Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2010 Bæði Maud Vang Hansen og Jógvan Philbrow hava stillað upp til formanssessin í Føroya Pedagogfelag, tá aðalfundur verður í felagnum 20. mars. Tí verður talan um stríðsval Val Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Maud Wang Hansen, leiðari á verkstaðnum Vón, og Jógvan Philbrow, leiðari á dagstovninum/frítíðarskúl­ anum Kambi, eru at velja ímillum, tá aðalfundur verð­ ur í Føroya Pedagogfelag tann 20. mars. Somuleiðis skulu tveir nevndarlimir veljast, og har hava sjey fólk bjóðað seg fram, men tað ber ikki til at fáa upplýst, hvørji hesi eru. – Eg haldi tað vera øgiliga gott, at so nógv bjóða seg fram, sigur Jarvin F. Han­ sen, formaður í felagnum, sum ikki hevur valt at bjóða seg fram aftur. Jógvan Philbrow Annað av evnunum, sum limir í pedagogfelagnum, kunnu velja til nýggjan for­ mann í felagnum er Jógvan Philbrow, og hann sær tað sum sína skyldu at bjóða seg fram. – Eg havi sitið í nevndini í fimm ár, og eg havi tí inn­ lit í tað sum krevst. Eg havi eisini verið við til tvær sátt­ málasamráðingar áður, og eg kenni meg tí kláran til komandi samráðingarnar, sum verða serstakliga harð­ ar, sigur Jógvan Philbrow, sum umframt at sita í nevndini í pedagogfelagnum er leiðari á frítíðarskúlanum Kambi í Fuglafirði. Maud Wang Hansen Hitt evnið hevur stillað upp áður. Til seinasta val í peda­ gogfelagnum bjóðaði Maud Wang Hansen, sum eisini er leiðari á verkstaðnum Vón, seg eisini fram, og tá metti hon seg fáa so mikið nógvar atkvøður, at tað er nærmast ein sjálvfylgja, at hon bjóðar seg fram aftur. Høvuðsmálini hjá henni verða betri virðing fyri fak­ inum, og ein dialogur við allar viðkomandi partar. – Eg eri klár til ein dialog við arbeiðsgevarar og limir á ein semjusøkjandi hátt. Námsfrøðin skal á breddan, og í staðin fyri orðið ansins, skulu orðini námsfrøði og menning verða nýtt, sigur Maud Wang Hansen. Hon leggur afturat, at hon vil hava gjøgnumskygni í felagnum, og fer at royna at fáa meiri virðing fyri fakinum, og eina virðiligari løn til limirnar. – Og so haldi eg eisini, at stundin er komin til, at ein kvinna aftur er leiðari í pedagogfelagnum, sigur Maud Wang Hansen. Fegnast um undirtøkuna Núverandi formaðurin í pedagogfelagnum, Jarvin F. Hansen, fegnast stórliga um áhugan fyri felagnum. – Tað eru nógv fakfeløg, sum nóg illa klára at manna nevndirnar, og tí fegnist eg, at so stórur áhugi er. Eg fegnist eisini um broytingar­ nar vit hava gjørt, soleiðis at fólk verða stillað upp tveir mánaðir áðrenn fund­ in, tí so vita tey, hvat tey skulu inn til, sigur Jarvin F. Hansen. Nógvar avbjóðingar Jarvin F. Hansen vil ikki siga, hvønn hann heldur vera betri egnaðan av val­ evnunum til sessin hjá hon­ um, men hann staðfestir, at tað verða nógvar avbjóðing­ ar hjá komandi formannin­ um. – Fyrsta uppgávan vera sáttmálasamráðingarnar, men tað eru eisini øll hini tungu málini, sum koyra í løtuni, sum eisini fara at vera eftir 20. mars, sigur frá­ farandi formaðurin. Hann leggur afturat, at ein stór avbjóðing er at kunna úttala seg um nøkur viðurskifti, sum eisini kunnu merkja, at mann gongur ímóti sínum egnu limum. – Vit hava mál við Nær­ verkinum, men fleiri av teimum, sum starvast har eru eisini limir hjá okkum, so tað kunnu koma nógvar ymiskar avbjóðingar. Somuleiðis staðfestir Jarvin F. Hansen, at for­ maðurin í Pedagogfelagnum altíð má verða klárur við einum svari til miðlarnar. – Formaðurin skal tora at fara ígjøgnum kjøthakki­ maskinuna í miðlunum í mun til øll viðurskifti, stað­ festir Jarvin F. Hansen. Stríðsval í pedagogfelagnum Jógvan Philbrow hevur sitið í nevndini í pedagogfelagnum í 5 ár, og heldur tað rusta hann væl til sessin sum formaður í pedagogfelagnum Maud Wang Hansen heldur tað vera upp á tíðina, at pedagogfelagið fær ein kvinnuligan leiðara aftur, umframt at hon fer at vera semjusøkjandi í sínum royndum at fáa betri virðing og betri løn í fakinum Høvdu einki val Fyrrverandi amerikanski fíggjarmálaráðharrin Hank Paulson sigur, at innast inni var hann ímóti at bjarga bankunum Bear Stearns og AIG um heystið í 2008, men at hann hevði einki í at velja. Hank Paulson var fyri hvøssum atfinningum, tí hann valdi at bjarga fleiri stórum fíggjarstovnum, tá fíggjarkreppan leikaði harðast á um heysti í 2008. Hann sigur við Bloomberg News, at hann skilti væl atfinningarnar, men at stjórnin fekk ikki gjørt annað. Hans Paulson sigur, at blivu bankarnir ikki bjargaðir, kundi arbeiðsloysið´i USA endað uppi á 20 prosentum. Iran sinnað til semju Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sigur, at Iran er til reiðar at góðtaka ein sáttmála um at senda uran av landinum, um landið kann fáa brennievni til sína sivilu kjarnorkuverkætlan afturfyri. Við iranska sjónvarpið sigur forsetin, at Iran hevur ongar trupulleikar við at ganga við til ein tílíkan sáttmála, men at tað er ein treyt, at viðkomandi partar skriva undir. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Mike Hammer, sigur við AP, at hevur Iran broytt kós, fer USA at bíða eftir, at landið sigur Altjóða Kjarnorkustovninum IAEA frá.