hósdagur 4. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 24 - 4. februar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tá tað spurdist, at ein av okkara
stóru og viðurkendu listamálarum,
Hans Jákup Glerfoss, búsitandi í
Danmark, var slóknaður, var tað
náturligt, at fólk spurdu, hvar
hann verður jarðaður.
Saman við familjuni ynskti
kona listamálaran, Dagmar, at
maður hennara skuldi jarðast í
Hirtshals. Hans Jákup Glerfoss
varð jarðaður í kirkjugarðinum í
Hirtshals, har eisini “Hirtshals
Kirke” stendur. Hetta var ein
náttúrlig avgerð fyri familjuna, tí
Dagmar og Hans Jákup hava
búleikast meginpartin av teirra
samlívi í Hirtshals, har tey eisini
høvdu vinarskara.
Kirkjugarðurin kring “Hirtshals
Kirke,” sum liggur miðskeiðis í
býnum, er sera væl hildin, og er
ein vakur og friðfullur frístaður at
spáka í ella um ein vil rinda sær
møðina eina løtu, ikki minst hjá
teimum, sum eiga ein gravstað í
hesum hugnaliga og væl røktaða
kirkjugarði.
Einkjan eftir listamálaran ætlar
sær at verða búgvandi í Hirtshals,
og tá kirkjugarðurin ikki liggur
langt frá miðbýnum, verður tað
lætt hjá henni, friðfullu vár- og
summardagarnar í Norður-Jyl-
landi, at spáka sær ein túr á
grøvina hjá manninum.
Jarðarferðin úr Malta
Jarðarferðin var úr nýggja sam-
komusalinum á Malta, hjá før-
oysku brøðrasamkomuni í Hirts-
hals,
mikudagin
20.
januar,
kl.13.00 Hetta er fyrsta jarðarferð
úr nýggja salinum. Ervið varð
hildið í gamla sali. Tað var Ari
Johanneson, sonur Dagmar, sum
var organistur undir jarðarferðini.
Væl av fólki hevði leita sær til
jarðarferðina, har salurin var mest
sum fullsettur, og familjan í Før-
oyum møtti talsterk upp. Heitt
varð á undirritaða um at hava tal-
una til jarðarferðina. Tað var ikki
torført at finna tey góðu orðini
fram um Hans Jákup, og eisini
kendist tað sum ein sannur heið-
ur.
Sangblaðið, sum varð gjørt í
Føroyum, og sum onkur í familj-
uni hevði við sær til Danmarkar,
innihelt tveir sangir, sum Hans
Jákup sjálvur hevur skrivað. Tann
fyrri, sum varð sungin beint eftir
taluna, var sangurin:
Eg visti um Jesus og hansara leið,
men líta heilt á hann, tað tordi eg ei;
eg tonkti sum so: tú sært hvat tú gert.
Nei, Jesus hann tekur teg ei.
Kistan varð borin út, meðan sein-
asta ørindi í sanginum varð sung-
ið. Ein høgt elskaður sangur mill-
um trúgvandi í Føroyum. Hin
sangurin var:
Fagrari sang eg skal syngja enn nú,
tá ið mín sál verður frí
úr hesum fongsli, sum rópast mín
búð,
og kemur Himmalin í,
trúgv mín er tann, at eg møta skal
har
øllum eg elskaði her
og eru kallað har heim undan mær
inn í Guds heilagu verð.
Áðrenn sangurin varð sungin
greiddi Sámal á Toftini frá, at
Hans Jákup skrivaði sangin á eini
samkomulegu í Zarepta fyri
nógvum árum síðani. Hans Jákup
var so glaður fyri dagarnar í Zar-
epta, at hann ynskti at skriva ein
sang sum eina kvøðu frá honum
til Zarepta og allar leguluttakarnar.
Nakað seinni skrivar Hallgrím
Miðberg eitt lag til sangin. Hall-
grím hevur sangin við á eini fløgu
hjá sær, sum hann gav út fyri eini
tíð síðani.
Gullak Madsen, búsitandi í
Hirtshals, legði fyri við bøn. Hann
læs ein bíbliutekst frá Jóhs. 11,21-
27v. um Jesus, sum er bæði upp-
reisnin og lívið, og segði nøkur
góð og innleiðandi persónlig orð
um Hans Jákup. Hans Poulsen og
Vanda, sum er abbadóttur Hans
Jákup, ynsktu at minnast hann við
einum solosangi, sum varð vakurt
sungin av Hans.
Finngerð, dóttir Jens Juul Sól-
bjørg, og sum er búsitandi í Skot-
landi, bær fram eina vakra heilsu
til minnis um Hans Jákup, sum
var fostupápabeiggi hennnara.
Dóttur Hans Jákup, Hansa, sum
býr í Leirvík, hevði eina góða og
kensluborna talu um kæra pápa
sín, sum hon sjálv tók til. Ein
kundi hoyra, at her er ein dóttur,
sum sá landskenda listamálaran
bæði sum sín elskandi pápa og
sum fólksins skapandi listamann.
Hon tosaði um hann sum pápan,
sum listamálaran, og sum yrkjar-
an. Hon læs nakrar av hansara
góðu og beinraknu yrkingum. Eis-
ini læs hon eina heilsu til pápan
frá beiggja sínum Magnus Paula.
Hann skrivaði heilsanina, meðan
hann sæt við sjúkrasongina hjá
pápanum á sjúkhúsinum í Hjør-
ring. Hetta var ein kærleiks- og
takkarkvøða frá soni til faðir, sum
hann eisini læs fyri pápa sínum
stutt áðrenn hann slóknaði.
Hansa hevur tann heiður at eiga
eitt av seinastu listarligu stórverk-
unum hjá pápanum, sum er Heil-
aga Kvøldmáltíðin. Hon sigur, at
hon mangan hevur spurt pápa sín
hvør av teimum 12 er Judas, men
tá svaraði pápi altið: “Góða mín,
eg vil ikki døma nakran av teimum
at vera Judas!”
Talan
Talað varð yvir tekstin í 2.
Sám.7,12-16v. Dentur varð lagdur
á sáttmálan millum Gud og Dávid,
sum var ein treytaleysur og ævigur
konga-sáttmáli, sum profetiskt
peikar fram ímóti æviga og treyta-
leysa Golgata-sáttmálanum, sum
Gud gjørdi við son sín, tá hann
offraði seg sjálvan sum syndoffur
fyri mannaættina – ein sáttmáli,
sum øll koma inn undir, sum
trúgva á son Guds.
Brot úr taluni:
“Var hesin sáttmálin partvíst treyt-
aður av okkum, so komu hvørki
Hans Jákup, eg ella nakar av
okkum, sum eru her í dag, vegin
fram til Himmals... Hans Jákup
upplivdi nokk ikki tað ovurhonds
stóra ríkidømi í krónum og oyrum
í listini, men ríkidømi hevði hann
í gleðini at kunna skapa nakað á
løriftinum, eitt ríkidømi, sum ein-
ans sonn listafólk kenna til. Upp-
liva listamálarar eina ovurhonds
sálargleði í at síggja skapanina av
eini mynd koma upp á lørifti, so
uppliva mangir teirra í sama mál,
eina sálarliga frustatión og for-
tvivlilsi, tá íblásturin letur bíða
eftir sær og pensilstrokini ikki fáa
tað rætta listarliga flogi. Nakað
soleiðis kann eg hugsa mær, at
lívsleiðin hjá listamálaranum,
Glerfoss, hevur verið frá tíð til
aðra; uppi á tindunum, tá palettin,
litirnir, pensilin, fingrarnir og lør-
ifti var sum ein spælandi eind,
men niðri í dalinum, tá einki av
hesum vildi tað, sum hann vildi...
onkur hevur samanborið manna-
lívið við palettina, at lívið er sum
ein palet við mongum litum, bæði
bjørtum og daprum litum. Soleiðis
var lívið hjá Hans Jákup, saman-
sett av mongum vøkrum, bjørtum
og spennandi litum, saman við
teimum gráu, myrku og dapru.
Men listamálarin veit, at megnar
tú at nýta allar litirnar og blanda
teir rætt saman á palettini, so fært
tú tað fullkomnu myndina á lør-
ifti. Nú hevur Hans Jákup lagt pal-
ettina fyri seinastu ferð, og teir
ymisku litirnir eru gingnir upp í
eina fullkomna eind, sum er tann
fullkomni málningurin.
Á grøvini
Í Danmark er ikki sum í Føroyum,
at tað verður gingið aftan á lík-
vogninum, men tá alt fólkið var
savnað uttanfyri kirkjugarðsliðið,
norðanvert høvuðsdyrnar til kirkj-
una, fór líkfylgið aftan á kistuni
til grøvina. Á grøvini vórðu tveir
sangir sungnir, annar var kendi
sangurin hjá Victor Danielsen: Ja
sig honum takk. Hin sangurin var
eitt svenskt ørindi, sum nokk ikki
verður ofta sungið við eina grøv,
men hvørs boðskapur egnaði seg
væl til Hans Jákup:
Vem kan segla forutan vind?
Vem kan ro utan åror?
Vem kan skiljas från vennen sin
utan att fella tårar?
Jag kan segla forutan vind.
Jag kan kan ro utan åror,
men ej skiljas från vennen min
utan att felle tårar.
Tað varð eingin tala hildin á grøv-
ini, men ein bíbliutekstur úr
Op.21,1-6v. varð lisin upp saman
við eini bøn, og síðani bóðu øll í
felag Faðir Vár. Familjan var sera
takksom fyri tey mongu, sum vístu
samhuga hendan dagin, og fam-
iljan bjóðaði øllum til eina máltið
á Malta. Tað var gott veður á grøv-
ini, turt og kalt. Ístaðin fyri blómur
og kransar ynskti familjan, at høv-
ið skuldi vera hjá fólki at geva eina
gávu til missjónina á Malta.
Samkoman á Malta vil minnast
Hans Jákup Glerfoss við takksemi
- hann setti eftir seg nøkur friðfull
spor.
“Hirtshals kirke”
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
JARÐARFERÐIN HJÁ LISTAMÁLARANUM
HANS JÁKUP GLERFOSS