hósdagur 4. februar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010
Hvussu eitur tú:
Sølvi Simonarson
Hvaðani ert tú:
Klaksvík
Hvat lesur tú:
MSc í Altjóða Samskifti (2.
semester)
Hvar lesur tú:
Háskóla Íslands í Reykjavík.
www.hi.is
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Háskóli Íslands (HÍ) er elsti og
størsti av sjey lærdum háskúlum í
Íslandi. Seks høvuðsdeildir eru á
skúlanum;
samfelagsvísind,
heilsu vísind, hugvísind, lærara-
og
náms frøði,
verkfrøði-
og
náttúruvísindadeild og onnur fak.
Undir hvørjari av hesum deildum
finnast aftur aðrar deildir við
ymsum serøkjum. Skúlin er sera
væl útgjørdur við nýggjari tøkni,
bókasavni, bókahandli, rann sókn-
arstovum, kaféteria o.s.fr. HÍ
leggur seg eftir at verða ein hægri
altjóða lærustovnur á høgum
støði, við útlendskum ser frøðing-
um sum gestalærarum, skiftis-
næmingum, undirvísing á ensk-
um í nógvum fak um o.s.fr. Av
teimum uml. 14.000 næmingunum
á skúl anum eru 2/3 konufólk og
1/3 mannfólk, og áleið 1.100 eru
skiftis næmingar úr øllum heim-
inum.
Hvussu kanst tú lýsa
lestrarlívið:
Her er eitt sera gott lestrarlív,
bæði á campus, men eisini á
kaffihúsum inni í býnum o.s.v.
Góðir íbúðar møguleikar, bæði
fyri støk og pør við børnum á
studentargarðinum, har barna-
garðar og skúlar liggja á campus
ella beint við.
Reykjavík er ein spennandi og
hugnaligur lítil stórbýur við fjøl-
broyttum mentanarlívi, kaffi hús-
um, matstovum, náttar- og hand-
ilslív. Góðir og bíligir møguleikar
at flúgva til ymsastaðni í Europa
og USA, og/ella at ferðast runt í
Íslandi.
Fyrimunir og vansar við at lesa
har, tú ert:
Haldi, at tað einans finnast fyri-
munir, møguleikar og avbjóðingar
við at lesa í Íslandi.
Fleiri upplýsingar kunnu finnast
á www.mfsisland.com
Hvussu eitur tú:
Sanna Andrassardóttir Dahl
Hvaðani ert tú:
Hálvt havnarfólk og hálvur
klaksvíksingur
Hvat lesur tú:
Eg taki master í bókmenta- og
mentanarfrøði. Havi tvær
bachelor útbúgvingar, onnur er í
íslendskum máli og bókmentum
frá Háskúla Íslands, og hin er í
almennari bókmentafrøði úr
Lund.
Hvar lesur tú:
Eg lesi í Lund í Svøríki, men seinasta hálva árið havi eg lisið á
Bilkent Universiteti í Ankara í Turkalandi.
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Í Turkalandi er alt øðrvísi, og universitetið var ikki nakað undan-
tak. Hóast støði var høgt, var tað í summar mátar sum at koma
aftur í fólkaskúlan. Møtiskylda, uttanatslæra og karakterir fyri,
hvat mann sigur í tímunum. Undirvísararnir eru altíð ógvuliga væl
skipaðir og fyrireikaðir og krevja nógv av næmingunum. Um næm-
ingarnir ikki eru aktivir í tímunum, verða teir spurdir. Næmingarnir
hava ofta framløgur, og við jøvnum millumbilum eru próvtøkur. Í
Reykjavík og Lund var eg von við, at tað var mest at gera beint
upp undir próvtøkurnar, men á Bilkent ert tú allatíðina undir trýsti,
tí tú veitst ongantíð, nær tú kemur til eina óvæntaða próvtøku. Í
Reykjavík og Lund er undirvísingarhátturin heilt øðrvísi, og dentur
verður lagdur á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at læra
tað, sum verður kravt fyri at klára próvtøkurnar.
Bilkent er eitt kostnaðarmikið privat fróðskaparsetur, og tí er
ikki óvanligt at síggja tey lesandi ganga við dýrum Gucci-urum og
koyra í Mercedes bilum. Í Turkalandi er ein landsumfatandi
upptøkuroynd til hægri læristovnar, og fyri at sleppa inn á Bilkent
skal miðalkarakterurin í hesari roynd vera høgur. Tey bestu fáa
lestrarstyrk frá Bilkent, men universitetið hevur eisini lesandi, sum
sjálvi rinda skúlagjald. Tvey sløg av lesandi ganga har, tey, sum
eru sera dugnalig og hava arbeitt hart fyri at sleppa inn, og onnur,
sum hava rík foreldur. Týðiligur munur var á hesum lesandi. Teir
flestu turkar, sum eg las saman við, arbeiða hart og taka eini 9 fak
hvørja hálvu, hóast 5 er tað kravda, og eru tí fyri tað mesta á
skúlanum ella bókasavninum. Turkisku vinirnir, eg hevði, høvdu
ikki nógva avlopstíð til “at hanga út í”. Teir fingu styrk frá skúlan-
um og tí var neyðugt at fáa góðar karakterir í øllum próvtøkunum
fyri at fáa styrkin aftur komandi ár. Eg møtti ongum lesandi í
Bilkent, sum hevði arbeiði við síðuna av.
Lund hevur skiftisavtalu við Bilkent, og hvørt ár sendir Lund ein
næming til Bilkent og Bilkent ein til Lund. Eg søkti Bilkent sum
nummar eitt og slapp inn. Eg fekk stuðul frá evropeiska felags-
skapinum Erasmus, og teir guldu eisini fyri málskúla í tríggjar
vikur, áðrenn universitetið byrjaði. Sum Erasmus skiftisstudentur
sleppur mann til ymisk lond í Evropa og Turkalands. Av tí at eg
vildi sleppa at uppliva onkra øðrvísi mentan og læra meg eitt mál,
sum ikki er í ætt við tey, eg dugi, søkti eg til Turkalands.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið:
Flestu turkisku lesandi búgva á kampus, universitetsøkinum, og í
flestu kømrum búgva trý saman. Har eru duravørðar, og tað er
hvørki loyvt at taka alkohol inn við ella sovandi gestir. Kampus er
stórt og flott, og har eru nógvar kaféir og matstovur og alskyns
hentleikar, men hóast tað royna flest allir skiftisnæmingarnir at
finna íbúðir í býnum. Har kemur mann nærri at einum autentiskum
turkiskum umhvørvi, og har er nógv bíligari at búgva. Tað gjørdi
eg eisini, eg búði saman við tveimum italum, sum eg møtti á
málskúla í Samsun við Svartahavið í fjør summar. Tað tekur
umleið hálvan tíma við bussi at koyra inn í býin frá
universitetinum.
Fyrimunir og vansar av at lesa har tú vart:
Tað var eitt sindur løgið at hava nógvar tímar hvønn dag
samanborið við í Lund, har eg bara hevði heilt fáar tímar um
vikuna, og at tað hartil var møtiskylda. Tað er hart at vera í skúla
allan dagin og so hava eina rúgvu at lesa og uppgávur at skriva um
kvøldarnar og í vikuskiftunum.
Lund er ein ótrúliga deiligur studentabýur. Har er vakurt, hugna-
ligt og avslappandi stemningur. Ankara er heilt øðrvísi. Har búgva
eini 5 milliónir, og har er altíð nógv ferð á. Men hóast tað geva
fólk sær góðar stundir at steðga á, og eitt tað fyrsta, eg hugsaði, tá
eg kom til Turkalands, var, hvussu blíð, hjálpsom, opin og vinarlig
fólkini vóru.
Turkaland er eitt stórt, vakurt og fjølbroytt land, maturin er eitt
kulinariskt upplivilsi, málið flott, og har er bíligt at ferðast. Eg
nýtti hvønn møguleika, eg hevði - í frídøgum og annaðhvørt
vikuskifti at ferðast runt í landinum.
Tað hevur verið ein fantastiska spennandi og lærurík tíð, og eg
vil mæla øllum til, sum hava møguleikan at fara sum
skiftisnæmingur, at taka av.
Hvussu eitur tú:
Arnfríð Lützen
Hvaðani ert tú:
Eg eri úr Klaksvík, men øll míni
barnaár havi eg búð í Norðra-
gøtu.
Hvat lesur tú:
Føroyskt
Hvar lesur tú:
Á Fróðskaparsetrinum, føroya-
máls deildini
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Eitt hugnaligt umhvørvi, har tað
er eitt gott og tætt samstarv ímill-
um lærarar og næmingar. Í skúl-
anum eru næmingar í øllum aldri
og við ymsum bakgrundum og
før leikum, ið ger undirvísingina
spennandi og fjøltáttaða.
Hvussu kanst tú lýsa
lestrarlívið:
Tað krevur nógv heimaarbeiði,
antin við framløgum ella lesnaði.
Tað er so at siga eitt fulltíðarstarv,
har hvørt semestur er ymiskt,
bæði við arbeiðsbyrðu og tímatali.
Tó er man virkin allatíðina og
lærir ótrúliga nógv fjøltáttað um
føroyska málið.
Fyrimunir og vansar av at lesa
har tú ert:
Fyrimunurin er fyrst og fremst, at
tú ert í Føroyum og lesur. Á før-
oyamálsdeildini ert tú saman við
góðum lærdum fólki og fært alla
ta hjálp, ið tú hevur tørv á. Smáu
viðurskiftini gera at tú fært eitt
tættari tilknýti til lærarar og aðrar
næmingar, heldur enn at vera ein
út av fleiri hundrað, ið eftir mín-
um royndum ikki var heilt so
gott.
Vansarnir eru í veruleikanum
nokk teir somu sum fyrimunirnir.
Smáu viðurskiftini gera, at útboði
av lærugreinum er í minna lagi,
og saknur kann vera í einum
meira aktivum og livandi lestrar-
lívi.
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com