mikudagur 3. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 23 - 3. februar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Prógv
Fríggjadagin fekk
Tanja Leosdóttir
Poulsen handa
prógv sum sjúkra
røktarfrøðingur við
Professionshøjskolen
Metropol í Keyp
mannahavn
Dagurin
3. februar, Blásius, deyður umleið ár 300. Tikin av
døgum fyri trúar sakir. Var biskupur í Sebaste í
núverandi Turkalandi, og av tí at hann bjargaði einum
smádrongi, sum hevði sett eitt fiskabein í hálsin, varð
hann tilbiðin sum verndari fyri hálsverk. Dagurin var
eisini róptur blámessa, og var blámessudagur stillur og
klárur, boðaði tað fyri einum brúsandi vári, varð sagt.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Signeva Sømark, Skálavík, ættað úr Dali, andaðist
í heiminum týsdagin 2. februar, 84 ára gomul.
Sonja Ørkedal, fødd Petersen av Sevmýri, Tvør
oyri, andaðist fríggjadagin í Vatne, Ålesund, 79 ára
gomul.
Karl Jacob Petersen, Klaksvík, andaðist í heimin
um leygarmorgunin, 61 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Merkisdagar
50 ára føðingardagur
18. feb. verður Símun Poulsen, Bøgøta 15, Klaksvík, 50 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 20. feb í Skálanum frá kl.
17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tey í vilja gleða Símun
við at koma í føðingardag, kunnu siga frá á tlf. 221265 ella
220109 innan 14. feb.
70 ára føðingardagur
Í dag 3. feb. fyllir Jenny Risom Pedersen 70 ár.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður
av Eiði, 80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá
dótturini í Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 5. feb. verður Leivur Ellingsgaard, optikkari,
ursmiður, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum
frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúðleyp
Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á
Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið
19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen
í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 6. feb. giftast Niza Pardillo, av Filips
oyggjunum og Hans Hilmar Johannesen av Toftum.
Vækomst verður á Svangaskarði kl. 19. Tey, ið ynskja, at
gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga
frá á tlf. 748134/448134 innan 2. feb.
Brúdleyp
Leygardagin 6. feb. kl. 14 giftast í Filadelfia, Bergur
Enghamar Jacobsen og Theresa AdjinTettey Petersen.
Veitslan verður fyri innboðnum kl. 19 í Pállstovu.
Brúdleyp
Leygardagin 13. feb. giftast Joyce Idan, Ghana og Robert
Hansen, Nes. Vælkomst verður í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum frá kl. 19. Tey, ið ynskja, at gleða okkum við at
koma, verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 10. feb. á
tel. 283756 ella á 447756.
Prógv
Karin Elisa Johannesen úr Miðvági tók tann 18. jan.
prógv sum professionsbachelor í sjúkrarøktarfrøði á
Professionshøjskolen Metropol í Keypmannahavn.
Mánadagin 1. februar var
hátíðarhald á Sjúkrarøktar
frøðiskúla Føroya, í sam
bandi við, at 50 ár eru liðin,
síðan skúlin varð settur á
stovn.
Í hesum sambandi varð
móttøka á skúlanum í Jónas
Broncksgøtu í Havn, har
nógv fólk stukku inn á gólv
ið, bæði núverandi og fyrr
verandi sjúkrafrøðingar, eins
og onnur sum hava havt til
knýti til skúlan.
Skúlin var øll árini knýtt
ur at Landssjúkrahúsinum,
men tá ið skúlamál vórðu
yvirtikin, varð Sjúkrasystra
skúli Føroya, sum skúlin æt
tá, lagdur undir Mentamála
ráðið.
Skúlin hevur fylgt við í
altjóða menningini av útbúgv
ingini til sjúkrarøktarfrøðing.
Í dag er útbúgvingin akadem
isk, og frá 1. august 2008 part
ur av Fróðskaparsetri Føroya.
Rektari á skúlanum er
Súsanna M. Mortensen.
-red
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin 50 ár
Súsanna M. Mortensen rektari á skúlanum heldur
røðu. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
og Jóan Pauli Joensen rektari hildu eisini røðu
Nógvar myndir vóru av sjúkrarøktarfrøðingum
Eyðun Joensen saman við fyrrverandi sjúkrarøktarfrøðingum
Borgarstjórin var millum tey mongu, sum stukku inn á gólvið
Myndir: Jens Kristian Vang
Lesið
-so eru tit við!