mikudagur 3. februar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 23 - 3. februar 2010
Tveir russar fingu í
Føroya rætti í gjár 14
daga fongsulsrevsing
og at verða vístir av
landinum. Dómurin
var fyri tjóvarí. Alt
tjóvagóðsið kom aftur
í aftur
Føroya rættur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
- Viðferðin,
sum
hesir
menninir hava fingið, er í
andsøgn við, hvussu fittir
føroyingar eru, tá ið teir fara
umborð á russisk skip á
jólum og bera teimum mat.
So bersøgin var advokat-
urin Poul Hansen í Føroya
rætti í gjár, eftir at Føroya
rættur hevi dømt tveir ungar
russar fyri tjóvari. Poul
Hansen var verji hjá øðrum
manninum.
Fleiri russisk skip liggja
við bryggju her og har.
Manningarnar keða seg, og
á fleiri skipum er kosturin
bæði lítil og vánaligur.
Eitt av hesum skipum var
Kaptan
Butrimov,
sum
síðan stutt eftir nýggjár
hevur ligið í goðshavnini í
Ánunum.
Sótu eina viku
Mánadagin
25.
januar
vórðu tveir av manningini
meldaðir fyri stuldur, hand-
tiknir, vóru í grundlógar-
hoyri og hava sitið varð-
haldsfongslaðir til í gjár, tá
ið teir komu fyri rættin.
Ákæruritið fevndi um
seks ymiskar stuldrar. Teir
høvdu verið í Rúsuni í
Klaksvík og tikið vín, Í FK
og tikið matvørur og toilett-
vørur, ítróttarklæðir í einum
handli, eina fartelefon í
Telebúðini, knívar í einum
handl, og í einum øðrum
handli høvdu teir tikið
matvørur.
Hetta var tað, sum Karen-
Marie Olesen, fúti førdi
fram sum ákæri.
Annar maðurin noktaði
at hava framt nakran stuld-
ur, men hin viðgekk alt
uttan stuldurin í Rúsuni og í
FK. Hann segði eisini, at
teir høvdu verið báðir um
stuldrarnar.
Ákæran um stuldur í
Føroya Keypsamtøku varð
slept, tí eingi prógv vóru
fyri nøkrum.
Hinvegin varð nógv gjørt
burturúr, at menninir fleiri
ferðir høvdu verið í Rúsuni
í Klaksvík. Tvey vitni, tvey
starvsfólk í Rúsuni vórðu
kallað inn, og harafrat
vórðu nakrar upptøkur frá
vakmyndartólunum
í
handlinum vístar.
Maðurin, sum játtaði at
hava stolið, segði í rættinum,
og teir høvdu gjørt hetta, tí
teir fingu so vánaligan mat
umborð.
Hinar
lutirnar
høvdu teir tikið til at hava
heim við sum gávur.
Løgin atburður
Vitnini úr Rúsuni søgdu, at
tað var atburðurin hjá
monnunum,
sum
gav
illgruna um, at teir stjólu.
Tí høvdu tey eyga við
monnunum. Ein dag sá eitt
starvsfólk annan av hesum
báðum russarunum taka
eina lítla vínfløsku, og hon
fór út í tún aftaná honum og
tók fløskuna úr lummanum.
Tær báðar kvinnurnar í
Rúsuni vóru sannførdar
um, at teir báðir høvdu tikið
annað ta vikuna, tí nakrar
fløskur voru horvnar. Hin
maðurin hevði keypt og
goldið, eins og fleiri aðrir
menn av skipinum eisini
høvdu gjørt.
Tann dagin, tá ið annar av
monnunum varð tikin við
vínfløskuni í lummanum,
hevði
eiðarin
ringt
til
politiið, men tað bar ikki til
at fáa politiið at koma bein-
anvegin, tí hetta var langt út
á seinnapartin, og bara
politiið í Havn svaraði.
Tá so annar maðurin kom
inn
at
avreiða
fløskur
mánadagin eftir, ringdi hon
til politiið. Hon vildi vera
við, at ein av fløskunum,
sum maðurin avreiddi, var
ein stolin fløska. Til hetta
svaraði russarin, at fløskur-
nar hevði hann funnið um-
borð á skipinum.
Tóku mat
Sama dag sum Rúsan meld-
aði stuldurin, meldaði eig-
arin av matvøruhandlinum
beint við síðuna av eisini
menninar fyri stuldur. Hesin
maðurin vitnaði eisini.
Hann hevði sæð annan
russaran koyra matvørur í
lummarnar, hann fór aftaná
og tók ymiskar matvørur úr
lummum hansara. Síðan
tók hann ryggsekkin av
hinum russaranum, kannaði
ryggsekkin, men har var
einki tjóvagóðs at finna.
Eitt kartong av róma var
horvið úr bilhúsi hansara,
varnaðist hann aftaná.
Handilsmaðurin
varð
biðin at koma á politistøðina
at peika út, hvørjar vørur
vóru úr hansara handli, og
soleiðis fekk hann alt aftur.
Hinir handlarnir fingu
eisini alt sítt aftur.
Ákærin helt, at tað vóru
herandi umstøður, at teir
høvdu verið tveir um stuldr-
arnar, sum vórðu framdir
yvir fleiri dagar. Hon vildi
hava
fongsusrevsing
og
útvísing.
Langt úti
Verjin Poul Hansen helt
ákæran fara alt ov langt.
Hann kundi ikki krevja frí-
døming, tí maðurin, sum
hann vardi, hevði játtað seg
sekan í fýra av teimum seks
ákærunum. Lítla vínfløskan,
sum hann hevði tikið, var
ikki verd meira enn 30 krón-
ur. Alt varð eisini komið
aftur.
- Viðferðin, sum hesir
menninir fáa, er í andsøgn
við, hvussu fittir føroyingar
eru á jólum, tá ið fólk fara
umborð á russisku skipini
at bera teimum mat. Vit
sóla okkum allan desember
mána í góðsku, segðí Poul
Hansen.
Hann helt, at menninir
áttu at sloppið við eini lítlari
bót. At krevja fongsul helt
hann vera vitleyst, tí teir
høvdu
sitið
varðhalds-
fongslaðir í eina vika, og tað
mátti verið ríkiligt, segði
hann og helt hetta vera lítið
at útvísa menninar fyri.
Munur á fólkasløgum
Poul Hansen kom inn á at
gera mannamun.
- Eg eri sannførdur um, at
samfelag okkara hevði ikki
soleiðis við norðurlending-
um ella es-borgarum, sum
tað er farið við hesum russ-
unum, segði Poul Hansen.
Verjin hjá hinum mann-
inum, Óla Jákup Kristoffer-
sen tok undir við starvs-
felaganum.
- Eg havi upplivað fleiri
revsimál, men eg veit ikki
um, at so nógv r gjørt burtur
úr einum so lítlum máli,
segði hann og kravi frí-
døming. Í øðrum lagi helt
hann bót vera nóg mikið.
Hann nevndi eisini, at
tjóvagóðsi fyri tað mesta var
matur, sum teir høvdu tikið,
ti teir fingu so vánaligan
mat umborð. Alt var eisini
komið aftur í aftur, og tí var
einki endurgjaldskrav.
Dómarin var kvikur við
dóminum.
Hann
dømdi
báðar menninar sekar í
stuldri. Revsingin var 14
daga fongsulsrevsing. Teir
skudu to ikki i fongsul, tí
teir høvdu sitið varðhalds-
fonglaður í eina viku, og
tað gekk upp móti hvør
øðrum.
Tá ið ein útlendingur í
Føroyum verður revsaður
við fongsli, fylgir útvísing
við. Hjá hesum báðum
monnunum er treytin, at
teir ikki mugu koma aftur
til Føroya í trý ár.
Kundu ikki kæra
Eftir at teir og sakførarnir
høvdu prátað saman, segði
Poul Hansen, at tað var ikki
annað enn at gra enn at taka
við dómunum. Valdu teir at
kæra, noyddust teir at sita í
Føroyum og biða í hvussu
er til juni mánað, tá i
landsrætturi
næstu
ferð
kemur til Føroya.
Tá ið teir høvdu tikið við
dómunum og eru útvístir,
spurdi sakførarin, um menn-
inir ikki kunnu fara umborð
á skipið aftur í Ánunum.
Nei, segi fútin, og grund-
gevingin var, at eingin veit,
nær skipið fer úr Føroyum,
og hvagar tað fer. Menninir
skulu tí sendast heim við
flogfari, og ferðina skal
reiðaríið rinda.
Dómarin gjørdi urskurð
um, at menninir skulu sita í
varðhaldinum, til teir verða
sendir heim. Ta avgerðina
kærdi Poul Hansen.
Menninir vóru illa við, tá
ið teir fingu at vita, at teir
vóru dømdir at gjalda sakar-
málsútreiðslurnar. Hvussu
nógv er tað? vildu teir vita.
Tað visti dómarin ikki.
Karen Marie Olesen siss-
aði menninar við, at eiga
teir ikki peningin, so kunnu
teir ikki gjalda.
Fongsul og útvísing fyri at stjala mat
Russiski trolarin Kapitan Butrinov hevur í ein
mánað ligið í Ánunum og bíðað eftir fiskiloyvi
Færri ferðast á veingjum
Í januar í ár hava 12.246 fólk ferðast um floghavnina.
Hetta er 3,3% færri enn í januar í fjør, tá 12.669
ferðafólk fóru um floghavnina. Í januar í ár vóru
tilsamans 327 komur og fráferðir. Tað er ein øking uppá
8,3% í mun til januar í fjør. Samlaða farmamongdin, t.e.
postur og annar flogfarmur, var í januar í ár 50,8 tons
móti 49,6 tonsum í januar í fjør. Hetta svarar til eina
framgongd uppá 2,4%.
Suðuroyar Tónleikafelag
skipað seg
Aðalfundur í Suðuroyar tónleikafelag varð hildin í stóra Pakkhúsi í
Vági leygardagin. Fleiri evni vóru havd á lofti, m.a viðurskifti við
venjingarhølum í Vági og Tvøroyri, at skipa fyri stuðultiltaki til
frama fyri tónleikafelagið, og umrødd voru eisini og fíggjarviður-
skifti fyri 2009-2010. Síðani varð nevndarval og nevnd vald og
hon skipaði seg við Trygva Strøm sum formanni og Joan Poulsen
sum næstformanni. Kassameistari er Kristian Holbæk, Jonhild
Nielsen er srkviari og Hjalmar Magnussen er vanligur nevndar-
limur. Eykalimir eru Rani í Trøðini og Jens Arni Leo