Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010 LÍVFRØÐI Hevur tú áhuga fyri náttúru, djóralívi, plantum og øðrum livandi verum, kanst tú lesa lívfrøði á Fróðskaparsetrinum. Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sjálvandi verður føroyska náttúran ein náttúrligur partur í undirvísingini. At vera lívfrøðingur í Føroyum er nakað heilt serligt. Náttúra okkara liggur so mikið fjarskotin og burtur frá øðrum, at hetta á mangan hátt setir sín sermerkta dám á djóralív og plantulív okkara. Av somu orsøk er altjóða áhugi fyri at gera genetiskar kanningar av føroyska fólkinum. Lívfrøðingar arbeiða millum annað við fiskirannsóknum, umhvørviseftirliti, á søvnum, innan aling, arvagransking, biotøkni og framleiðslu av heilivági. Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina hevur tú eisini møguleika til at útbúgva teg víðari. Hetta ber til á universitetum víða kring heimin, tí hetta er ein altjóða útbúgving. Setrið spennir Gengranskari, oljusjeikur, alduorkuserfrøðingur, teldunørdur, politiskur viðmerkjari ella mál snill­ ingur? Ja, møguleikarnir eru óendaligir ­ eisini her í Føroyum … ÚtbÚgving Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at summi velja at lesa í Føroyum heldur enn at fara av landinum. Á Fróðskaparsetrinum í Havn taka tey nýggj lesandi inn á øðrum- hvørjum ári, og í ár er upptøka á øllum deildunum. Og har eru fleiri ymiskar út - búgvingar í at velja – bæði nýggj- ar og gamlar. Sostatt kunnu nýggj lesandi taka bachelor í lívfrøði, KT-verkfrøði og í føroyskum. Og sum nakað nýtt bjóðar setrið eis- ini útbúgvinginarnar ”Jarð- og hav frøði” og ”Søgu- og stjórn- mála frøði”. Tvær nýggjar útbúgvingar Jóan Pauli Joensen, rektari, greið- ir frá, at tey eru serliga errin av at kunna bjóða út Jarð- og havfrøði, tí hetta eru øki, sum vit í Føroyum hava so sera góðar umstøður at granska í. Og serkunnleikin er beint uttan fyri dyrnar, til dømis á Havstovuni, innan fiskivinnuna, oljuvinnuna og ikki at gloyma all- an partin um veðurfrøði, ið sum kunnugt er so viðkomandi í dag. – Hendan útbúgvingin er ein rann sóknarferð líka úr jarðar- kjarn uni og upp til himmals, sum rektarin tekur til. Nýggja bachelorútbúgvingin í søgu- og stjórnmálafrøði er fyrsta royndin hjá setrinum at leggja hesar báðar lærugreinir saman. Rektarin vísir á, at tú tekur tvey støðisár við báðum greinunum, og triðja árið velur tú so annað teirra burturav. Eins og við øllum bachelor útbúgvingunum, endar hendan eisini við einari høv uðs- ritgerð. Samstarva við útlandið Sjálvandi er kappingin millum Bachelor (BA-prógv) tekur vanliga 3 ár. Tá tú hevur nomið tær BA, kanst tú útbyggja tað við einum masterprógvi (MA). Tað tekur vanliga 2 ár. Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir Ph.D.-nám. Føroysku bachelorútbúgingarnar geva atgongd til víðari lesna bæði í Føroyum og í útlandinum. Vilt tú søkja? Umsóknarfreistin til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum er 14. juni 2010. Vanliga er upptøkutreytin miðnámsútbúgving ella samsvarandi. FAKTA JARÐ- OG HAVFRØÐI Vilt tú vita meir um, hvussu jørðin er blivin til og er broytt gjøgnum milliardir av árum, um fortreytir fyri at kunna finna ráevni í undirgrundini, og um hvønn týdning havið kring Føroyar hevur fyri lív og veðurlag á allari jørðini? So er bachelor í jarð- og havfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelor útbúgving eftir altjóða leisti, men føroyska undirgrundin og havstreymar kring Føroyar, veðurlag og fiskastovnar eru sjálvsagt kann ingarøki. Hetta eru øki, sum eru áhugaverd, ikki minst í sambandi við oljuleitingar, veðurlagsbroytingar, umhvørvi, fiskastovnar og innan aling. Hetta er eitt spennandi og týdningarmiklum fakøki, og møguleikarnir at byggja víðari upp á bachelorprógvið eru óendaligir, tí talan er um eina altjóða útbúgving. KT-VERKFRØÐI Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT-loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. Dentur verður lagdur á software menning innan tekniskar, fyrisitingarligar og handils ligar telduskipanir. Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti. Dentur verður lagdur á føroysk evni og nýtslumøguleikar. KT-verkfrøði gevur tær fjølbroyttar vinnumøguleikar, og er eisini støði fyri víðari útbúgvingum víða um heim, tí hetta er ein altjóða útbúgving.