mikudagur 3. februar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 3. februar 2010
Tvær
vikur til
upp still
ingina
Mikukvøldið 17. februar
er seinasta freist at
skjóta upp nøvn til
nevndar og forsetaval í
Fótbóltssambandinum
Tað hevur verið lítið at hoyrt frá
føroysku fótbóltsfeløgunum,
síðani tey á fundi í november
mánaði søgdu FSF-nevndini,
hvar skápið skuldi standa í mest
sum endaleysu trætuni, sum
stóð í ljósum loga í málinum
um aðalskrivaran.
Tað málið endaði fyribils við,
at aðalskrivarin og FSF gjørdu
eina fráfaringaravtalu, men
samstundis ljóðaði í krókunum,
at fleiri broytingar helst vóru í
væntu á aðalfundinum.
Hesin verður hildin tann 27.
februar, men tað einasta, sum
enn stendur greitt, er, at nýtt
andlit skal veljast fyri Svein
Tróndarson, sum hevur boðað
frá, at hann ikki stillar uppaftur.
Magnus á Stongum, Rúni
Heinesen og Høgni í Stórustovu
standa eisini fyri vali á
aðalfundinum. Í mun til gomlu
reglugerðina, so er tað nú
soleiðis, at teir ikki uttan víðari
kunnu boða frá, at teir taka við
afturvali, men skulu teir aktivt
fáa felag ella feløg at skjóta seg
upp til ávíkavist nevndar- og
forsetavalið.
Og hetta skal altso gerast í
seinasta lagið annan mikudag.
Reglurnar siga, at freistin fyri at
seta fram uppskot til nevndar-
og forsetaval, er 10 dagar
undan aðalfundinum.
Sunnudagin verður lutur
kast aður um, hvussu
spælast skal til komandi
EMundankappingina í
fótbólti. Og eingin ivi er um,
at spenningurin í fót bólts
sam bandinum er øgiligur,
nú londini skulu dragast úr
pottinum
Tað er nevnliga stórur munur á
útlitunum fyri pengakassan í FSF,
um mótstøðuliðini úr ovasta styrkis-
bólki eita eitt nú Ongland ella Russ-
land.
Sama søgan er galdandi fyri í
øllum førum teir tríggjar ovastu
styrkis bólkarnar, har lond sum Ong-
land, Danmark og kanska Írland
kunnu roknast við at fylla Tórsvøll
ella Svangaskarð.
Hinvegin er spurningurinn, um
Russ land,
Rumenia
og
Bosnia-
Herze govina kunnu fylla Gundadal,
sum jú eisini kann nýtast, um FSF
ynskir at gera sær dælt av altjóða
góð kenningini, sum bæði undirlag
og stadion hjá høvuðs staðar feløg-
unum nú hava fingið.
Lutakastið fer soleiðis fram, at
níggju bólkar verða drignir. Í seks av
hesum eru seks lið, meðan fimm av
bólkunum bara telja fimm lið. Hetta
fyri at fáa matematisku kabalina at
ganga upp.
Lutakastið fer fram í pólverska
høvuðs staðnum, Warszava, sunnu-
dagin klokkan 11 okkara tíð. Fyri FSF
eru Høgni í Stórustovu, forseti, Brian
Kerr, landsliðsvenjari, Magnus á
Stong um, formaður í landsliðs-
nevnd ini, og Virgar Hvidbroe, aðal-
skrivari, við á ferðini.
Langt millum ynski
dreym og marru
Chelsea hevði í gjárkvøldi
møguleikan at leggja
fýra stig millum seg og
Manchester United, men
hetta miseydnaðist
Undan dystinum var Chelsea eitt
stig
framman
fyri
verjandi
meistararnar, og teir áttu ein dyst til
góðar.
Hesin gav tó ikki ætlaða sigurin,
hóast Chelsea hevði greiða yvirvág
og nógvar royndir móti málinum.
Hull legði seg á odda á hálva
tímanum, tá Steven Mouyokolo
stútaði hornaspark í netið.
Undan steðginum javnaði Didier
Drogba, sum spældi sín fyrsta dyst
fyri Chelsea eftir nú lidna African
Nations.
Chelsea kundi og skuldi kanska
eisini skorað avgerandi málið eftir
steðgin, men hóast royndirnar vóru
nógvar, so eydnaðist hetta ikki.
Eisini skuldu West Ham og
Wolverhampton spæla í gjárkøldið,
men tann dysturin varð útsettur
vegna veður.
Hull argaði Chelsea
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Soleiðis eru liðini
styrkismett
Bólkur 1: Spania, Týskland,
Holland, Italia, England,
Kroatia, Portugal, Frakland,
Russland
Bólkur 2: Grikkaland, Tjekkia,
Svøríki, Sveis, Serbia,
Turkaland, Danmark, Slovakia,
Romenia
Bólkur 3: Ísrael, Bulgaria,
Finland, Noreg, Írland,
Skotland, Norður Írland,
Eysturríki, Bosnia-Herzegovina
Bólkur 4: Slovenia, Letland,
Ungarn, Litava, Hvítarussland,
Belgia, Wales, Makedonia,
Kypros
Bólkur 5: Montenegro,
Albania, Estland, Georgia,
Moldova, Ísland, Armenia,
Kazakhstan, Liechtenstein
Bólkur 6: Azerbaijan,
Luxembourg, Malta, Føroyar,
Andorra, San Marino
FAKTA
Seinastu tríggjar undankappingarnar hevur Frakland verið partur
av føroyska bólkinum, og hetta er eisini ein møguleiki hesaferð