Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 24 - 4. februar 2010 Ein av rættiligu sólskinssøgunum í føroyskum vinnulívi er roknskapurin hjá Smyril Line, sum fór frá einum halli í 2008 á 208 milliónir til eitt avlop á umleið 13 milliónir krónur í fjør BÚSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá nevndin í Smyril Line í september 2008 setti Peter Holm í starv sum stjóra í felagnum, var tað við einum fyri eyga: at venda aftur­ gongd til framgongd. Tikin vórðu nøkur drast­ isk stig, tey mest týðandi at niðurleggja ruturnar til Noregi og Hetland. Seinna niðurleggingin – tann av Hetlands­rutuni – var serliga kontroversiel, tí hetlendingar eiga ein stóran part av partapeninginum í Smyril Line. Men hildið varð fast við hesa avgerðina, og tað er í stóran mun niðurleggingar­ nar av hesum báðum rutun­ um, sum hevur verið við til at vent gongdini hjá felag­ num. ­ Tað ber ikki til at siga, at tað er ein einstøk avgerð, ið hevur gjørt munin. Skal tað sigast stutt, so er tað tann veruleiki, at vit hava »foreinklað« rutunetið, ið hevur havt størstan týdning, sigur Peter Holm, stjóri í Smyril Line. Stjórin boðaði í mars 2009 frá, at leiðslan miðaði ímóti at koma út úr 2009 við einum avlopi. Seinni spesifiseraði hann hetta avlopið til 13 milliónir krónur. ­ Hatta lovaðu vit í mars, og nú árið er farið standa vit framvegis við hasi tølini, sigur Peter Holm. Størri fokus Tað, at rutunetið nú er for­ einklað, ger, at tað er nógv lættari at seta fokus á ein­ støku útboðini. ­ Vit merkja eina stóra framgongd í Danmark, Týskalandi og í Føroyum, og eisini hollandski markn­ aðurin er í vøkstri. Men við at avmarka okkara tilboð kunnu vit eisini seta størri orku inn á tey tilboð, sum vit hava, sigur Peter Holm. Smyril Line merkir sostatt eina risa framgongd í einari tíð, har mest sum allur heimurin upplivir eina djúpa kreppu. ­ Tað er rætt, at tað hoyrist um ferðaskrivstovur og ferða­ mannafeløg, sum eru í svár­ ari kreppu, men sølutølini gjøgnum alt árið í fjør vóru góð hjá okkum, og útlitini higartil benda á somu gongd, sigur Peter Holm. Tiltøkini, sum eru sett í verk, hava effektiviserað organisatiónina, og loyvt teimum at seta størri fokus á verandi útboð. Sparingar Stjórin í Smyril Line leggur dent á, at tað eru øll tiltøkini samanløgd, ið hava vent gongdini og skapt avlopið. ­ Tað eru ikki tey einstøku tiltøkini hvør sær, sum hava vent gongdini. Tað eru øll tiltøkini samanlagt, ið hava vent halli til avlop, sigur Peter Holm. Eitt av tiltøkunum var fyrispurningurin um at leggja Norrönu í Keyp­ mannahavn sum hotelskip undir COP15, ið var ein møguleiki, sum Smyril Line ikki kundi siga nei til. Men tað er ikki bert á inntøkusíðuni, at tað hevur gingið betri hjá Smyril Line í fjør. ­ Vit framdu nakrar spar­ ingar í endanum av 2008, og tær hava eisini verið ein partur av betraða úrslitinum, sigur Peter Holm. Roknskapurin verður kunngjørdur í mars í ár, og hóast stjórin í Smyril Line ikki nevnir nágreiniligu tølini, so váttar hann kortini, at tey liggja har á leið, sum áður hevur verið ført fram. Frá risahalli til avlop Peter Holm, stjóri í Smyril Line, er væl nøgdur við úrslitið fyri 2009, ið væntandi vísir eitt avlop á umleið 13 milliónir krónur Hamas við samráðast Tann víðgongdi palestinski felagsskapurin Hamas er nú til reiðar at skifta orð við altjóða samfelagið. Tað sigur formaðurin, Ismail Hamiya, og hann leggur afturat, at altjóða samfelagið umfatar eisini USA og Evropasamveldið. Hamas hevur havt valdið í Gaza­ geiranum síðani í 2007. Amerikanarar meta felagsskapin sum ein yviorgangsfelagsskap, og ES vil heldur ikki hava formligar tingingar við hann. Ismail Hamiya sigur, at Hamas er sinnaður at tingast við altjóða samfelagið um at skipa eitt palestinskt ríki við markinum undan krígnum í 1967 sum grundarlagi. Medvedev til Noregs Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, fer til Noregs at vitja í næstum. Tað segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, eftir ein fund við norska starvsbróður sín, Jonas Gahr Støre, í Moskva í gjár. Tað er ikki greitt, nær vitjanin verður, men norsk bløð gita, at Medvedev kemur til Oslo í apríl. Á fundinum í gjár umrøddu teir báðir uttanríkisráðharrarnir millum annað møguleikarnar fyri samstarvi í tí arktiska økinum, men sambært Jonas Gahr Støre viðgjørdu teir eisini mannarættindini í Russlandi. Tað hevur verið nógv frammi seinastu tíðina, at Norröna átti at siglt umvegis Stavanger til og frá Hanstholm, men hetta er ikki ein møguleiki, sum leiðslan í Smyril Line umhugsar í løtuni FERÐASAMBAND Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað verður arbeitt frá fleiri síðum fyri at fáa Norrönu at leggja inn í Stavanger á veg til og frá Hanstholm. Formaðurin í Føroyingafel­ agnum í Stavanger, Tórður Olsen, hevur fyri stuttum úttala seg í blaðnum um hend­ an møguleikan, og hann vísti millum annað á, at ein spildurnýggj og nútímans havn er gjørd stutt uttan fyri Stavanger, har tað hevði verið upplagt at lagt inn. Eisini verður tann heilt stóra dillan, sum er uppi í tíðini, fylgd, og ein Face­ book­bólkur er stovnaður, sum stuðlar sigling hjá Norrönu til Stavanger. Stjór­ in sjálvur er tó ikki so væl kunnaður. ­ Eg havi í veruleikanum ikki hoyrt so ógvuliga nógv um hetta. Og hesin møgu­ leikin er ikki nakað, ið vit hava tosa um, sigur Peter Holm. Hann sigur, at teir hava fylgt einari ferðaætlan fyri 2009 og hava lagt somu ætl­ an fyri 2010. Og tað skal rættiliga nógv til, skal hend­ an ferðaætlan broytast fyri 2011. ­ Vit fokusera upp á tær rutur, vit hava. Skuldi tað hinvegin hent okkurt mark­ ant á økinum, so er Stavang­ er sjálvandi ein rættiliga áhugaverdur møguleiki, tí tað liggur rímiliga væl til farleiðina annars, sigur Peter Holm. Ferðamyndugleikarnir í Rogaland hava stóran áhuga í at fáa Norrönu at leggja inn í nýggju Risavika havn­ ina, og hava eitt nú gjørt eina presentatión av havn­ ini. Eisini hevur Tórður Olsen nevnt møguleikan at royna havnina á einum jóla­ túri úr Danmark. ­ Fyribils er eingin ítøki­ lig ætlan viðvíkjandi Stav­ anger, og tað skal sum nevnt rættiliga nógv til, skulu vit broyta verandi rutunet, sigur Peter Holm, stjóri á Smyril Line. Ongar ætlanir um Stavanger Við verandi støðu er neyvan sannlíkt, at Norröna fer at sigla upp á Stavanger