hósdagur 4. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2010
13
Miðflokkurin er stúrin
fyri teim gomlu, nú tey
skulu gjalda eitt sindur
afturat fyri heimahjálp,
ella tá tey fara á eitt
sambýli.
Eg haldi nú ikki, tað er
grund at vera so stúrin, tí tað er helst tann bólkur í
samfelagnum, ið fíggjarliga er frægast fyri.
Tey flestu av teim gomlu sita í útgoldnum húsum og
ofta við ikki so lítlum kapitali á bók, ið vanliga bert
arvingarnir fáa gleði av!
Jú, summi gomul eru fíggjarliga illa fyri, treyðugt so,
men tað er ein annar trupulleiki og skal loysast yvir tað
sosiala systemið.
Nei, Jenis, hatta er ein vánalig sak, men populistisk
og gevur uttan iva stemmir.
Tit skuldu heldur brúkt tykkara kreftir upp á tað unga
og yngra fólkið, sum nýliga hevur sett búgv og kanska
tikið búðstaðarlán upp á 1,5 mill. ella meir, tey hava tað
tungt fíggjarliga, og tað eiga ikki at vera nógv av
teimum, ið hava 4.000 eftir, tá alt er goldið.
Tey gomlu!
smittun@email.fo
Símun mittún
Tú kanst lumpa alt fólkið
eina tíð,
og ein part av fólkinum
alla tíðina, men tú kanst
ikki lumpa alt fólkið alla
tíðina.
Abraham Lincolm
Inngangur
Tað var einaferð um miðj
una av seinasta árhundrað,
at 2 evnaríkir ungir føroy
skir studentar fara niður at
lesa til tess at vera landin
um at gagni og fólkinum
fyrimyndir og vitar.
Teir gerast lidnir við sín
lesnað, fáa embætisprógv
og glíða stillisliga inn í
tann danska akademiska
heimin.
Meðan teir soleiðis undir
og aftaná lesnað ganga á
asfaltinum í Keypmanna
havn, verða teir brádliga
drignir inn í meldurin av
ideologiskum hvirlum,
sum ídag verður kallað 68
uppreisturin, og sum kann
taka sjálvt tann besta av
fótum, og hugfarðsliga fáa
ung fólk at fara undir
nýhugsan og endurskapan
av samfelagnum.
Um hesa tíðina er óført
at vera mitt í turbulensin
um í stórbýnum og vera
við í øllum hesum nýggja
– vit hugsa um Beatles,
Bob Dylan, Rolling Stones
og fleiri....... fríheitin er
nærmast uttan mørk, og
ungdómurin hevur fingið
loyvi til at vera til.
Onki er at siga til, at
hesir báðir idealistisku og
vællisnu ungdómar gerast
hugtiknar av tíðarrenslin
um og verða knýttir at
nýggjum ideologiskum
rørslum, ofta við uppruna í
tí føroyska umhvørvinum í
Keypmannahavn altso ein
diasporarørsla ætlað til at
verða fosturlandinum (t.e.
Føroyar) at gagni.
Í hesum umhvørvi er
hugburðurin sjálvstýri,
líkarættur og tað
klassaleysa samfelagið.
Men tíðin gongur, og
ungdómsins idealisma
kann kámast og helst eisini
fjarða heilt burtur, og
fosturlandið kann til síðst
eisini gerast eitt heldur
kámt og lítiðsigandi hugtak
– ja, kann fyri tann
intellektuella gerast ein
anakronisma, um so er, at
ein ikki er partur av heima
umhvørvinum í hesum
føri Føroyum.
Hvussu var og ikki við
hesum báðum okkara
studentum er ilt at siga,
men vit hava tey nógvu
seinastu árini merkt rákan
og hugflogið av teimum í
føroyskum bløðum – ikki
hissini ráki, ikki hissini
hugflog.....
Aftaná at hesir okkara
ungdómar, sum nú eru í
60unum, og sostatt ikki eru
ungdómar longur, og hava
verið 4050 ár í diasporu,
kanska eru vorðnir nakað
fjarðir, hvat viðvíkir at
hava alsk til tað verandi
Føroyar, men helst er nærri
knýttir einum tanka um tær
gomlu Amtsføroyar, er
onki at siga til, teir búgva
jú ikki her.
Men!
Hvussu ber tað til, at hesir
báðir við vitskapiligari
útbúgving og góðum aka
demiskum størvum ikki
duga at bera teirra boðskap
fram í vísindarligum ella
seriøsum høpi í føroyskum
fjølmiðlum, men framføra
púra subjektiv hugarensl
um alt tað, sum hevur við
føroyskt medvit og sam
leika at gera?
Orsøkin kann verða, at
okkara studentar (Rolf og
Virgar) sum onkur hevur
framført, hava verið so
leingi burtur, at teir av
ósketni hava mist alt
samband við tær nýggju
Føroyar.
Erasmus Montanus
Í seinastuni hevur Rolf
Guttesen lagt eftir Oddvør
Johansen og øðrum, og
ákærir tey fyri, í sínum
innleggi í bløðunum, ikki
at vera nágreinilig og
kanska ov lítið vísindarlig,
til hetta er at siga at fram
førðslur og prógvførðslur
nar hjá studentunum báð
um (Rolf og Virgar) eru
meinlíkar teimum sum
Erasmus Montanus fram
førir yvirfyri heima
fólkinum:
At vera fullur er gott, tí
ein fullur sovnar, tann sum
svevur syndar ikki, ergo
syndar tann fulli ikki.
Hetta skal skiljast so, at í
heimsmynd Rolf´s og
Virgar´s eru bara mistøk,
óndskapur og terrorisma
hjá tí føroysku sjálvstýris
rørðsluni, prógvførðslan er
sum tann hjá Erasmus
Montanus. Alt tað á
sambandsleið er gott.
Hví!
Hvussu ber tað til, at í
aðrar mátar fornuftigir
menn fara so út eftir
tangentinum, at teir gerast
í øðini, fara í berserkara
gongd og kalla føroyskar
mótmælisgongur fyri
terrorismu, meðan somu
mótmælisgongur á Ráð
húsplássinum og uttanfyri
Christiansborg eru sunn
heitstekin hjá demokratin
um. Hvat er munurin her?
Jú munurin her er sum
eg dugi at síggja sambart
studentunum báðum, at í
Føroyum er málið national
isma – man merkt die
absicht und ist
verstimmt.
Hvat er galið við tí
føroysku sjálvstýrisrørðsl
uni (les: Sjálvstýrisflokki
num, Fólkaflokkinum,
Tjóðveldisflokkinum) eru
teir ikki fólkavaldir?
Og hvat er so gott við
sambandsrørðsluni (les:
Sambandsflokkurin, Javn
aðarflokkurin) eru teir
ikki eisini fólkavaldir?
Post scriptum
Nógv kann verða sagt
afturat um ókritisku og
einsíðugu skriving student
anna (Rolf´s og Virgar´s),
men lat tað fara.
Eg fari ikki at skriva
meira hesafer, og eg fari
heldur ikki inn í nakað
blaðtjak við nakran av nú
poststudentunum, tí teir
eru, sum Oddvør Johansen
sigur, passé – hoyra eini
aðrari tíð til.
Erasmus Montanus og Rolf Guttesen/Virgar Dalsgaard
Albert iSfeld
Eg síggi í fjølmiðlunum, at
borgarstjórin í Skúvoy,
Harry Jensen, boðar frá, at
hann nú hevur sent eina
skrivliga áheitan til løg
tingslimirnar viðv. farma
flutningi til og frá Skúvoy.
“Til stuttleika” sigur
hann í somu grein frá
hendingini seinasta heyst,
tá eg skifti orð við 2
umboð fyri Skúvoy á
Tinghúsvegnum, um játtan
ina til havnina í Skývoy.
Fyri mær var tað ein ráki
av álvarsemi yvir samrøð
uni vit høvdu saman, tí tað
var greitt, at játtanin til
havn úti í Skúvoy kom at
verða strikað á fíggjarlóg
ini fyri 2010, tí pengar ikki
vóru til hesa íløguna.
Í samrøðuni komu vit
inn á verjugarðin, og eg
fekk at vita, at vandi var
fyri at hesin kundi fara, tí í
støðum sást hóttafall á
honum.
Meðan vit samskifta um,
hvat kann gerast og hvør
kostnaðurin er fyri at
styrkja verjugarðin til
bátahylin í Skúvoy, nevni
eg, at tey altíð kunnu senda
eitt skriv til Rættarnevnd
ina, men borgarstjórin
tykist meira upptikin av
fótarbeiði mínum, og tað er
so hansara val. Tó haldi eg,
at hann man vera tann
einasti, sum hevur sagt
meg missa jørðforbindilsið,
tí tey flestu meta meg at
hava bæði beinini plantað í
so trygt á jørðini.
Eftir at hava kannað,
hvørji brøv eru komin til
Rættarnevndina, vísir tað
seg, at onki bræv er komið
til nevndina úr Skúvoy, og
tí hevur Harry Jensen
heldur onki svarskriv
fingið.
Verjugarðurin úti í
Skúvoy.
Men samgongan
gloymdi ikki Skúvoy, tí á
fíggjarlógini fyri 2010,
stendur undir konto
15.38.1.14, at hellan undir
verjugarðinum til verandi
bátahyl er at kalla máað
burtur, og at støðan er sera
vánalig. Tí verða játtaðar
2,0 mió. kr. í 2010 til
ábøtur á verjugarðin til
verandi bátahyl.
Eg vóni, at hesar 2 mió.
kr. muna nakað til neyðug
ar ábøtur á verjugarðin í
Skúvoy og rokni við, at
Harry Jensen og eg eru
samdir í tí, “at betur er
bøtandi hond enn spillandi
tunga”.
Havnin/verjugarðurin úti í Skúvoy
tingmaður fyri
Sambandsflokkin
Alfred OlSen
SØCLA (20 kg)
Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir,
ið geva mjólk. Inniheldur serliga olju-
blanding við týdningarmiklu omega-3
og omega-6 feittsýrunum, ið gev ein
blankan og skínandi pels. Er tískil sera
gott til hundar við húð- og pelstrupul-
leikum. SØCLA er eisini gott til aktivar
hundar. SØCLA inni heldur C-vitamin.
Fyri posan ......kr. 540,-
SKYTTENs KAT (15 kg)
Turrfóður til kettur við nógvum pro tein-
um frá fi ski, fl ogfenaði og eggum. Inni-
heldur úrdráttir úr høsnarungalivur, ið
m.a. stimbrar smakkin. Lága PH-virðið
fyribyrgir urinsteini (struvitkrystallum).
Inniheldur TAURIN, ið er ein aminosýra,
ið hevur týdning fyri nethinnuna, hjarta-
muskulaturin og immunverjuna.
Fyri posan ......kr. 390,-
SPECIAL (20 kg)
Turrfóður til vaksnar hundar við van lig-
um tørvi. Serlig oljublanding við týdn-
ingarmiklu omega-3 og omega-6 feitt-
sýrunum gevur ein blankan og skínandi
pels og syrgir fyri at pelsurin ikki gerst
turrur. Er tískil eisini sera gott til hundar
við húð- og pelstrupulleikum. SPECIAL
er eisini sera gott fóður til eldri hundar.
Fyri posan ......kr. 450,-
SKYTTENS hunda- og kettu-
fóður er hágóðsku fóður,
fram leitt í Danmark. Fóðurið
inniheldur ikki konser verings-
evni, litevni, aroma evni ella
sojaprotein.
Bíleggjast kann við at senda t-post til kho@olivant.fo ella við at ringja á tel. 22 12 40. Ókeypis útkoyring í Tórshavn
Ert tú góður við tíni húsdjór?
So er SKYTTENS hunda- og kettufóður rætta valið