mikudagur 3. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 23 - 3. februar 2010
Vága kommuna
hevur nú boðið ikki
færri enn níggju
grundøki alment til
sølu í Sandavági og
Miðvági. Eitt teirra
hevur sera gott útsýni
yvir Føroya vakrastu
bygd
Búsetin
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandavágur: Um tað eru
tær búskaparligu niðurgangs
tíðirnar, skal vera ósagt.
Í øllum førum er greitt, at
Vága kommuna hevur fleiri
grundøki til sølu. Og nú ætla
tey altso at sleppa av við tey.
Talan er um íalt níggju
grundøki, harav átta teirra
eru í Sandavági.
Støðan við søluni er
vorðin aktuell, nú arbeiðs
gevarar í kommununi hava
søkt um at fáa tvey grundøki
til keyps í Sandavági.
Grundøkini liggja í kostn
aði frá 52.000 og upp í
183.000 krónur.
Bíligt útsýni
Í báðum bygdum í Vága
kommunu er rættiliga nógv
bygt tey seinastu árini.
Fleiri øki eru seld, og at
fólk veruliga hava havt tørv á
at seta føtur undir egið borð,
sæst aftur í øllum teimum
nýggju
húsunum,
sum
síggjast á báðum bygdunum.
Hjá kommununi hava
fleiri fólk sent inn umsókn
um grundøki, men óivað
hava
broyttu
fíggjarligu
útlitini fingið fólk at bíða
eitt sindur við at gera brúk
av hesum umsóknum.
Til tess at finna útav, hvør
tann veruligi tørvurin er,
fer kommunan nú at senda
eitt skriv til øll tey sum
standa á bíðilista til grund
øki.
Á bygdaráðsfundi í farnu
viku var hetta málið til við
gerðar, og tá varð samtykt,
at øll hesi tøku grundøkini
skulu lýsast alment til sølu.
Tað kann hugsast, at ser
ligur áhugi fer at verða fyri
tí eina økinum í Sandavági.
Hetta økið liggur á Ovastu
Hjøllum og haðani er frálíkt
útsýni yvir bygdina, vánna
og víðari suðureftir.
Tann ella tey sum ynskja
sær hetta grundøkið, sleppa
rættiliga bíliga.
Sambært yvirlitinum frá
Vága kommunu kostar hetta
økið einans 52.300 krónur.
Gott útsýni til sølu í Sandavági
Dýrt at vraka Icesave
Tað fær stórar búsksparligar avleiðingar fryri tað íslendska samfelagið,
um íslendingar vraka Icesavesemjuna, tá fólkaatkvøða verður um fýra
vikur. Tað skrivar íslendski professarin Þórólfur Matthíasson í grein í
norska blaðnum Aftenposten. Hann heldur tað vera sannlíkt, at rentan í
Íslandi fer at hækka tvey ella trý prosentstig, og at íslendsku
rentuútreiðslurnar til umheimin fara at veksa millum seks og 10 prosent
av bruttotjóðarframleiðsluni tey næstu 15 árini. Þórólfur Matthíasson
heldur, at Noreg kann fáa ein týðandi leilut sum semingsland í Icesave
trætuni.
Danskir læknar til Noregs
Norska heilsuverkið hevur ikki nóg nógvar læknar og hevur tí lagt
seg eftir at fáa danskar læknar til Noregs at arbeiða. Norska
læknafelagið sigur, at tað stendur ikki á at fáa fatur á donskum
læknum. Tað kann ljóða sum tann øvugta verð, tí læknatrot er í
Danmark, men sambært fjølmiðlunum er norska lønartilboðið so
gott, at læknarnir kunnu ikki annað enn taka av. Norsk bløð skriva,
at teir donsku læknarnir fáa upp í 55.000 norskar krónur fyri at
arbeiða eina viku í Noregi. Higartil hava meiri enn 400 danskir
læknar tikið av tilboðnum.
Tað gongur væl
við snelluni hjá
Ebba Rasmussen
úr Hesti. Hann
eigur snellubátin
“Andromedia”
útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hestur: Hóast Ebbe er
komin væl til árs, so leggur
hann kortini stóra orku í at
røkja áhugamál og vinnuveg
sín útróðurin.
Hesin vinnuvegurin hev
ur altíð havt hansara áhuga,
og tá ein tosar um hann og
bát hansara, verður altíð tik
ið til, at hann fiskar væl.
Teir sum vanliga eru til
útróðurs í Hestfirði og í
Skopunarfirði síggja javnan
Andromedia
við
Ebba
umborð royna við snelluni á
hesum kendu fiskistøðunum.
Hetta
sama
prógvaði
hann aftur í hesi vikuni, tá
teir mánamorgunin seldu til
uppboðssøluna í Sørvági.
Veiðan varð løgd upp í
Miðvági, og vá 1942 pund.
Sambært Sandoyarportal
inum var meginparturin av
veiðuni toskur.
Andromedia er ein Aqua
Starbátur, sum varð bygdur
á Guernsey í 1982. Báturin
kom út í Hest 20 ár seinni,
og varðveitti navnið. Í 2008
varð báturin longdur og
fekk annan motor.
Drívur á
Ein treyt fyri at bátarnir
sleppa til útróðrar er sjálv
andi veðrið og streymur
in.
Streymurin var harður
um vikuskiftið, men er nú
avtakandi. Hetta forðaði
kortini ikki Ebbe Rasmussen
at leggja frá landi og avreiða
mánadagin í Miðvági.
Annars er tað serstaka
við Andromedia, at báturin
hevur eina heimasíðu, har
til ber at fylgja við, hvussu
gongst við veiðuni.
Um ein hyggur eftir hesi
heimasíðuni sær ein, at
Andromedia hevur avreitt
fýra ferðir í ár, harav tvær
ferðir í Miðvági og eina
ferð í Leirvík.
Fyrstu ferð teir seldu til
uppboðssøluna
var
2.
januar. Henda dagin høvdu
teir 510 pund, og mánadagin
10. januar løgdu teir 4000
pund av upsa upp á land í
Leirvík.
Síðani tá er streymurin
harðnaður, og ikki fyrrenn
leygardagin
23.
januar
avreiddu teir 1300 pund av
toski í Miðvági. Og mána
dagin vóru teir aftur.
Hestbáturin fiskar væl
Aldurin hevur lítið at týða fyri Ebba Rasmussen, sum her er
avmyndaður umborð á útróðrarbáti sínum “Andromedia”
Mynd: Sandportal.fo
Nógv vilja búseta seg í Sandavági.
Nú ynskir kommunan at enn fleiri
gera tað