Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 23 • 03. feb. 2010 3. partur Almenna heitið hjá umrøddu føroyingum í Grønlandi var ”kolonibestyrer.” Upprunin til hetta starvsheiti er, at eftir at Hans Egede kom til Grønlands í 1721, vóru ”koloniir” settar á stovn fleiri staðni í landinum. Koloniin Godthaab var tann fyrsta í 1728. Síðan fylgdu aðrar eftir, og endamálið hjá teimum var at innhandla skinn, spik, hvalatenn og aðrar vørur. Tað var forboðið grønlendingum at handla við onnur enn kongaliga handilin, og tað var ikki lukkuligt at verða tikin fyri sokallaðar tuskhandlar við onnur fólkasløg sum portugisar og hollendingar. Koloniin Godhavn í Diskovíkini var serliga brúkt til innhandling av hvali. Av øðrum kolonium kunnu nevnast Frederikshåb, Christianshåb, Holsteinsborg, Jakobshavn, Egedesminde og Julianehåb. Umframt handil vóru koloniirnar eisini upprunaliga ætlaðar sum ein liður í kristnanini av Grøn­ landi. Umframt donsku kirkjuna kom týska Brøðrasamkoman at hava ein stóran leiklut. Hon hevði kortini einki at gera við tað, sum vit kalla Brøðrasamkoma. Ein ”kolonibestyrer” var hægsti myndugleikin í koloniini. Uttan fyri koloniirnar lógu bygdirnar, og her vórðu settir ”udstedsbestyrere”, sum so vóru hægsta vald í bygdunum undir kolonistjórunum. Fyri alt Grønland vóru tað landshøvdingarnir, sum høvdu evsta vald. Upprunaliga var Grønland býtt millum tveir landshøvdingar. Seinni varð tað bert ein fyri alt Grønland. Um hesa tíðina, tá ið føroyingar vóru kolonistjórar, búðu eini 10.000 fólk í øllum Grønlandi. Samstundis vóru um 15.000 fólk í Føroyum. Í Grønlandi búði fólkið um eitt sera stórt øki. Støddin av Grønlandi gjørdi tað eisini trupult at hava samband millum plássini. Men hóast hetta tykist at hava verið nógv samband millum Poul og Amaliu, sum búðu í ymiskum kolonium í Norðurgrønlandi. Á sumri varð ferðast við báti og um veturin eftir ísinum. Sambandið við Danmark var avmarkað til summarið. Um veturin kundi ikki siglast til Norðurgrønland. Tað ráddi tí um, at nóg mikið av útgerð og mati til veturin kom við ”seinasta skipinum” fyri árið. Og so var spenningur at síggja ”fyrsta skip”, sum kom á vári. Leysir endar Lívið hjá Amaliu, Johan og teirra húski kann ikki lýsast betri enn við teimum brøvum, tey sendu Poul. Summar av hesum endurgev­ ingum kunnu sigast at vera ”leysir endar”, tí øll søgan ikki er við. Eisini tí vit vita ikki, hvat ið Poul hevur skrivað til systrina og svágin. Sumt mugu vit so gita okkum til. Men brotini eru vald soleiðis, at tað kann fáast ein nokk so greið mynd av teirra lívi. Brøvini eru sera væl lesilig. Hjá teimum flestu er talan um fagurskrift. Hetta er ikki minst galdandi fyri Johan. Hesi brøvini er øll skrivað úr Egedesminde í fyrsta umfari. Brøvini sum byrja ”Kære Svoger” eru frá Johan og ”Kære Broder” eru frá Amaliu. Ráðisligur lækni Egedesminde 8. februar 1899 Kære Svoger Sagt verður um eitt ávíst bræv, at hetta var “netop for at forhindre Doktoren i at fungere som Overinspektør med Hensyn til Antagelser og Afskedigelser af Jordemødre. I det hele vil jeg bede dig om, hvis Lægen for fremtiden tillader sig at give ordre om sligt direkte til Bestyreren, da ganske rolig at se Tiden an til Inspektoratets Resolution foreligger. Hans Overgreb gaar snart over alle Grænser, men skal jeg have ansvaret, vil jeg heller ikke finde mig i den Slags Vilkaarligheder. 25 pund Hvalrostænder fra Olsen skal jeg sende ved Lejlighed. Prestar handafastir Egedesminde 26. Marts 1899 Kære Broder Jeg er frygteligt oprørt over (Pastor) Sørensens Adfærd, men jeg mener, at Wagner ganske roligt kan se Fremtiden i møde, da Sørensen aldeles ikke kan skade dem. Der er selvfølgeligt utaaleligt at være nødt til at bo sammen med dem. Du kan tro, vi fik en Forskrækk­ else i Gaar Aftes. Vi anede ikke noget før Pastor Wagner stod inde i Kontoret, og det varede længe, før vi fik ham til at sige et Ord. Vi troede, at han kom for at melde et Dødsfald. Til sidst smed han sig ned i en Stol og gav sig til at græde. Har ikke andet hjulpet ved hans Rejse Tíðindi frá Poul Müller um aldarskifið: Prestar fóru til hendurs Í greinarøðini um Müllerfólkið í Grønlandi verður komið til brøv frá systrini Amaliu og manninum (Grønlands) Johan til beiggja hennara Poul. Her var bæði friður og ófriður, millum annað av tveimum prestum, sum eftir øllum at døma ikki kundu torga hvønn annan Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Kort av Grønlandi. Her síggjast tær koloniir, haðani brøv eru skrivað í hesi grein Grøvin hjá Poul Müller í Jakobshavn. Her er Andrass Samuelsen komin framvið. Poul doyði 19. november 1901