Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 24 - 4. februar 2010 Bankar fáa trupulleikar Fíggjarkreppan er um at hasa av, men sambært danska professaranum Per H. Hansen merkir tað ikki, at leiðslurnar í teimum donsku bankunum kunnu seta seg afturá. Við danska kringvarpið sigur professarin, at tey næstu árini fara nakrir bankar at fáa so stórar trupulleikar, at teir megna ikki at halda fram. Úrslitið verður, at aðrir bankar mugu taka sær av teimum, ella at tað almenna yvirtekur teir. Per H. Hansen, ið starvast á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, sigur, at 47 prosent fleiri fyritøkur fóru á húsagang í fjør enn í 2008, og at nógvar av teimum, sum virka enn, hava lítlan vinning. Níggju ára gomul mamma Í Kina hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burturúr, at ein níggju ára gomul genta hevur átt ein barn, og fjølmiðlarnir ivast ikki í, at hon er ein tann yngsta mamman í heiminum. Sagt verður, at barnið varð tikið við keisaraskurði á einum sjúkrahúsi í býnum Changchun har norðuri í landinum í gjár, og at bæði mamma og barn hava tað gott. Foreldrini hjá teirri níggju ára gomlu gentuni hava sagt løgregluni frá málinum. Eftir kinesiskari lóg verður keynslig samvera við barni undir 14 ár tevsað sum neyðtøka. Yngsta mamma, sum vit vita um, var Lina Medina í Peru. Hon var fimm ára gomul, tá hon fekk eitt barn í 1939. Í dag, 4. februar 2010, varð ein frá­ greiðing handað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, frá arbeiðsbólkinum sum hon setti í aug­ ust 2009 at kanna møguleikarnar fyri koyritekniskari breyt í Føroyum Ferðslutrygd Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Í morgun varð frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum sum Ann­ iku Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, setti í august 2009, at kanna møguleikarnar fyri eini koyritekniskari breyt í Føroyum, handað henni á tíðindafundi í Sjó­ og Vektar­ búðini í Tinganesi. Í arbeiðsbólkinum sótu: Jákup Jacobsen, formaður, fyri Akstovuna, Gudrun M. Nolsøe, skrivari í Innlendis­ málaráðnum, John Martin Olsen og Helgi Magnusar­ son frá løgregluni, Sølvi Reinert Hansen frá Ferðslu­ trygd, Mikkel Heide Frand­ sen frá Landsverki og Jari Lykke frá Koyrilærarafel­ agnum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at skjøtul verður settur á at skipað eina koyritekniska breyt í Føroyum. Lagt verður upp til pol­ itiska myndugleikan at avgera staðseting av eini slíkari breyt, men øki í Saks­ unardali er vælegnað út frá eini heildarmeting. Koyritekniska breytin skal fevna um bæði girt venjing­ arøki (grulvigarð) og koyri­ tekniska venjingarbreyt við hálkubreyt. Samlaða økið verður millum 80 og 100.000 m2 (umleið 500 m x 200 m). Mælt verður eisini til at gera ein ferðslutrygdardepil á økinum, har fyribyrgjandi arbeiðið hjá RFF er náttúr­ ligur partur av deplinum. Málbólkarnir eru alt frá barnagarði til framhalds­ deild fólkaskúlans, miðnám, koyriskúlar, eftirútbúgving av vaksnum og skeið fyri eldri fólkum. Bólkurin mælir til, at íløgan verður fíggjað við játtan á fíggjarlógini, og raksturin verður fíggjaður við brúkaragjøldum við ser­ stakari rakstrarjáttan á fíggj­ arlógini ella boðið út til privat fyritakssemi at reka. Íløgan er mett at kosta millum 29 og 35 mió kr. utt­ an mvg. Hendan íløgan verð­ ur mett at vera samfelagsliga gagnlig, sæð í ljósinum av at árligi meðalkostnaðurin av ferðsluvanlukkum í Føroyum í 2001 var 193 mió kr. sam­ bært álitinum um Nullhug­ sjónina. Íløgan kann verða gjørd í stigum. Koyriteknisk breyt í Saksunardali Vegna arbeiðsbólkin handar Jákup Jacobsen, stjóri í Akstovuni, frágreiðingina til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum Jákup Jacobsen greiðir frá arbeiðinum hjá bólkinum Mikkel Heide Frandsen frá Landsverki, Sølvi Reinert Hansen frá Ferðslutrygd og Gudrun M. Nolsøe, skrivari í Innlendismálaráðnum