Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 24 - 4. februar 2010 grundarlagið undan Føroyum kunnu fiska hjá øðrum. - Latið okkum taka henda fiskin, soleiðis sum vit gera í dag og fáa sum mest burt- ur úr honum. Hetta er tað, vit sum samfelag í fyrsta lagi hava at byggja okkara grundarlag á. Eg haldi, vit sum tjóð eiga at sláa kalt vatnið í blóðið og siga, at hetta er okkara tilfeingi, og tað verður umsitið burðar- dygt. Hann ásannar, at sjálvandi kunnu vit eins og aðrir troyta ávísar fiskastovnar ov hart, um hond ikki verð- ur hildin um ta skipan, vit hava, og her liggur ábygdir hjá okkara myndugleikum, ið skulu umsita hesa skip- an. - Men vit hava eina góða skipan og soleiðis, sum støðan er í løtuni, dugi eg onga orsøk at síggja til pan- ikk. Hjá okkum ræður um at halda hond um hesa skip- an, standa saman um hana og lata umheimin vita, at vit fiska burðardygt, tó at náttúran viðhvørt spælir okkum eitt puss, sigur Olaf Olsen. Fiskidagaskipanin Fyrrverandi vinnulívsmað- urin og politikarin, sum sit- ur á fleiri hagtølum enn nak- ar annað felag í Føroyum kann vísa á, sigur, at tað er ikki keypararnar uttanlands, sum vit skulu sannføra um okkara fiskiveiði, men Hav- stovuna og haðani ICES, tí tað er ICES, ið er ”tungvekt- arin” um okkara leiðir. - Vit hava eina góða fiski- dagaskipan, og eg dugi slett ikki at síggja, at tey skip, vit hava inni í skipanini í dag við tí fiskidagatali tey hava, á nakran hátt er ein vandi fyri okkara fiskastovnar. Okkara fiskifloti er ikki ov stórur. Við teimum avmarkingum, sum eru á grunninum, bæði við friðað- um økjum, gýtingarfriðing- um og tekniskum avmark- ingum, haldi eg avgjørt, at vit hava eina burðardygga fiskiveiðiskipan. Tey skip og teir fiskidagar, sum hesi skip og bátar hava, er avgjørt eingin hóttan fyri okkara fiskastovnar. Nakað annað er so tað, um neyðugt er at hava óbrúktar dagar ”hang- andi” inni í skipanini. Olaf Olsen vísir á, at okk- ara fiskiveiðiskipan ger, at alt, sum veitt verður, kemur til sættis. - Hetta er eftir mínum tykki ein ógvuliga góð skip- an, meðan aðrir dragast við kvotur, sum elva til útblaking og soleiðis eisini til ósamsvar í veiðihagtølum. Á pappírinum veiða lond, sum hava kvotuskipanir, kanska ikki ov nógv, men tann skipanin sigur einki um, hvussu nógvur fiskur doyr. Okkara skipan er tí nógv betri enn aðrar skip- anir, sum onnur lond nú vilja sleppa av við, leggur hann aftrat. Latið skipini fiska Men hvat hevði so Olaf Olsen gjørt, um hann var fiskimálaráðharri í dag? - Eg hevði latið tey skip og bátar, sum eru í vinnu, fingið frið, men eg hevði samstundis ansað eftir, at hond verður hildin um fiski- dagaskipanina, soleiðis at veiðitrýstið ikki sleppur at veksa av sær sjálvum við nýggjum og betri skipum. Men, sum er, dugi eg ongan trupulleika at síggja í, at skipatalið verður varðveitt eins og teir fiskidagar, sum hesi skip og bátar hava í dag. Tað er eingin orsøk at taka fleiri aktivar dagar úr skipanini aftrat, tí so nógvir eru tiknir frammanundan. Vit fáa ikki eina betri veiði fyri tann skuld, og hví skuldu vit tá gjørt tað, spyr hann. Olaf Olsen hevur tó merkt sær, at ein ávís hugburðs- broyting sæst millum fólk, sum starvast á Havstovuni, og í hesum sambandi nevnir hann fiskifrøðingin, Petur Steingrund, sum hann hevur stóra virðing fyri. - Petur Steingrund hevur verið inn á nógvum áhuga- verdum viðurskiftum og ikki minst týdninginum av gróðrinum á landgrunnin- um. Gróðurkanningarnar eru lutfalsliga nýggjar hjá Havstovuni, og royndirnar vísa longu nú, hvussu stór- an týdning gróðurin á land- grunninum hevur fyri vøksturin hjá fiski. Nú nýggjur stjóri er settur á Havstovuni, sigur Olaf Olsen seg vóna, at hesin fer at gera sær ómak at lurta og vera meiri varin í negativum útsagnum um burðardygg- leikan í okkara fiskiveiði. - Tað er nógv, sum fiski- frøðingar ikki vita, og tað er nógv, sum fiskimenn ikki vita. Men so við og við gerst vitanin – tann fakliga og royndirnar hjá teimum, sum eru á havinum – størri, og soleiðis fáa vit eisini eitt betri grundarlag at gera met- ingar á, sigur Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari, skipari og politikari, sum nú fylgir gongdini og kjakinum á síðulinjuni. Funnið 200.000 lík Myndugleikarnir í Haiti siga, at teir hava nú skrásett meiri enn 200.000 fólk, sum doyðu í jarðskjálvtanum tann 12. januar. Jean-Max Bellerive, forsætisráðharri, sigur við altjóða tíðindastovurnar, at meiri enn 200.000 lík eru funnin og jarðað. Bjargingar- og hjálparfelagsskapir hava fyrr sagt, at jarðskjálvtin kann hava kravt meiri enn 300.000 mannalív. Forsætisráðharrin sigur við AP- tíðindastovuna, at umleið 300.000 fólk eru á sjúkrahúsi, har tey fáa viðgerð fyri løstir, sum tey fingu í jarðskjálvtanum. Rotta komin til Nólsoyar Ríka fuglalívið, sum eitt nú telur størstu drunnhvítabýli í heiminum, er hótt, nú rotta er staðfest í Nólsoy. Á heimasíðu síni, www.jenskjeld.info, skrivar Jens Kjeld Jensen, at rottuspor eru funnin í kavanum, sum nú hevur ligið. Ikki er greitt, nær rotta er komin til oynna, sum annars hevur fingið frið fyri skaðadjórinum, men Jens Kjeld Jensen staðfestir, at hetta ber við sær, at fuglalívið í oynni nú er hótt. - Seinastu mongu árini havi eg til fánýtis barst sum úlvur á skóg fyri at verja oynna - til dømis havi eg roynt at fáa ta lógina setta í gildi, sum øll lond rundan um okkum brúka - at rottuskermar verða settir á allar bátar og skip, ið ferðast millum oyggjarnar, men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás! Fær rottan fótafesti í Nólsoy, drepur hon tað lív, ið er eftir í oynni - drunnhvítin hvørvur og lundin, sum hevur fingið fleiri lúsingar í seinastuni, fer eisini at hvørva, skrivar Jens Kjeld Jensen á heimasíðu sínari. - Eg eri ógvuliga, ógvuliga troyttur av at hoyra hetta jabbið upp í saman, og tað ringasta av øllum er, at útsagnirnar, sum koma úr Føroyum, púrasta oyðileggja grundarlagið undir øllum samfelagnum. Ja, hetta eru virkuliga keðiligt og í mínum hugaheimi, sum havi fingist við fiskivinnu alla mína tíð, púrasta úr vón og viti, sigur Olaf Olsen, sum vísir á, at adressan at byrgja uppfyri stongsli av føroyskum fiskavørum uttanlands er Havstovan - og bara hon