hósdagur 4. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010
– Tað er eingin forðing
at hava børn meðan man
lesur, heldur tvørturímóti,
sigur Durid Johansdóttir
Olsen. Meðan tey hava
lisið, hava Durid og
mað urin Símun fingið
trý børn, og fyri einum
mánaði síðani varð fjórða
barnið borið í heim.
lesnaður
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
í august 1998, bert 14 dagar eftir,
at tey vórðu gift, fóru Durid og
Símun Olsen niður til Keyp
mannahavnar at lesa. Hon fór at
lesa til pedagog og hann jarð frøði.
Nú, tólv ár seinni, situr Durid
og gevur fjórða barninum bróst,
meðan vit práta. Hon hugsar um
lestrartíðina, sum kanska hevur
verið eitt sindur atypisk, men
sum absolutt hevur verið góð.
– Eg byrjaði at lesa í august 98,
og í januar 2001 átti eg Miriam.
Eg var als ikki bangin fyri, at tað
skuldi ganga útyvir lesnaðin at
fáa eitt barn mitt í tí heila. Eg var
øgiliga spent, og lesnaðurin var
ikki so harður, so tað passaði væl
inn, sigur Durid. Hon var sjálv í
farloyvi í eitt hálvt ár, og maðurin
Símun tók eitt hálvt ár, áðrenn tey
hildu fram við lesnaðinum.
Næsta barnið
Durid gjørdi seg lidna sum peda
gog og fór beinanvegin at lesa
víð ari
til
teknmálstulk,
sum
ætlanin hevði verið allatíðina.
– Eg byrjaði at lesa til tulk í
september 2002, og í 2004 átti eg
Ísak. Tá var støðan ein onnur, enn
tá eg átti Miriam, tí tað var hart
og ein meiri krevjandi lesnaður
fyri meg. Tá hugsaði eg rættiliga
nógv um, hvussu tað mundi fara
at ávirka lesnaðin, greiðir Durid
frá.
– Eg var bangin fyri, at eg fór at
gloyma teknmálið og teknikkin,
um eg skuldi vera burturfrá í far
loyvi í eitt ár.
Men tað vísti seg, at stúranin
var ógrundað.
– Tá eg byrjaði aftur, kundi eg
væl fylgja við, og tað, sum eg
hevði lært, áðrenn eg fór í barsil,
sat tíbetur fast. So tað var ikki so
ringt, sum eg var bangin fyri.
Heim og niðuraftur
Men sum tað nærkaðist Durid at
gerast liðug, kendist lesnaðurin
tyngri og tyngri. – Lesnaðurin
gjørd ist meiri og meiri krevjandi,
vit fingu nógvan kritik allatíðina,
og eg gjørdist sera skúlatroytt.
Mær longdist heim, og tá Símun
fekk boðið starv í Føroyum, gjørdi
eg av at gevast, so vit kundu flyta
heim aftur.
Tá tey í februar 2006 vóru
komin heim var Durid við barn.
Men meðan Símun fór til arbeiðis,
mátti Durid vera heima, tí børnini
sluppu ikki inn á nakran stovn.
– Miriam var tá 5 ára gomul og
hevði ótrúliga stóran tørv á at
vera saman við øðrum børnum.
Hon var jú von við at vera í barna
garði, so tað var ringt fyri hana,
minnist Durid. Eisini Ísaki longd
ist eftir at sleppa í samband við
onnur børn. Men einki pláss var
fyri børnunum fyrr enn í august/
september.
Og í oktober 2006 átti Durid
triðja barnið, Silas.
– Eftir at eg hevði átt Silas, fekk
Símun eitt spennandi starv í
Grøn landi. Vit gjørdu av at fara
øll somul í eina tíð, og í fimm
mánaðir búðu vit í Grønlandi.
Men tá fekk eg aftur hug til at
gera meg lidna sum teknmálstulk,
minnist Durid.
Durid fekk góðan stuðul bæði
frá manninum og frá mammu síni,
sum eggjaðu henni til at flyta aft
ur til Danmarkar at gera seg
lidna.
– Eg hugsaði, at um eg slapp
inn aftur, um børnini fingu stovns
pláss og um vit fingu eina íbúð
aftur í sama stað, sum vit búðu
áðrenn, so skuldi eg fara. Og tá
allir brikkarnir fullu uppá pláss,
flutti eg einsamøll niðuraftur við
trimum børnum.
Trý børn og lesnað
Símun helt fram at arbeiða í
Grøn landi. Hann var 3 vikur
heima og 6 vikur burturi. Men
Børn og lestur – ein
Sìmun og Durid saman við børnunum Silasi, Mirjam og Ísaki, sum eru uppvaksin við lesandi foreldrum. Myndin varð tikin í summar, áðrenn Rósa, sum nú er ein mánað gomul, varð fødd.
Tað eru fleiri, sum ivast
í, um tað ber til at lesa,
tá børnini eru komin.
Tað eru enntá tey, ið setast
aftur við lesnaðinum, tí tey
síggja seg ikki før fyri at
fara undir eina útbúgving
og møguliga flyta av
landinum við børnunum.
Vit hava tosað við Durid
Johansdóttir Olsen, sum
hevur fingið trý børn
við manninum, Símuni,
meðan tey hava lisið
í Keypmannahavn.