Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FEBRUAR 2010 • LESTRARBLAÐIÐ 11 super sameining Durid leyp útí aftur lesnaðin í Keyp mannahavn. – Skipanirnar í Danmark eru ótrúliga góðar, og tí ber tað væl til at lesa við børnum. Peningaliga letur tað seg gera, tí tú fært góðan stuðul, serliga so leingi bæði eru lesandi. Tá Símun fór at arbeiða, máttu vit rinda stóran part av m.a. ansingarplássunum sjálvi. Men tá tú lesur er tað meiri fleksibult, enn tá tú arbeiðir. Um børnini eru sjúk, ja, so eru tey sjúk. So ber til at lesa heima, og tað gongur ikki útyvir nakað annað enn lesnaðin, vísir Durid á. Í Januar 2009 fekk Durid lok­ sins prógvið sum deyvatulkur. Nú er hon farin at arbeiða, og nú merkir hon, at støðan er broytt. ­ Um børnini nú gerast sjúk, kann tað gerast ein stórur trupulleiki, um eg havi eitt tulkingararbeiði, og Símun eisini er upptikin, greiðir hon frá. Harumframt merkir hon nú, at man hevur nógv meiri tíð at nýta saman við børnunum, tá man les­ ur, enn tá man arbeiðir. Tá tú lesur kanst tú leggja tær tíðina til rættis í øðrvísi mun, enn tá tú arbeiðir. Sameint lestrar- og familjulív Durid kann avgjørt viðmæla at sameina lesnað og børn. – Eg haldi, at tað er ein fyri­ munur at hava børn meðan man lesur. Tú hevur eina fríheit á øðr­ vísi hátt, enn tá tú mást til arbeiðis hvønn dag. Spurd um hon og maðurin ikki hava saknað at livað tiltikna lestrar lívið í Danmark, svarar hon, at tað hava tey als ikki. – Tá tú fært familju, so er hon tað týdningarmesta. Tá snýr tað seg um at finna seg til rættis og skapa sítt egna lív. So nei, vit hava ikki saknað nakað, tí vit hava fing ið børn. Durid heldur ikki, at man skal setast aftur við lesnaðinum, hóast børnini eru komin. – Tað ber altíð til at royna. Og um tað ikki gongur, so kann man bara fara heim aftur. Tað er eingin skomm. Men man klárar altso meiri enn man heldur, og tíðin flýgur avstað, tá man er komin í gongd. Og eg haldi sum heild, at allar tær barnafamiljurnar, sum koma niður at lesa, trívast væl. – Men um heilsan hjá einum barni bilar, kann tað ganga út yvir lesnaðin. Sum heild lækkar man kanska ambitiónirnar eitt sindur, eftir at man fær børn. Og um barn ið er heilt nógv sjúkt kann lesnaðurin gerast drúgvari ­ella als ikki fullførast, vísir Durid á, og í sama viðfangi viðgongur hon, at tey hava fingið góða hjálp frá bæði foreldrum og ver for­ eldrum. Men hvussu so, tá man skal heim aftur? – Tað, sum fyllir nógv hjá okk­ um beint nú er, hvussu børnini fara at klára seg málsliga, tá vit fara heimaftur. Tað mugu vit so bara átaka okkum sum eina eyka uppgávu. Men børnini vita, at vit bert eru her í eina tíð, og tey kenna seg sum føroyingar, hóast vit búgva niðri, leggur Durid dent á. – Eg haldi, at tað veldst um, hvussu tú sært uppá lívið. Fyri mær er lívið ein ferð, og tað ræður um at fáa tað besta burturúr teimum umstøðum, eg nú einaferð eri í og at gleðast í teimum. Og hvør sigur, at børnini ikki kunnu hava tað eins gott í Danmark, sum í Føroyum? Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Tað er ikki óvanligt, at før oy­ i ngar fara uttanlands at lesa við børnum, ella at vit fáa børn í lestrartíðini. Tøl hjá Stuðulsstovninum vísa, at skrásetta talið av føroyskum børn um uttan­ lands í 2009 var 375. Talið hevur verið støðugt vaks andi seinastu árini. Úr 317 í 2005 til 375 í 2009. Hóast tað kanska sýnist, sum tey lesandi uppá seg hava fingið fleiri børn, so er tað ikki víst, at tað er soleiðis. Heldur man or søkin vera, at talið av lesandi uttan lands er hækkað, og við tí er barna­ talið uttanlands eisini hækk­ að. Tølini eru grundað á um ­ sókn irnar um ferðastuðul, sum tey allarflestu lesandi senda Stuðuls stovninum á hvørjum ári. Eingin neyv skráseting er um, hvar í heiminum børnini eru, men sambært Stuðul­ stovninum eru nógv tey flestu børnini í Danmark. Sosialu skipaninar í Danmark eru eisini serstakliga góðar fyri tey, ið lesa við børnum. Í ÚSUN­skipanini, sum fevn i r um lond, ið ikki eru norð urlond og har høvuðs­ málið ikki er enskt, eru ógvuliga fá lesandi, ið hava børn. Nærum 400 føroysk børn »lesa« uttanlands Árstal: Tal av børnum uttanlands: 2005: 317 2006: 336 2007: 344 2008: 368 2009: 375