Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2010 Um hitin í sjónum heldur fram at økjast, kann hetta órógva vistskipanina í føroyskum sjógvi. Longu nú kunnu broytingar stað­fest­ ast, har fiskasløg hava flutt seg. ­ Útbreið­slu­ mynstrið­ hjá summ­ um fiskasløgum er broytt seinastu árini, og helst er tað­ økti hitin í sjónum, sum er orsøkin til fyribrigdið­, siga tveir nýggir føroyskir bio­ logar, Hannipoula Olsen og Helga Bára Mohr Vang Náttúra Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Árini 1994-2008 tók hav- rannsóknarskipið Magnus Heinason tilsamans 4.076 yvirlitstrolstøðir á føroyska landgrunninum, 1.478 um várið og 2.598 um heystið. Við støði í hesum kanning- um ber til at staðfesta, um fiskurin undir Føroyum hevur flutt seg seinastu árini. Frá 1994-2008 hevur toskurin á landgrunninum týðiliga flutt seg eystureftir um várarnar. Hendan broyt- ing sæst tó ikki hjá toskinum um heystið. Meðan tann stóri kongafiskurin hevur flutt seg á djúpari vatn og meiri vestureftir, hevur trantkongafiskurin flutt seg á grynri vatn og meira eystureftir. Hetta er nakað av tí, sum kann lesast í einari nýggjari ritgerð, sum Hannipoula Olsen og Helga Báru Mohr Vang júst hava latið úr hondum í samband við teirra bacherlorútbúgving í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Heitið á ritgerðini hjá teimum er: “Effects of marine climate on the spatial distribution of fish species on the Faroe Shelf ”. Ritgerðin snýr seg um, hvørja ávirkan broytingarnar í havumhvørvinum hava á útbreiðsluna av fiski á føroyska landgrunninum. Heitari sjógvur Í áhugaverdari grein, sum Eyðfinn Magnussen, ið starvast á Náttúruvísinda- deildini hjá Fróðskapar- setrinum hevur skrivað, verður víst til ritgerðina hjá nýggju biologunum. - Hesi seinastu árini er sjógvurin í Norðuratlants- havi vorðin alsamt heitari. Hitamátingar av sjónum við Oyrargjógv vísa, at í 1993 var miðalhitin fyri alt árið 7,4 stig, men í 2003 var hann hækkaður 1,4 stig - upp til 8,8 stig. Eftir hetta er hitin lækkaður aftur, og í 2008 var hann 8,4 stig. Eisini í Norð- sjónum er sjógvurin vorðin heitari. Árini 1977-2001 hækkaði miðalhitin í Norð- sjónum 1,05 stig. Í greinini hjá Eyðfinni Magnussen, sum byggir á ritgerðina hjá nýggju biologunum, verður víst á, at fiskurin flýggjar undan hitanum - Tá sjógvurin gerst heit- ari, broytast livilíkindini hjá fiski, og tað ávirkar út- breiðslumynstrið. Tey fiska- sløg, sum trívast í heitari sjógvi, kunnu flyta seg norðureftir, tí livilíkindini í hesum økinum nú eru vorð- in betri. Hjá teimum fiska- sløgunum, sum liva í kaldari sjógvi, versna livilíkindini. Hesi kunnu flýggja undan hitanum, antin við at flyta seg longur norður, ella við at fara á djúpri vatn, har sjógvurin er kaldari. Við ritgerðini sum grund- arlagi, vísir Eyðfinn Magnussen eisini til kann- ingar av fiski í Norðsjónum. Hesar vísa, at sjálvur kjarnin í útbreiðsluøkinum hjá nærum 2/3 av fiska- sløgunum í Norðsjónum hevur flutt seg. - Í flestu førum hava fiskasløgini flutt seg longur norður, men tað eru eisini tey, sum hava flutt seg suðureftir, og onkur teirra standa djúpri í dag enn fyri 25 árum síðani. Í ritgerðini verður spurningurin reistur, hvussu støðan er undir Føroyum, og um útbreiðslumynstrið hjá fiski eisini er broytt um okkara leiðir? Hetta vildu Hannipoula og Helga Bára finna út av í sín- um kanningum og ritgerð. Við støði í yvirlitstroling- unum hjá Magnusi Heina- Øktur sjóvarhiti órógvar Tvær fegnar fiskagentur, Hannipoula Olsen og Helga Bára Mohr Vang, sum júst hava fingið handað prógvið fyri teirra avrik Eftirlit við alnetinum Í Hvítarusslandi eru tíðindafólk og politisk and- støðufólk í øðini inn á Alexander Lukasénko, for- seta, sum hevur gjørt av at herða tað almenna eftir- litið við, hvussu landsins íbúgvar brúka alnetið. Sambært fjølmiðlunum fer stigið hjá forsetanum at gera enda á tí seinasta frælsinum, sum fjølmiðlarnir higartil hava havt. Tann nýggja lógin ásetir millum annað, at tey, sum hava heimasíður, skulu kunna tað almenna eftirlitið um, hvør vitjar heimasíðurnar, og hvørjum tey hyggja eftir. Fríkendur av dna Fyri trimum árum síðani bleiv spaniumaðurin Ricardo Santiago Collado dømdur 36 ára fongsul fyri at hava neyðtikið tríggjar ungar gentur í Las Palmas á Kanarisku Oyggjunum í 1997. Men í gjár ógildaði spanski hægsti- rættur dómin og gav boð um, at maðurin skal latast leysur alt fyri eitt. Orsøkin er, at dna-royndir hava prógvað, at tað var ikki Ricardo Santioago Collado, sum neyðtók genturnar. Tær tríggjar genturnar vóru millum 15 og 17 ára gamlar, og í rættinum bleiv Collado dømdur 12 ára fongsul fyrio hvørja neyðtøku. Hann hevði sitið hálvt triðja ár av dóminum, nú hann bleiv fríkendur.