mikudagur 3. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 23 - 3. februar 2010
vistskipan
son ber til at staðfesta
gongdina. Tvær ferðir um
árið ger havrannsóknar
skipið yvirlitstrolingar á
landgrunninum.
Hesar
kanningar eru ein týðandi
partur av grundarlagnum,
tá stovnsmetingar skulu
gerast av fiskastovnunum
undir Føroyum.
Um várið verða 100
trolstøðir tiknar og um
heystið 200 støðir.
Í greinini vísir Eyðfinn
Magnussen á, at tá trolið er
komið á dekkið, verður
veiðan skild í fiskasløg og
gjørt verður upp, hvussu
nógv er fingið av hvørjum
slagi, bæði í vekt og í tali
fyri hvørja einstaka støð.
Tá somu støðirnar verða
tiknar á hvørjum ári, ber til
at samanbera og síggja, um
fiskurin hevur flutt seg,
sigur hann.
Áhugaverd úrslit
Úrslitini, sum Hannipoula
Olsen og Helga Báru Mohr
Vang komu eftir, vísa, at
útbreiðslumynstrið hjá fleiri
fiskasløgum er broytt hesi
árini.
Eitt nú er toskurin meira
eystarlaga um várarnar nú,
enn hann var fyri nøkrum
árum síðani. Men tað undar
liga er, at hendan broytingin
ikki er at finna hjá toskinum
um heystið. Kanningin vísir
eisini nøkur sera áhugaverd
úrslit fyri tvey kongafiska
sløg stóra kongafiskin og
trantkongafisk. Hesi hava
flutt seg øvutan veg í mun
til hvørt annað. Meðan stóri
kongafiskur hevur flutt seg
djúpari og meira vestureftir,
hevur trantkongafiskur flutt
seg á grynri vatn og meira
eystureftir.
At fiskurin við Føroyar
flytir seg eystur og vestur
heldur enn suður og norður
fyri at laga seg til hitabroyt
ingar, kemst av, at sjógvurin
eystanfyri Føroyar er kaldari
enn sjógvurin vestanfyri.
Sostatt hevur tað somu
ávirkan á fiskin undir
Føroyum, tá hann flytur seg
eystureftir, sum tað hevur
fyri fiskin í Norðsjónum, tá
hann flytur seg norðureftir.
Eyðfinn Magnussen sig
ur, at nógv áhugaverd úrslit
eru at finna í kanningini hjá
nýggju biologunum.
Órógva vistskipan
Samanumtikið kann sig
ast, at fiskasløgini, har
broytingar sóust, eru bæði
av vinnuligum og ikki
vinnuligum
týdningi.
Í
niðurstøðuni siga tær báðar,
at um hitin í sjónum heldur
fram at økjast, kann hetta
órógva vistskipanina í før
oyskum sjógvi, so uppaftur
størri broytingar fara at
síggjast í framtíðini, sigur
Eyðfinn Magnussen í síni
grein á heimasíðuni hjá
Fróðskaparsetrinum.
Greinin byggir á úrslit í
kanningum og ritgerð hjá
nýggju biologunum, Hanni
poulu Olsen og Helgu Báru
Mohr Vang.
At fiskurin við Føroyar
flytir seg eystur og
vestur heldur enn suður
og norður, kemst av,
at sjógvurin eystanfyri
Føroyar er kaldari enn
vestanfyri. Sostatt hevur
tað somu ávirkan á
fiskin undir Føroyum,
tá hann flytur seg
eystureftir, sum tað
hevur fyri fiskin í
Norðsjónum, tá hann
flytur seg norðureftir
Mynd: Rógvi K. Mouritsen
Svii undir illgruna
Dómsvaldið í Póllandi gav í gjár boð um, at ein svii
skal handtakast, tí illgruni eru um, at tað var hann,
sum skipaði fyri, tá skeltið uttan fyri fyrrverandi
týningarleguna Auschwitz bleiv stolið herfyri.
Skeltið við teimum kendu orðunum "Arbeit macht
frei" kom seinni afturíaftur, men var tá skorið
sundur í trý pettir. Løgreglan í Póllandi hevur tikið
fimm menn. Teir eru skuldsettir fyri at hava tikið
skeltið niður og fyri at hava skorið tað sundur, men
polska løgreglan heldur, at tað var ein maður í
Svøríki, sum legði atgerðina til rættis.
Sigarettin sprongdist
Tann 31 ára gamli indonesiski trygdarmaðurin
Andi Susanto misti seks tenn, tá ein sigarett av
einari ella aðrari orsøk brast millum varrar hansara.
Nú hevur verksmiðjan, sum sigarettin stavaði frá,
játtað at rinda tí óhepna roykjaranum endurgjald.
Harumframt hevur verksmiðjan, sum eitur PT
Nojorono Tobacco Indonesia, játtað at rinda fyri
viðgerðina, sum Susanto skal hava á einum
sjúkrahúsi. Andi Susanto hevur greitt frá, at nú
ætlar hann sær at leggja av at roykja.
- Um tað ikki er
revolvarapolitikkur,
sum kanadiumenn
føra ímóti okkum,
veit eg ikki, hvat
eg skal kalla hetta,
sigur skiparin á
rækjutrolaranum
Arctic Viking, Bjarni
Petersen
Stríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjarni Petersen heldur, at
føroyingar hava alt ov
skjótt við at geva seg
undir tað, sum tey stóru
londini siga, at vit skulu
gera. Hetta sóu vit í Loyni
krókinum á sinni, og hetta
sóu vit við toskinum, tá
hesin kom aftur miðskeiðis
í 90unum, eins og við
makrelinum í 2008.
Føroyar eiga ikki bara
at tekkjast øðrum og
teimum stóru. Tí fegnist
eg um avgerðina hjá okk
ara myndugleikum um
aftur í ár at áseta okkara
egnu kvotu í altjóða sjógvi
á Grand Bank, tó at hetta
kostar stongdar havnir í
Kanada.
Skiparin heldur, at før
oyingar í størri mun eiga
at hugsa um, at havríki
dømið er okkara lívs
grundarlag, og tí eiga vit
at stríðast fyri okkara
rættindum.
Bjarni Petersen er í løt
uni umborð á rækjutrolar
anum Arctic Viking, sum
roynir á umstrídda økinum
Grand Bank í altjóða
sjógvi á Flemmish Kap.
Hann heldur ikki, at
søgan um hesa leið er
komin nóg týðiliga fram,
nú Kanada aftur fer at
steingja sínar havnir fyri
føroyskum og grønlend
skum fiskiskipum.
Mær vitandi vóru før
oyingar teir fyrstu, sum
funnu út av, at nógvar rækj
ur eru á hesi leið. Hetta
var í 1993 og sama ár, sum
rækjurnar á Flemmish Kap
vórðu funnar.
Skiparin sigur, at um
strídda økið á Grand Bank
verður rópt ”Nose of the
Bank”.
Hetta
er
ein
”tunga” við góðum dýpi,
sum stingur út um 200
fjórðingamarkið
hjá
Kanada. Økið, sum talan
er um, er einar 100 fjórð
ingar suður og norður og
einar 20 fjórðingar eystur
og vestur, og her er nógvur
annar fiskur enn rækjur,
eitt nú svartkalvi, lodna
og toskur, sigur hann.
Hann vísir á, at kanadiu
menn vóru skjótir at seta
forboð fyri at fiska rækjur
á hesari leið á Grand
Bank, hóast hetta var
uttan fyri 200 fjórðinga
fiskimarkið.
Men eftir nøkur ár
fekst semja um, at ein ávís
nøgd kundi fiskast, og
hetta var eftir, at føroyski
rækjutrolarin Høgifossur
eftir avtalu við Fiskirann
sóknarstovuna hevði gjørt
royndir á hesari leið nøkur
fylgjandi ár.
Skiparin sigur, at seinni
varð semja gjørd í NAFO
um, at øll limalond skuldu
fáa eina rækjukvotu á
leiðini – og eisini lond,
sum slett ikki høvdu
fiskað á hesari leið.
Lond, sum slett ikki
fiskaðu rækjur yvirhøvur,
eisini fingu kvotur eins
og
føroyingar.
Hetta
kundu føroyingar sjálv
andi ikki góðtaka, tí
úrslitið er, at tað sita menn
í
nøkrum
av
hesum
londum, sum tilvildarliga
fingu hesa kvotu og selja
hana til tann, sum er
grammastur at keypa.
Bjarni Petersen vísir á,
at nú tvinga kanadiumenn
okkum at spæla við í hes
um ørvitisspæli við aftur
at steingja sínar havnir
fyri okkum.
Um hetta ikki er
revolvarapolitikkur so tað
forslær, veit eg ikki, hvat
eg skal kalla hetta, sigur
skiparin á rækjutrolaran
um Arctic Viking, Bjarni
Petersen, skipari.
Samstundis,
sum
Kanada
steingir
sínar
havnir fyri føroyskum og
grønlendskum
skipum,
seta teir sær sjálvum stórar
rækjukvotur innanfyri 200
fjórðingar – á sama øki og
dýpi, har føroysku skipini
fiska í altjóða sjógvi.
Søgan um Grand Bank
Føroyskur rækjuskipari umborð á Arctic Viking sigur sína søgu um
viðurskiftini rundan um umstrídda økið á Grand Bank