hósdagur 4. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2010
Fyri einum ári síðan
boðaði eitt reiðarí
í Litava frá, at tað
var áhugað at keypa
russiska trolaran Ros,
sum í tvey ár hevur
ligið í Kollafirði.
Einki er hent, tí fútin
vil hava greiði á, hvør
eigur skipið
RussaR
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað gongur ógvuliga seint
hjá fútanum at fáa ekspedera
russiska trolaran Ros av
landinum. Ros hevur ligið á
Kollafirði í skjótt tvey ár.
Har kom hann at liggja, eftir
at fútin hevði gjørt arrest í
skipinum. Nakað seinni fór
reiðaríð á húsagang.
Eitt er, at tað kostar ríkis
kassanum nógv at hava
skipið liggjandi, og teir
tríggir russararnir umborð
liva av náði. Men skipið
spøkir eisini í samráðingun
um millum Føroyar og Russ
land og nervar harvið sam
starvið landanna millum.
Finn Ougaard, varafúti
sigur, at hann av øllum alvi
roynir at finna útav, hvør í
grundini eigur skipið. Hann
vil hava at vita, um tað finst
nakað trotabúgv hjá skipi
num í Russlandi.
Vit vildu fegin selt skip
ið, men vit mugu fyrst
tryggja okkum, at ikki
onkur ókend skuld hongur
uppií búnum, sigur Finn
Ougaard, sum leggur aftrat,
at øll eru áhugað í at fáa
skipið úr Føroyum.
Dýrur gestur
Tað er dýrt fyri ríkiskassan,
at Ros liggur í Kollafirði.
Vit noyðast at gjalda
streym og havnagjald, tí
fútin hevur skipið í varð
veitslu. Útreiðslurnar eru
millum 30.000 krónur og
40.000 krónur um mánaðin,
sigur Finn Ougaard.
Higartil hava útreiðslur
nar hjá fútanum verið yvir
eina millión krónur, tí mán
aðarligu útreiðslurnar vóru
fyrstu tíðina hægri enn nú.
Orsøkin til at skipið
hevur ligið so leingi er, at
fútin hevur bíðað eftir, at
onkur eigari fór at gera vart
við seg, sigur Finn Ougaard,
sum veit, at í Noregi liggja
fleiri russisk skip, ið eingin
kenst við.
Árni
Dam,
russiskur
agentur í Føroyum skilir als
ikki, hví hetta málið skal
hava drigið so nógv út.
Hevur keypara
Eg fann ein keypara fyri
einum ári síðan gjøgnum
ein agent í Keypmannahavn,
vegna ett reiðari í Klaipeda
í Litava. Hesum havi eg
boðað frá, men einki er
hent. Eg havi sett meg í
samband við áhugaða keyp
aran aftur, og hann stendur
framvegis við sítt boð, sigur
Arni Dam.
Hann heldur, at hetta
hevði verið besta loysin, tí
hesin keyparin er til reiðar
at seta skipið í stand, so tað
kann sigla, útvega skipinum
siglingarloyvi og senda fólk
til Føroya eftir tí.
Menninir umborð fáa mat
frá Hjálpini, og tað eigur
Leif Erik Niclasen stóra
takk fyri, sigur Árni Dam,
sum gjøgnum fyritøku sína
Faroe Agency eisini hevur
hjálpt monnunum eitt við at
givið teimum olju.
Eg havi biðið um fund
við fútan, tí vit kunnu ikki
liva við, at skipið verður
liggjandi her. Tað pínir alt
samfelagið, sigur Árni Dam.
Keypari er til Ros
Evropa vil hava vindorku
Tey seinastu árini hava støðugt fleiri lond í Evropa lagt seg eftir
at seta upp vindmyllur heldur enn at byggja nýggj kol ella
kjarnorkuverk. Hendan gongdin sæst eisini aftur í tølunum.
Evropeiski vindorkufelagsskapurin, sum eitur Ewea, sigur, at 39
prosent av orkuni, sum bleiv tikin í nýtslu í fjør, kom frá vind
myllum. Á teimum báðum næstu plássunum komu ávikavist gass
og sólorka. Hinvegin kom minni orka frá kol og kjarnorku
verkum. Tað eru serliga vindmyllur á sjónum, sum hava stóran
áhuga. Tað er heldur ikki so løgið, tí tær framleiða 40 prosent
meiri orku enn vindmyllur á landi, sigur Ewea.
Leita eftir drápsmanni
Í Svøríki hevur Ríkisdagurin samtykt eina lógarbroyt
ing, sum ger tað møguligt hjá løgregluni at halda fram
við at leita eftir manninum, sum myrdi forsætisráð
harran Olof Palme í 1986. Eftir teirri gomlu lógini
skuldi løgreglan gevast við kanningunum 25 ár aftan á
drápið. Tann 28. februat næsta ár verða 25 ár, síðani
Palme varð myrdur, og tí hevur Ríkisdagurin samtykt
at broyta lógina, skrivar TT. Christer Petterson bleiv
dømdur fyri at hava myrt Olof Palme, men hann bleiv
fríkendur seinni. Christer Petterson doyði í 2004.
Trolarin Ros hevur ligið í Kollafirði í næstan tvey
ár. Fútin rindar føstu útreiðslurnar fyri skipið, og
Hjálpin føðir menninar umborð
Tekin eru um
vøkstur í privatu
vinnuni, heldur
Fíggjarmálaráðið
Tíðindaskriv
Nú fyrsti mánaðin er farin
av 2010, kann staðfestast,
at januar í ár hevur verið
tann besti januar mánaðin
seinastu fýra árini, tá tað
snýr seg um lønar og
skattgjaldingar. Í januar í ár
vóru goldnar 609 mió. kr. í
lønum umvegis askatta
skipanina,
landsskatturin
var góðar 109 mió. kr. og
kommunuskatturin var góð
ar 100 mió. kr.
Tað kann sjálvandi tykjast
løgið, at lønargjaldingarnar
eru hægri, samstundis sum
arbeiðsloysið er vaksandi.
Nakrar av forkláringunum
eru, at tey arbeiðsleysu nú
verða
væl
loftaði
av
arbeiðsloysisskipanini. Tí
minkar inntøkan hjá teim
um, ið gerast arbeiðsleys,
ikki altíð so nógv. Tað, sum
hevur fingið samlaða lønar
massan at vaksa, eru betri
fiskaprísir
og
sáttmála
hækkingar. Í januar í ár
hava fiskaprísirnir verið
væl betri enn í januar í fjør,
tí eru hýrirnar eisini hægri,
samstundis sum sáttmála
lønirnar eru hækkaðar sein
asta árið. Enn er bert talan
um fyrsta mánaðin av 2010,
tí skulu tølini sjálvandi
takast við fyrivarni.
Hóast
innflutningurin
framvegis er minkandi, eru
tekin um vøkstur í privatu
nýtsluni. Meirvirðisgjalds
inntøkur landskassans eru
tær somu sum í januar í
fjør, men inntøkurnar av
skrásetingargjaldi av bilum
eru
nógv
størri
fyrsta
mánaðin í ár samanborið
við somu tíð í fjør.
Lønir og skattir góða byrjan í ár