Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FEBRUAR 2010 • LESTRARBLAÐIÐ 7 seg út setrið og útlendsku lærustovnarnar stór. Øll vilja hava tey ungu at lesa hjá sær. Tí hava tey á setrinum eisini ment eitt gott samstarv við út ­ lendskar lærustovnar, so lesandi í Føroyum kunnu fara aðrastaðni at lesa í styttri ella longri tíðar­ skeið. Til dømis á Føroyamálsdeildini, har tey í mong ár hava luttikið í Nordplus samstarvinum. Her greiðir Turið Sigurðardóttir, professari og dekanur frá, at til ber at taka ein part av útbúgvingini uttanlands, men at ritgerðin skal skrivast her heima. – Her er umráðandi at minna á, at tá ein lesandi luttekur í hesum samstarvi, skal tað ikki hava eyka útreiðslur við sær fyri viðkomandi. Tí fær tann lesandi ferð og uppi­ hald goldið, umframt lestrar­ stuðulin, greiðir hon frá. Lítið, men gott Lestrarumhvørvið á setrinum er sjálvandi minni enn í risastóru ”Cam pus­økjunum”, sum vit kenna frá amerikanskum filmum. Kortini eru fleiri fyrimunir við at lesa í Føroyum. Bæði fakligir og sosialir. Fakligir, tí útbúgv ing­ arnar, sum verða bodnar út í Før­ oyum ofta eru tílíkar, sum tú ikki kanst nema tær aðrastaðni. Til dømis innan føroyskt mál, søgu og náttúru. – Tað er altíð brúk fyri fólki, sum duga føroyska málið væl og virðiliga. Bæði til undirvísing í miðnámsskúlunum, í miðlunum og á forløgum, sigur Turið Sigurð­ ar dóttir, sum sjálvandi heldur tað vera alneyðugt, at vit hava fólk við førleika at fara í dýpdina innan føroyskt mál og mentan. Eisini greiðir hon frá, at tey leggja stóran dent á at hava eina góða útbúgving og eitt gott studentaumhvørvi. – At umhvørvið er lítið, ger tað samstundis lættari hjá teimum les­ andi at koma á tal við lærarar og granskarar á deildunum. Hetta gev­ ur eisini ríkar møguleikar fyri einari livandi kjakmentan og ein um hugna ligum studentalívi við felags­ skapi og veitslum, sigur Turið Sigurðardóttir. Eisini vísir hon á, at møguleikarnir at arbeiða í skúlanum uttan fyri skúlatíð eru stak góðir. FØROYSKT MÁL OG BÓKMENTIR Bachelorútbúgvingin í føroyskum máli og bókmentum tekur 3 ár. Byrjað verður við tvey ára støðisnámi, har tú fært grund kunn leika til føroyskt mál og bókmentir, umframt vísindaástøði og samskifti. Á triðja lestrarári velur tú millum lestrarevni út frá áhugamálum og framtíðarætlanum tínum. Útbúgvingin gevur starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmálið er neyðugur. Eitt nú innan fjølmiðlar, fyrisiting og granskingarstovnar. Tá tú ert bachelor í føroyskum, kanst tú byggja oman á útbúgvingina á Fróðskaparsetrinum. Eitt nú til master (MA). SØGA- OG STJÓRN- MÁLAFRØÐI Nýggja bachelorútbúgvingin í søgu­ og stjórnmálafrøði er fyrsta royndin hjá setrinum at leggja hesar báðar lærugreinir saman í eina útbúgving. Enn eru allir snøklar ikki komnir upp á pláss, men sambært rektaranum á setrinum verður útbúgvingin heilt vist boðin út í ár. Ætlanin er, at tann lesandi tekur tvey støðisár við báðum lærugreinunum, og triðja árið ber til at velja annað teirra burturav. Eins og við øllum bachelor útbúgvingunum, endar hendan eisini við einari høvuðsritgerð. Til ber at byggja oman á útbúgvingina í Føroyum og í útlandinum.