hósdagur 4. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010
Í
hesum døgum verða lívsleiðir lagdar. Lívs
ætlanir stungnar út í kortið. Og lívsáskoðanir
umhugsaðar. Hvat vil eg við mínum lívi?
Freist in fyri valinum, hvat lívið skal nýtast
til, nærkast í hvørjum. Spurningarnir eru helst
nógvir, og møguleikarnir eru enn fleiri.
Skal man fylgja streyminum, fáa eina íbúð á
Oyra sunds kollegienum og útbúgva seg í trygg
leik anum millum føroyingar á Amager? Ella
skal man fylgja dreyminum og fara til fjarskotin
lond, har alt er øðrvísi enn her heima?
O
g hvussu so, um børnini eru komin? Kann
man veruliga loyva sær at uppala børn
millum múrsteinarnar í Keypmannahavn – ella
enn longri burturi frá familju og tryggleikanum
í Føroyum? Er tá ikki best at vera verandi her
heima? Og hvørjir útbugvingarmøguleikar eru í
Føroyum?
A
lt fleiri føroyingar leita sær út í heim til
útbúgving. Nógv teir flestu fara framvegis
til Danmarkar, men talið av teimum, sum
hætta sær longri, økist í hvørjum. Summi sam
eina báðar møguleikarnar; lesa í Føroyum ella
Danmark, men fara so út í heim sum skiftis
næmingar í eitt lestrarskeið ella tvey. Og børnini
kunnu saktans sameinast við lesturin, heldur eitt
par, sum hevur fingið trý børn, meðan tey hava
lisið í Keypmannahavn. Stuðulsmøguleikarnir
eru av teim allar bestu, so tað er bara at taka av.
M
en eisini her heima eru nógvar útbúgv
ingar, sum halda altjóða støði. Bæði
akademiskar , vinnuligar og yrkisútbúgvingar.
V
ónandi kann hetta lestrarblaðið vísa á
møguleikar heldur enn forðingar, óansæð
hvussu tín lívsætlan sær út.
við lestrarkvøðu,
Eydna Skaale
Redaktørur:
Eydna Skaale
Blaðfólk:
Rigmor Dam
Dagfinn Olsen
Heini í Skorini
Rólant Waag Dam
Eydna Skaale
Tekningar:
Óli P
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Forsíða:
Jón Tórður Einarsson
Lýsingar:
Høgni Thomsen
Finnbjørg Nattestad
Umbróting: Sp/f
Sosialurin
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Ráðgevingin í
Keypmannahavn:
Svar til allar spurningar:
Tá tú skalt flyta uttanlands at
lesa, eru nógv ting, ið skulu fáast
uppá pláss. Í Dan mark er ein før
oysk ráðgeving, har tú á føroysk
um kanst spyrja um lívið, sum
før oy ingur í Danmark. Randi
Johanne sen og Ruth DalChrist
en sen eru báðar føroyskar og
hava starvast í ráðgevingini í
meiri enn 25 ár. Tær hava upp
bygt eina servitan, og um tær
ikki vita svarið, so finna tær
skjótt útav tí fyri teg.
Tær duga at svara um sjálva
flytingina, um SU, um at finna
bústað, um at flyta við børnum,
um føroyafrádráttin o.s.fr.
Á heimasíðuni
www.radgevingin.dk fært tú svar
uppá teir oftast settu spurning
arn ar í sambandi við at flyta
niður.
Stuðul til lesandi
Í Føroyum hava vit nakrar av
heim sins bestu stuðulsskipanum,
serliga um tú hevur hug at fara út
í heim at útbúgva teg.
– ÚS stuðulin er eitt mánaðar
ligt gjald til teirra, ið lesa her
heima.
– ÚSUN stuðulin er eitt gjald
til teirra, sum fara út um Norður
lond at lesa, og sum hava tørv á
peningi til skúlagjaldið. ÚSUN
stuðulin er júst minkaður úr
100.000 niður í 80.000 kr, men
framvegis ber til at læna 80.000
kr afturat teimum 80.000, sum
verða lætnar.
– Ferðastuðulin verður latin
teimum, ið lesa uttanlands.
Ferðastuðulin er ein upp hædd,
sum verður latin lesandi og
børnum teirra, so tey sleppa
heim til Føroya einaferð árliga at
ferðast.
– Verkætlanarstuðul er ein
fíggjarlig hjálp til teirra, sum
skulu uttanlands í prak tikk, heim
til Føroya at skriva spesialið ella
aðrastaðni í samband við útbúgv
ingina. Hjálpin er til ferðaseðlar
aftur og fram.
– Tá danska SUstyrelsen ikki
vil rinda SU í meiri enn 4 ár,
kann Stuðulsstovunurin taka yvir
og rinda eitt SUlíknandi gjald at
liva fyri seinastu árini. Fólk, sum
lesa í ávísum londum fáa bert fáa
SUstuðul í 4 ár. Men tá kann
Stuðulsstovnurin rinda í tvey ár
afturat, soleiðis, at stuðul verður
veittur í 6 ár tilsamans.
– Stuðul til málskúla um tú
skalt lesa í einum landi, har
málið hvørki er norður lendskt
ella enskt. Treytin er, at skeiðið
gevur málsligan førleika til hægri
læru stovn.
Á www.studul.fo kanst tú lesa
meiri um stuðulsmøguleikar hjá
føroyskum lesandi
Altjóða Skrivstovan
- lestrar vegleiðing
fyri føroyingar
Á skrivstovuni hjá ASK eru tvey
fólk í starvi. Tey starvast við at
hjálpa og ráðgeva føroyingum,
sum ætla sær undir lestur ella
fólki, sum longu eru farin undir
útbúgv ing.
Har frættir tú alt um lestur í
útlondunum, upptøkukrøv,
um sóknarfreistir, umrokning av
próvtalsstigum, stuðulsskipanir,
ja, alt, sum tú kundi hugsast at
ivast í. Ein leinkja eitur "ofta
settir spurningar", og har finnast
helst svar uppá fleiri av teimum
spurn ing unum, sum tú gongur
við. Eisini ber til at skriva til
starvsfólkið, um tú ikki finnur
svar á heimasíðuni.
www.ask.fo
Uddannelsesguiden
– um tú ivast
Tað er torført at velja seg inn á
eina ávísa útbúgving, tí
møguleikarnir eru jú ótalligir.
Men á hesi heimasíðuni hjá
danska útbúgv ingarráðnum kanst
tú peila teg inn á, hvørj ar
útbúgvingar kundu verið nakað
fyri teg.
www.udannelsesguiden.dk
Boligportal - tá tú skalt
finna ein bústað í DK
Ein av stóru trupulleikunum, tá
tú skalt burtur at lesa, er at finna
okkurt at búgva í. Framvegis fara
flestu føroyingar til Keyp
mannahavnar at lesa, og
framvegis man Oyra sund vera
staðið, ið hýsir flest føroy ingum í
Danmark. men til ber at leita
ymsa staðni, og jú breiðari tú
leitar, jú størri gerst møguleikin
at fáa okkurt til tíðina.
boligportal.dk
Universitet í Stóra
Bretlandi
The Times hava gjørt eina meting
av, hvussu góð fróðskaparsetrini í
Onglandi eru. Allir stovnarnir
eru mettir út frá somu
spurningum, m.a. hvussu nøgdir
næm ing arnir eru, hvussu góðir
hentleikarnir eru og hvussu nógv
verða liðug við tað, tey byrja
uppá.
Kanningin sæst á síðuni
http://extras.timesonline.co.uk/
tol_gug/gooduniversityguide.php
Norska leitisíðan til
lestraráhugað
Um tú ivast í hvat tú skalt fara
undir at lesa, ella um tú ynskir at
lesa um lestrarmøguleikar í
ymsum londum, so er norska
leitisíðan sera góð.
www.ansa.no
Tá tú ert lesandi
Meginfelag Føroyskra Stundenta
er felagið fyri øll føroysk lesandi.
Deildir eru í Føroyum,
Keypmannahavn, Århus og
Aberdeen. Á heimasíðuni hava
tey savnað eina rúgvu av tilfari,
bæði kunnandi og undirhaldandi.
Har eru eisini leinkjur til aðrar
og viðkomandi heimasíður.
www.mfs.fo
Landsfelag føroyinga
undir útbúgving –
lestrarvegleiðing
Hjá LFÚ starvast lestrar veg
leiðarar, sum eisini starvast á
miðnámsskúlunum. Tey vita alt
um at søkja eftir kvotu 1 og
kvotu 2, upptøkukvotientir,
freistir og alt annað, sum hevur
við lesnað at gera. Á heimasíðuni
eru nógvir hentir upplýsingar. Til
ber eisini at gerast limur í LFÚ
og fáa ymsar fyrimunir.
www.lfu.fo
Hentar heimasíður:
Hvat skal eg?
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com