Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2010 Fleiri bretar til Íslands Næstan 19.000 útlendingar ferðaðust um flogvøllin í Keflavík í januar mánaði, og tað var 1.200 færri enn í sama mánaði í fjør. Hinvegin vóru íslendingarnir heldur fleiri. Tølini hjá Ferðaskrivstovuni í Reykjavík vísa, at 12 prosent fleiri bretar ferðaðust til og úr Íslandi í síðsta mánaði enn í januar í 2009, og sambært Morgunblaðnum hava bretar ongantíð verið so væl umboðaðir millum ferðafólk í Íslandi. Hagtølini vísa eisini, at ferðafólkastreymurin til og úr Keflavík í januar var 48 prosent størri enn í januar í 2003. Eingin lodna at síggja Tær seinastu vikurnar hava norsk skip leitað eftir lodnu í Barentshavinum , men sambært heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum hava tey ikki rakt við lodnu. Tvey norsk skip hava leitað eftir lodnu í Barentshavinum síðani tann 19. januar, og sum skilst fara tey at leita eina tíð afturat. Tann úrslitaleysa leitingin merkir tó ikki, at norsk skip ikki kunnu veiða lodnu. Noreg eigur 28.000 tons av lodnu í íslendskum sjóøki, og íslendsk bløð skriva, at fleiri norsk lodnuskip eru á lodnuleiðunum úti fyri Eysturlandinum og Suðurlandinum. Um 21 tíðina í gjár­ kvøldið kom eldur í ein trailara, ið koyrdi á vegnum oman fyri Porkeri Eldur DagfinnOlsen dagfinn@sosialurin.fo Lastbilurin, ið hevur heim­ stað norðanfjørðs, kom til Suðuroyar týskvøldið við fullari last av stáli, ið skal nýtast til byggingina av nýggja ellisheiminum í Vági. Men oman fyri Porkeri kom eldur í bilin. Bilførarin slapp úr bilinum. Brandbilur fór úr Vági, og sløkkiliðs­ menn fingu tamarhald á støðuni, men bilurin – førarahúsið ­ brann illa. Løgreglan kom eisini á staðið. Sagt verður, at enn veit ongin um orsøkina til eldin at siga, men sum skilst, so er talan um ein bil, ið ikki hevur so mong ár á baki. Bilurin skal nú helst kannast á Akstovuni, so sum vanlig mannagongd er, sigur løgreglan. Eldur í trailara Skótahjálpin hevur latið skótinum á Haiti 50.000,­ kr. úr Bráðfeingishjálpar­ grunninum hjá skótahjálpini NEyðhjálp Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við at lata bráðfeingis hjálp til skótarnar í Haiti, vóna føroysku skótarnir, at hetta høvið verður nýtt til at bygga upp, eitt betur land hjá øllum at vera í. Teir 30.000 skótarnir í Haiti hava verið ógvuliga virknir í bjargingar arbeið­ inum. Skótarnir eru væl skipaði, í tí kundu teir heilt skjótt boða frá, hvat slag av hjálp tørvur var á í ymsu økjunum. Teir hava verið við til at tryggja øki, har vandi var fyri at bygningar rapaðu, ruddað øki og gjørt reint. Og hjálpt til við at finna næstringar hjá fólki, sum eru horvin. Serliga hava teir tikið sær av børnum, sum ikki hava funnið familjuna hjá sær. Alheims skótasambandið hevur eisini sent serfrøðing frá høvuðsskrivstovuni at samskipa hjálpina, sum kemur frá skótarørslum kring heimin. 50.000 frá skótunum til Haiti Á Haiti eru á leið 30.000 skótar, og taka hesir aktivan lut í hjálpararbeiðinum Lastbilurin, ið hevur heimstað norðanfjørðs, kom til Suðuroyar í kvøld við fullari last av stáli, ið skal nýtast til byggingina av nýggja ellisheilminum í Vági. men omanfyri Porkeri kom eldur í bilin Mynd: Dagfinn Olsen