mikudagur 3. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 23 - 3. februar 2010
Umvegis danska
formansskapin í
Norðurlendska
Ráðharraráðnum
hava Føroyar nú
fingið møguleikan
at fáa limaskap í
nevndum undir
ráðnum, og hevur
fingið formanssessin
innan fiskivinnu
FISKIVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Eg haldi, at hetta hevur
rættiliga stóran týdning fyri
Føroyar.
Tað sigur Jacob Vester-
gaard,
fiskimálaráðharri,
sum nú situr í for mans-
skapi num
í
fiski vinnu-
nevnd ini í FJLS (fiskivinna,
jarð brúk, landbrúk og skóg-
brúk) undir Norðurlendska
Ráð harraráðnum.
- Hetta er ein møguleiki,
vit hava fingið, nú Danmark
hevur
formansskapin
í
Norður lendska Ráðharra-
ráð num, og har er tað upp-
lagt, at vit seta fokus átað,
ið hevur við Føroyar at
gera. Og vit hava valt at
seta fokus á, hvussu vit best
umsita okkar fiskiríkidømi,
ser liga við atliti til, at í
2018 falla fiskiloyvini aftur
til landið, sigur Jacob
Vester gaard.
Tað verður longu nú tos-
að um, hvussu framtíðar
fiskiskipanin skal lagast og
hvat skal henda eftir 2018.
- Vit eru eisini varugir
við, at ES eisini er í ferð
við at skipa sín fiski vinnu-
politikk um frá 2012, og
somu leiðis
eru
grannar
okkara fyri vestan, íslend-
ing ar, í ferð við at umleggja
sína fiskiskipan heilt av
nýggj um,
sigur
Jacob
Vester gaard.
Tað verður tí lagdur doy-
in á at fáa sett fokus á hetta
øki, eisini við at fáa ser-
frøð ingar inn at kjakast um
fram tíðar
fiskiskipanina.
Og í tí sambandi verður ein
ráð s tevna í Norður landa-
húsi num í juni, har evnið
verð ur hvussu vit umsita
okkara fiskiveiði á bestan
hátt til gagns fyri sam-
felagið.
Egna skrá
Hetta er ein møguleiki, sum
Føroyar ikki hava havt áður,
og hann er komin í lag
or sakað av, at Danmark
hev ur formansskapin í ár.
- Vit hava fingið hendan
møguleikan, og vit hava so
mett um, hvat tað er, vit
ynskja at leggja dent á, si g-
u r Jacob Vestergaard.
Snikkað er til ein full-
komin skrá, har evnini eru:
• pelagiska kompleksið
• hvussu koma
fiskirættindini
samfelagnum til gagns
• umsiting av
havvistskipanini, hvussu
tulka vit burðardygga
umsiting
• havið »Seas the Future«
- Eg meti sjálvur, at okk-
ara umsiting hevur gjørt
eitt gott arbeiði í hesum
sam bandi, og eitt serligt
fok us verður sett á pelagsku
fiska sløgini, sum hava sera
stóran týdning, sigur Jacob
Vestergaard.
Men hóast føroyingar nú
hava fingið hendan møgu-
leik an at vera limir í nevnd-
unum hjá NR, so er hetta
kort ini ikki heilt nøktandi.
- Vit høvdu sjálvandi
held ur verið fullgildir limir
í Norðurlendska Ráðharra-
ráðnum, men tá tað so ikki
er lukkast enn, mugu vit
taka við tí, ið vit fáa. Tað
ræð ur um at verða við í so
stór an mun sum til ber, sig-
ur Jacob Vestergaard.
Hann heldur, at norður-
lendska samstarvið hevur
alstóran týdning.
- Og meðan vit fram hald-
andi stríðást fyri at fáa full-
an limaskap, skulu vit taka
av teimum møguleikum, vit
fáa, og hetta er ein gyltur
møgu leiki hjá okkum at
vísa, hvat vit duga. Her
kun nu vit vísa, at vit kunnu
verða in aktivur viðleikari í
norður lendska
samstarvi-
num, og at gera vart við
okkara sjónarmið, sigur
Jacob Vestergaard, fiski-
mála ráð harri.
Seta havið í fokus
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, greiddi
frá um føroysku møguleikarnar innan
Norðurlendska Ráðharraráðið, meðan Jacob
Vestergaard, fiskimálaráðharri, greiddi
frá føroyska formansskapinum innan
norðurlendska fiskivinnu
Mynd: Jens Kristian Vang
Skulu niður í løn
Skal Grikkaland sleppa burtur úr teirri sera álvarssomu
búskaparkreppuni, sum landið er í, noyðast øll tey
almennu starvsfólkini at góðtaka, at lønin minkar. Tey
boðini fekk grikska stjórnin frá ES-nevndini í dag.
Risastórt hall á fíggjarlógini og ovurstór almenn skuld
hava gjørt, at Grikkaland er um at fara á húsagang, og
lønarniðurskurður er sambært ES-nevndini tann einasta
loysnin. Samstundis skulu ymsar vælferðartænastur
skerjast. Grikkaland skyldar meiri enn 2.000 milliardir
krónur og er tað fyrsta evrulandið, sum er komið í so
stórar trupulleikar.
Stundum-stundum ikki
heldur fram
Higar til hava á leið 700 fólk sæð skemtileikin Stundum
stundum ikki, sumk í farnu viku varð sýndur í Løkshøll í
Runavík. Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum stendur fyri
leikinum, hevur tí gjørt av, at sýningar halda fram.
Sýningarnar hesa vikuni eru hvønn dag frá hóskvøldinum
til sunnudagi. Tað er íslendska Saga Jónsdóttir, sum hevur
leikstjórnað leikinum.
Føroyar hava fram
vegis ikki fingið
fullan limaskap í
Norðurlendska Ráð
harra ráðnum, og
hóast føroyingar hava
fing ið fótin innum,
verð u r vegurin til
lima skap ikki lættari
LIMASKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroysku
royndirnar
at
slep pa upp í Norðurlendska
Ráð harraráðið endaði við
sonevn da Álandsskjalinum,
har føroyingar sleppa at
verða limir í nevndunum í
ráð num.
- Hetta hava vit arbeitt
við í eitt heilt ár, og tað
hev ur so eydnast okkum at
fáa okkara sjálvstøðuga
part
í
formansskránni.
Somu leið is
hevur
tað
eydnast okkum at fáa drigið
fleri tiltøk til Føroya, og tað
er nakað, ið kann skapa
virð ing fyri okkum, sigur
Jørgen Niclasen, uttan ríkis-
ráðharri.
Hetta gevur eina vitan og
ein vinning, umframt at
før oyingar fáa eina størri
ávirkan.
- Vit hava fingið fleiri
fund ir til Føroya, har vit
hava leiðsluna, og ein
fundar leiðsla
stýrir
jú
hvønn veg, fundurin fer. Og
innan fiskivinnuøkið hava
vit fingið ta embætisligu
leiðslu na,
sigur
Jørgen
Nicla sen.
- Tú kanst siga, at í staðin
fyri at standa uttan fyri og
kasta kavabløk eftir felags-
skapinum, tí hann hellir
meiri og meiri eystureftir,
so hava vit valt at koma inn
í hitan og ávirka vestureftir,
sigur uttanríkisráðharrin.
Tað er eisini komið í skjal-
ið, at vit skulu hyggja meiri
vestureftir, tað vil siga móti
vesturbretlandi, Ír landi og
kanadisku strond ini.
Jørgen Niclasen væntar
tó ikki, at hesin møguleikin
fer at gera tað lættari at fáa
fullan limaskap í Norður-
lendska Ráðharraráðnum.
- Nei, tað vænti eg ikki.
Vit hava roynt at fingið
lima skap í ártíggju, men
tað hevur ikki eydnast.
Hetta við Álandsskjalinum
er betri enn tað, sum var
framman undan, men er
fram vegis ikki limaskapur.
So tað ið vit gera, er at fáa
tað besta burtur tí næst-
besta, sigur Jøgen Niclasen,
uttan ríkisráðharri.
Tað besta burtur úr tí næstbesta