar eru tulkaðar
ikki at vera søguligar, men
myndaligar. Ádam og Eva vóru
ikki veruliga til. Tey umboðaðu
bert mannaættina symbolskt,
sum mentist frá djórastøði til at
fáa andalig viðurskifti við Gud.
Dagarnir hvør aftan á annan
eru ein ímyndalig tala fyri at
vísa sýni Guds viðvíkjandi
endamálinum við menniskjan
um sum einum liði í ætlan
Hansara í menningarhøpinum.
Í topikalu tilgongdini ella
tillagingini viðvíkjandi
skapanarfrásøgnini er hon ikki
avnoktað, men “dagarnir” eru
ikki kronologiskir. Dagarnir
eru bert eitt miðal ella amboð
at vísa Guds skapanarvirksemi.
At skriðdýr t.d. eru nevnd á
sætta degnum, sama dag sum
menniskjan varð skapt, er ikki,
tí at tey vórðu skapt aftan á
fuglarnar, men tí tey eru
bólkað saman við øllum
skapningunum á landjørðini á
sætta degnum.
Ein onnur uppfatan fyri at
kunna skilja fyribrigdið
“dagur” í topikalu tilgongdini
ella tillagingini er, at dagarnir
eru veruliga bókstaviligir
dagar, sum Gud nýtti at
opinbera fyri Mósesi frá allari
skapanartilgongdini. Tá ið lisið
verður í 2. Mós. 20,11: “Tí í
seks dagar gjørdi HARRIN
himmal, jørð og hav, við øllum,
sum í teimum er, men sjeynda
dagin hvíldi Hann ...” so skal
tað skiljast soleiðis, at Gud
Harrin nýtti seks dagar at
greiða Mósesi fra allari sínari
skapanartilgongd. Til dømis
nýtti Hann fyrsta dagin (sunnu
dagin fyrsta dag í vikuni) at
greiða Mósesi frá, tá Hann
“skilti ljósið frá myrkrinum”.
Mánadagin, annan dagin,
brúkti Gud at siga Mósesi frá,
hvussu Hann: “skilti vatnið
undir hvølvinum frá vatninum
yvir hvølvinum ...” og so fram
vegis, og sjeynda dagin hvíldi
Hann. Við øðrum orðum nýtti
Gud eitt slags skapanarviku
skeið at siga Mósesi frá
skapanarsøgu Síni.
Tað eru fleiri trupulleikar
við einari ikkibókstavligari
tulking av bíbilsku skapanar
døgunum. Í tekstsamanhang
inum í 1. kap. í 1. Mósebók er
eingin ábending um, at vit hava
við nakrar aðrar bókmentir at
gera enn eina ítøkiliga og
søguliga frásøgn, soleiðis at
hendingarnar eiga at skiljast
bókstaviliga og kronologiskt.
Fyrstu kapitlarnir í 1. Mós.
eru á ongan hátt nakrar hebra
iskar skaldsligar frásagnir, og
heldur eingin ábending er um
broytingar, heldur ikki longri
frammi í fyrstu kapitlunum, so
vit skulu halda kapitlarnar at
vera tiknar úr ella ávirkaðar av
øðrum bókmentum. Ongum
rithøvundi í Nýggja Testamenti
kom til hugs, at fyrstu kapitl
arnir í Bíbliuni vóru at meta
sum líknilsir, symbolskir ella
myndaligir.
Einki í fyrstu kapitlunum í
Bíbliuni varð tulkað av Harran
um Jesusi øðrvísi enn bókstav
ligar hendingar (Matt. 19,46,
Luk. 11,5051). Hugsanin, at
tað ikki var ein bókstavlig
frágreiðing, hevur onga sið
venju í læru ápostlanna og
Harranum Jesusi, tá tað
umræður tulkingina av fyrstu
kapitlunum í Bíbliuni.
Hvørt eftir sínum slagi
Ein annar trupulleiki, tá ið
viðvíkir skapanini og menn
ingini, eru orðini í fyrsta
kapitlinum: “hvørt eftir sínum
slagi” (1 Mós.1,1112; 21; 24
25). Hugsanin, at Gud aldi fram
alt lív og í øllum skapi at koma
stigvíst og líðandi burturúr
einum frumhøpi av organiskum
molekylum, er ikki í samsvari
við orðini “hvørt eftir sínum
slagi”. Sjálvt um tað eru ávísir
spurningar viðvíkjandi mørkun
um í orðinum “slag”, so er
yvirhøvur ikki nakar spurning
ur, at tað eru verulig mørk
ímillum plantulív og djóralív í
útsøgnini “hvørt eftir sínum
slagi”. Hetta er í beinleiðis
andsøgn við, at alt lív er ein
framhaldandi tilgongd sambært
menningarlæruni.
Frumaldarhópurin
Sambært Bíbliuni stava eingir
livandi skapningar frá nøkrum
frumsøguligum hópi. Tær
mongu ymisku livandi verurnar
kunnu ikki verða knýttir at
greinunum á “evolusjón
trænum” og so hvør eftir aðra
framhaldandi vaksa gjøgnum
eitt millióna tíðarskeið av ár
um. Bíblian loyvir genetiskum
broytingum innan fyri hvørt
sítt “slag”. Bíblian lærir, at allir
livandi skapningar á landi, í
havinum og uppi í luftini vórðu
grundfestir av Gudi frá byrjan,
“hvørt eftir tess slagi”.
Eva verður myndað
Bíbilska frásøgnin, tá ið Gud
myndaði Evu, ger tað ógjørligt
at sameina menningarteoriina
við skapanarfrásøguna, og má
sigast, at royndin at gera so
ikki hevur stóra virðing fyri
Skriftini.
Latið okkum siga, at vit
avgjørdu, at bíbilska skapanar
frásøgnin ikki skal skiljast
bókstavliga, og at menniskjað,
sum varð myndað úr moldini í
jørðini, bert var myndatala til
tess at samskifta skapanarhug
takið viðvíkjandi menningar
læruni. Hvussu skulu vit so
tulka tilburðin, tá ið Harrin
myndaði Evu? (1. Mós. 2,18
25). Hvat er tað, sum Gud vil
siga, um hetta bert er mynda
tala? Hvussu kunnu vit sam
eina bíbilsku frágreiðingina við
menningarlæruna, tá ið vit
lesa, at Ádam og øll dýrini
vóru har, tá ið Gud myndaði
Evu? Vit lesa ikki, at Eva
stavaði frá dýrunum, ella at
hon varð myndað úr moldini í
jørðini, men at Gud myndaði
Evu úr einum likamsluti, ið
varð tikin úr síðu Ádams.
Gud mist okkurt burtur
Sama um valt verður at tulka
hesa hending myndaliga ella
symbolska, mugu vit ásanna, at
so eru nøkur orð gloppin
burturímillum hjá Gudi, um
veruleikin er tann, at Hann læt
kvinnuna mennast sum
“kvinnu” (anatopiskt) so
líðandi gjøgnum evolusjónina.
Um Gud royndi at samskifta
við okkum, at “kvinnan” eisini
varð ald ígjøgnum evolusjón
ina, hevði tað tá ikki verið
betri, at Hann nýtti líknilsi ella
skaldskapartalu?
Gamla og Nýggja Testamenti
Við ikki at nýta eina bókstav
liga og kronologiska tulking av
teim fyrstu kapitlunum í
Bíbliuni verður teistiska menn
ingarhugsjónin viðvíkjandi
lærunum í Nýggja Testamenti
ómetaliga veikar, sum júst eru
grundaðar á nevndu kapitlar
nar. Í Róm. 5,1214 læra vit, at
deyðin var úrslitið av synd, og
at synd menniskjunnar byrjaði
við Ádami. Tað vil siga, at
eingin deyði var áðrenn Ádam
og Evu. Øll hugsanin viðvíkj
andi menningarlæruni byggir á,
at tað eru milliarda andlát av
veikum og illa fyrikomnum
organismum, og at tað bert eru
tær sterkastu og best egnaðu,
sum yvirliva og vaksa. Hyggja
vit burtur frá veruliga trupul
leikanum, so ákæra vit Gud at
nýta ein ódámligan/óhugnalig
an og ónøktandi hátt at ala
fram ta fyrstu menniskjuna.
Bíblian lærir greitt, at menn
iskjan var til, áðrenn fyrsti
deyðin var veruleiki..
Hin sterkasti skal yvirliva
”Theistic Evolution” hugsanin
er, at umtalaði deyðin í Róm.
5. kap. bert viðvíkti menniskj
anum og ikki teimum siða
arvaðu milliónunum av “lægri”
dýrum, apum og menniskja
líkum verum, sum leiddu fram
til menniskjuna. Henda hugs
anin má sigast at vera við til at
útvatna Skriftirnar rættiliga
nógv. Lært verður í t.d. Róm.
kap. 8,1822, at deyði og slit
eru úrslit av falli menn
iskjunnar. Hvussu kann Bíblian
siga, at tann natúrligi heimurin
móti sínum vilja varð lagdur
undir fáfongd og trældóm for
geingileikans somu tíð, sum
fall menniskjans fór fram, um
heimurin longu hevði “tenn og
kløur”, sum stríddust fyri at
yvirliva? Verður lisið longri
fram, so sæst, at skapningurin
skal eisini verða loystur og
aftur settur í frælsi. Allur heim
urin, sum nú er, suffar undir
trældómi forgeingiligleikans og
verður aftur settur í frælsi frá
trældómi og sliti og endur
nýggjaður til rættlag og dýrd.
Upprunastøðan
Um ”Theistisk Evolution”
hugsanin verður fylgd í tveim
um teimum fyrstu kapitlunum í
Bíbliuni, so fara vit sambært
teirra tulking av fyrstu kapitlun
um í Bíbliuni at venda aftur til
upprunaligu støðuna í
heiminum við yvirgangi og
harðskapi fyri at yvirliva. Við
øðrum orðum má
menningarlæran vera ein
stórbær og ynskilig hending.
Hetta kann ómøguliga vera
læran í Róm. 8. kap. Læran er
einfalt henda, at bæði deyði
menniskjanna og djóranna
byrjaði sum ein beinleiðis
avleiðing av syndafallinum, ið
lisið verður um í 1. Mós. 3,17
“... so skal jørðin vera bannað
fyri tína skuld ...”
Menningarlæran ella
Orð Guds
Sameiningin av skapanar
frágreiðingini í Bíbliuni við
menningarlæruna kann í fyrsta
umfari tykjast sera áhugaverd,
men verður hugt nærri at, hvat
fyrstu kapitlarnir læra saman
við restini av Skriftini, síggja
vit, at samanberingin er heilt
ómøgulig.
Eitt val
Øll standa vit onkuntíð yvir
fyri týdningarmiklum avgerð
um, ja, hvat skulu vit velja? At
enda er so bert at siga: Hvat
velur tú? Bíbliuna, Orð Guds,
ella menningarteoriina?
Ein partur av nýttu keldunum:
Alnótin
Christian Evedences, Dr.
David Reid
Foolish Faith, Judah Etinger
Darwins Leap of Faith, John
Ankerberg & John Weldon
Darwin on Trial, John
Ankerberg & John Weldon
War of The Worldviews, Gary
Vaterlaus
Darwin 200 år – en fest brems,
Peder A. Tyvand
Skabelse & Videnskab, Gary
E. Parker
Thousunds..not Billions, Dr.
Don DeYoung
Tough Questions about God,
Faith, and Life, Charles
Colson
In Six Days, (høvundin
ónevndur)
Menningarlæran ella Guds Orð
jpsevdal@hotmail.com
Jógvan Páll
Sevdal
viðmerkingar