mikudagur 3. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 3. februar 2010
13
Nú um dagarnar hevur
verið mikil rumbul í bløð
unum um, at tveir útisetar
skulu hava havt ein ófanta
ligan ella ónærisligan penn
og harvið eru teir komnir
til at skaða tað annars fyri
Føroyar so fyrimyndarliga
reinu etisku og estetisku
javnvágina í tí treytaleyst
sannleikssøkjandi pole
mikkinum her á landi.
Danskir útisetar
Høvdu hesir sjálvupp
gjørdu útisetar av illum
búð í Føroyum og ikki
høvdu verið oyðilagdir av
akademiskum tvætli í
Danmark, so kundu vit
kanska skilt teir, men at
búgva í Danmark og halda
seg vita, hvat ið sker í Før
oyum, tað er ov langt úti.
Faktuel søgufatan hevur
ongan áhuga fyri okkum,
sum búgva í Føroyum, tað
kunnu tey eiga, sum búgva
í Danmark. Her er tað
hjartalagið og sjálvsstýris
andin sum vísir vegin. Tað
er kanska onkur sum smíl
ist við, tá vit tosa um føroy
skan nationalromantikk,
eitt 200 ára gamalt fyri
brigdi og tí passé, men ikki
í Føroyum.
Lívslygn
Ongin kann lesa seg til,
hvat ið hendi í Føroyum
fyrr, tí tú skalt uppliva tað.
So kunnu teir kalla tað
lívslygn ella hvat teir vilja.
Tað er nógv betri at vera
skeivt dømdur av einum
føroyskum rætti enn rætt
víst dømdur av einum
donskum rætti. Tað sigur
seg sjálvt. Danir og teir
20.000 føroyingar sum
búgva í Danmark vita ikki
ein skid um føroysk
viðurskiftir, og tí er tað
virkiliga irriterandi at tey
blanda seg yvirhøvir.
Kanska er tað rætt, at
hesir báðir óhøvisku úti
setarnir kveikja associa
tiónirnar um nazistarnar og
teirra ógerningar, men tað
er teirra egna skyld, teir
byrjaðu. Tá føroyingar
berjast fyri frælsi er tað
målet som helliger midlet.
Er nakað hent i tí sam
bandi, ið ikki átti at hent,
so er bara at gloyma tað
skjótast gjørligt, og so ikki
meira um tað. Her liggja
hesir útisetar og róta runt í
øllum og oyðileggja alt
frælsisstríðið fyri okkum.
Tað er ófatuligt at nakar
blaðstjóri, sum er góður
við Føroyar, loyvir teimum
at skriva í blaðið.
Serføroyskt
Gott nokk skrivaði okkara
mentamálaráðharri fyri
nøkrum árum síðani í
Sosialinum, at danski
statsministarin var ein svín
hundur – og havt so. Tað
var ikki so illa meint, og tí
mótmælti heldur ongin.
Ella tá onkur av okkara
rithøvundum oysir gall og
gor yvir tað kapitalistisku
skipanina og teirra leigu
sveinar, sum higartil hava
føtt og gøtt okkum øll, so
er tað tí, at henda skipan er
leivd frá donskum hjá
landaveldi, og hevur ikki
betri forkent. Sjálvandi
skal hetta ikki átalast, men
heiðrast við M. A. Jacob
sen ella tí ið betri er. Vit
eru føroyingar!
Kanska áttu vit at við
tikið, at útisetar, sum hava
verið burturi meira enn 10
ár, skulu ikki blanda seg í
føroysku debattina. Nú 80
85% av øllum føroyingum
hava reytt EU pass, eru vit
bæði fræls og nokkso
globaliseraði, og tí eiga vit
sjálvi at kunna avgera
hvørjar meiningar onnur
skulu hava um okkum.
Lat bara útisetarnar hava
teirra faktuellu søgufatan,
bara vit sleppa at hava
okkara imaginera national
romantikk í frið og náðum.
P.S. At 8085% av
føroyingum síðani 1996
hava valt sær reytt (danskt)
EU pass sum samleika
prógv kundi týtt upp á, at
útsetarnir báðir kanska
hava grein í sínum máli, tí
tú kanst ikki lumpa alt
fólkið alla tíðina.
Faktuel søgufatan ella imagineran
nationalromantikk kvilkin skulu vit velja?
Regin eikhólm
Útvarpið hevur tosað við Selmu Ellingsgaard, for
kvinnu í Starvsmannafelagnum, og vit hava frætt,
at semingsmenninir løgdu einki semingsuppskot
fram, tí tað var ov langt millum partarnar. Í mid
dagssendingini mánadagin segði forkvinnan, at tey
krevja faktisk ikki meira enn onnur hava fingið.
Tað kann tí tykjast undarligt, at eingin semja er
funnin.
Tí skal verða sagt frá, at tað er ikki satt, at tey
bara krevja tað sama sum onnur.
Sjúkraflutningsstarvsfólkini fáa í dag somu løn,
sum tey fingu í september 2007.
Onnur, sum starvast hjá landinum, hava síðan tá
fingið lønarhækkan 3 ferðir 3%.
At krevja tað sama sum onnur, átti so at verið at
kravt um leið 9%.
Men tað, sum felagið krevur, er eftir okkara
útrokningum um leið 18%, og tað er tað, sum ger
samráðingarnar truplar.
Viðvíkjandi
samráðingunum
um sáttmála um
sjúkraflutnings
starvsfólk
stjóri, Fíggjarmála
ráðið, Lønardeildin
SnoRRi
FjallSbak
N. Finsensg. 18 · 100 Tórshavn · Tel 36 30 00
Á Høgabóli · 600 Saltangará · Tel 44 76 04
Tað loysir seg at lýsa í Sosialinum
»Vit hava nú lýst í Sosialinum rættiliga
ofta. Tað er týðiligur munur á søluni, tá
lýsingar júst hava verið í Sosialinum.«
Hervør Samuelsen
Tí lýSa viT í SoSialinum
Sosialurin / KvR 34 18 00
Beint eftir klokkan eitt
í gjár fekk Tórshavnar
Sløkkilið boð um ein
eldsbruna í einum
sethúsum á Norðasta
Horni í Havn
Eldsbruni
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Tá innsatsleiðarin,
Anfinn Reinert kom á
staðið lítla løtu seinni, var
húsið fult í royki.
Teir fóru beinanvegin
undir sløkkiarbeiðið, og
varð tað skjótt og væl úr
hondum greitt.
Eitt annað arbeiði, sum
altíð verður gjørt í slíkum
førum er at kanna, um fólk
er inni í húsinum. Tvey fólk
vóru í niðaru íbúðini, og
komu tey út í øllum góðum.
Vit fingu beinanvegin at
vita, at eingin var í teirri
ovaru íbúðini. Men vit
senda kortini altíð fólk inn
at hyggja í øll rúmini, fyri
at vissa okkum um, at
eingin er har, greiðir Anfinn
Reinert frá. Og tað gjørdi
teir sjálvandi eisini ígjár.
Staðfestast
kundi,
at
eldurin er kyknaður í køki
num. Hóast ein ikki sær tað
uttanífrá, so fingu húsini
bæði royk og vatnskaða.
Hevði
sløkkiliðið
ikki
verið so skjótt á staðnum, er
eingin ivi um at eldurin hevði
spjatt seg enn meiri, og helst
gjørt enn størri skaða.
Skjótir á staðnum
Sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á eldsbrunanum á Norðasta Horni. Vóru teir ikki so skjótir á
staðnum, hevði skaðin uttan iva verið munandi ávarsligari
Mynd: Álvur Haraldsen