hósdagur 4. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2010
Ráðgeving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Vilmynd Jacobsen
- Hví sigur ICES tað, tey
siga um, at okkara fiskiveiða
ikki er burðardygg? Jú, tað
er so einfalt. Tey siga tað, tí
Havstovan, sum er okkara
ráðgevandi stovnur á økin-
um, sigur tað. Adressan at
byrgja upp fyri áganginum
á okkara fiskavørur uttan-
lands, er bert hin eina. Hon
er Havstovan.
So avgjørdur er Olaf
Olsen, fyrrverandi reiðari
gjøgnum mong ár, fyrrver-
andi løgtingsmaður og fiski-
málaráðharri.
Hann leggur aftrat, at
umframt útsagnirnar úr Før-
oyum um, at vit ikki fiska
burðardygt, fer fram eitt
stórt lobby-virksemi, har
okkara kappingarneytar á
marknaðinum
royna
at
koma okkara fiskiveiði og
soleiðis eisini okkara fiska-
vørum í ringt ljós.
- Tá so okkara fiskavørur
verða boykottaðar, verður
meiri í teirra part, tó at fiski-
veiðan í teimum londum,
vit kappast á marknaðinum
við, ikki er petti burðar-
dyggari enn okkara fiski-
veiða, ið eg virkuliga meti
sum burðardygga í núver-
andi fiskidagaskipan.
Úr vón og viti
Olaf Olsen vísir á, at fiski-
frøðin fer altíð at siga, at ov
nógv verður fiskað. Hetta
tykist vera skúvan uttan
enda.
- Eg eri ógvuliga, ógvu-
liga troyttur av at hoyra
hetta jabbið upp í saman,
og tað ringasta av øllum er,
at útsagnirnar, sum koma
úr Føroyum, púrasta oyði-
leggja grundarlagið undir
øllum samfelagnum. Ja,
hetta eru virkuliga keðiligt
og í mínum hugaheimi, sum
havi fingist við fiskivinnu
alla mína tíð, púrasta úr vón
og viti.
Olaf Olsen sigur, at fiski-
menn og teir, sum varða av
fiskivinnuni, vita ikki alt.
Tað veit fiskifrøðin heldur
ikki.
Hann heldur, at gróður-
kanningarnar, sum Havstov-
an hevur gjørt seinastu
árini, geva okkum eina
góða ábending um, hvussu
lívsgrundarlagið hjá fisk-
inum er, og hvussu gongdin
kann væntast at verða.
- Vit fáa ongantíð eina
javna veiði í øllum fiska-
stovnum samstundis, og tá
er tað næstan líka mikið,
hvussu stórur ella lítil fiski-
flotin er og verður í framtíð-
ini. Søgan sigur okkum, at
tað altíð verður upp- og nið-
urgongd.
Olaf
Olsen
vísir
til
útróðrarflotan og teir, sum
fara á flot av og á.
- Tað hevur altíð verið
ymiskt, hvussu slík veiða
roynist. Viðhvørt er nógv at
fáa, og viðhvørt er lítið at
fáa. Tá lítið er at fáa, tíma
menn ikki at loysa, tí tað
gevur einki kortini. Tí sigi
eg: Latið menn fiska, tá
fiskur er – og tá einki er,
gerst ikki við. Men fiskurin
kemur aftur. Soleiðis hevur
tað altíð verið, og soleiðis
fer tað altíð at vera.
Fyrrverandi reiðarin og
skiparin reisir eisini spurn-
ingin, hvør hevur førleika
at meta um veiði og veiði-
trýst.
- Einki ringt um, at ein
kvinna, sum ongar royndir
hevur innan fiskiveiði, er
forkvinna í løgtingsins fiski-
vinnunevnd. Men hvaðani
fær hon sín kunnleika og
sína ráðgeving. Hon kann
væl ikki siga annað enn tað,
sum onnur siga henni. Tað
er so einfalt. Hon hevur
sína ráðgeving, og hvør er
ráðgevingin? Tað er stovn-
urin, sum altíð fer at halda,
at vit fiska ov nógv. Tískil
er væntandi, at útsagnirnar
hjá henni og øðrum, sum
uttan at blunka lurta eftir
ráðgevingini, fara at líkjast
teimum, sum við sínum
tilmælum ríva grundarlagið
undan hesum samfelag,
leggur hann aftrat.
Stórar avleiðingar
Olaf Olsen nevnir avleiðing-
arnar av hesi sonevndu ráð-
geving, sum higartil hevur
ført til, at hýsa undan Før-
oyum ikki kann virkast og
seljast á bretska marknaðin-
um.
- Vit sóu nú um dagarnar,
at virkið á Eiði læt aftur, tí
grundarlagið undir virksem-
inum er burtur. Kvinnur,
sum arbeiddu á virkinum,
fara heim, og sum tíðin
gongur, og ilt er at finna
annað arbeiði, taka tær
børnini úr barnagørðum og
fara at passa tey sjálvi – og
so gerast aftur fólk arbeiðs-
leys har. At slíkt virksemi
heldur uppat, kann skjótt
gera, at ringarnir breiða
seg, so avleiðingarnar á
ymiskan hátt breiða seg út
um samfelagið.
Fyrrverandi reiðarin, skip-
arin og politikarin vísir á, at
føroyingar
eiga
umleið
500.000 tons at fiska, tá
pelagiska veiðan er íroknað
eins og tann býtisfiskur, vit
Fiskifrøðilig ráðgeving rívur g
- Tað er bara ein adressa til tess at fáa útlendskar
fiskakeyparar at keypa føroyskar fiskavørur, og hon er
Havstovan. Keyparar lurta eftir havgranskingarstovninum
ICES, og tað er Havstovan, sum letur ICES síni tilmæli.
Haraftrat kemur, at okkara kappingarneytar dríva stórt
lobby-virksemi sum ger, at okkara fiskur kemur í ringt ljós,
sigur Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari, løgtingsmaður og
fiskimálaráðharri, sum er ógvuliga troyttur av at hoyra, at
trýstið á okkara fiskastovnar framhaldandi er ov stórt
Saddam-stuðlar stilla upp
Tað hevur vakt ans í Irak og aðrastaðni, at 500 fólk, sum eru
undir illgruna fyri at hava havt samband við fyrrverandi
einaræðisharran Saddam Hussein, sleppa at stilla upp til
tjóðartingsvalið, sum verður tann 7. mars. Upprunaliga vildu
myndugleikarnir ikki loyva teimum 500 at stilla upp, men eftir
kravi frá tí sunnimuslimska minnilutanum hevur tann almenna
valnevndin staðfest, at tey 500 hava heimild til at stilla upp
kortini. Sambært fjølmiðlunum stúrdu teir iraksku
myndugleikarnir fyri, at tað kundi elva til ófrið, um Saddam-
stuðlarnir ikki sluppu at stilla upp.
Einglabarrin bleiv til Kafe Kaspar
Tað voldi Hotel Hafnia trupulleikar, at tey kallaðu nýístandsettu kafe’ina, sum
vanliga verður nevnd Einglabarrin, fyri Nýggja Apotekið. Eftir at landsapotekarin
gjørdi vart við, at Apoteksverkið átti navnið, mátti Hotel Hafna broyta navnið aftur.
Nú boðar Hotel Hafnia frá, at nýggja navnið er Kafe Kaspar – eftir navnframa
tónleikaranum Georg Kaspar Hansen, vanliga nevndur Bakar Hansen, sum búði í
reyðu húsunum á Húsabrúgv, sunnan fyri Hotel Hafnia. - Tað er við bestu vælvild,
at vita hava eftirlíkað ynskinum frá heilsumyndugleikunum um at sleppa
apoteksnavninum, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia, sum eisini
heldur, at Kasparnavnið hóskar fram úr væl til akkurát hetta staðið.
- Vit fáa ongantíð eina javna veiði í øllum fiskastovnum samstund-
is, og tá er tað næstan líka mikið, hvussu stórur ella lítil fiskiflotin
er og verður í framtíðini. Søgan sigur okkum, at tað altíð verður
upp- og niðurgongd, sigur fyrrverandi reiðarin og politikarin