Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010 Vit hava fingið brot úr dagbókini hjá Ingilín Strøm og Herborg Hansen, sum báðar ganga á Red Cross United World College. Tær skriva soleiðis: “Driiing!” – so er tíð at fara upp. Havi tó ligið nú síðan kl 5 í morg­ un ­hálvavegna vakin og lurtað eftir “værelseskammeraten”, ið hev ur ligið og tosað við mammu sína í Hong Kong – á ógvuliga larmandi kinensiskum. So upp at standa í kø inn til vesið. At vera 5 gentur um eitt vesi er ikki sum at siga tað. Hugnaligt at sita á vesin­ um ímeðan 4 aðrar gentur royna at síggja sína egnu spegilsmynd. Endiliga klár! So gongur leiðin yvir í kantinuna at fáa mær ein bita. Fjørðurin liggur, sum vant, spegilsblankur. Tað er næstan sum at koma mitt inn í ein ævintýraheim hvønn morgun á veg til morgun­ matar. Søgu fyrsta tíma – allarhelst verður orðaskifti langt í dag. At hava um 2. Verðaldarbardaga við italienarum og týskarum er ikki bara bara! Aftaná tað kemur cookiebreak í øllum førum væl við. Ein kopp av kaffi og so oman í spanskt­tíman at dansa salsa og syngja “guan­ tana mera..”. Gott at sleppa teym­ unum eina løtu áðrenn eitt hard­ core kjak í filosofi um moral mill um hinduar og muslimar – PUHA! Gott at vita at næsti tími er frítími. Kanska fari eg at fáa mær ein lítlan lúr og lesa mailin um kreppuna í Western Sahara til kjakforumið í kvøld. Má fara til døgurða áðrenn eg skal yvir í klintrirúmið at hava rock­climbing. Havi enn ilt í hondunum frá í gjár, men vit koyra á! Veit ikki heilt, hvat eg skal finna upp á inntill náttura. kanska taka gittaran við í day­ room, um nøkur fólk eru har at jamma við í dag. Meðan vit syngja “dovni jákup” á 20 ymsum málum koma fólk inn at forvitnast og práta, og áðr­ enn vit vita av, er tíð til “fiske­ kaker” í kantinuni. Tað er als ikki so galið – enntá ísur omaná í kvøld. Mett og væl sett fari eg sam an við Digirogenes úr Brasil­ ien, Myriem úr Marocco og Dana úr Iran at kjakast um Western Sa ­ hara í auditoriinum. Aftaná hetta er russiskur filmur á stór skíggj­ anum sama stað. Akkurát sum at vera í biograf, bara ókeypis! Eftir russiskt volapykk í 2 tímar er tíð til eitt ella tvey stykkir av kendu Snikkerbua­Cheesecake í Snikkerbua student­cafeeini. Eitt satt njótilsi at sita í gamla, hugna­ liga skúrinum við stearin ljósum og góðum vinum og fáa skil á, um vit skulu vera spøkilsir ella prin­ sessur til Halloween­ballið í annað kvøld. Liggi í seingini og eri næstan sovnað. Hugsi um hvussu løgið tað er at liva saman við øllum hes um fólkunum, hóast vit eru so ymisk. At vit, 200 næmingar úr 82 ymsum londum kunnu liva síð um síð vekjur dreymar og vónir um ein sameindan heim. Tað sýn­ ist ógjørligt, men sum Xiaohang, lærari í economics sigur: “If you think few people cannot make a change then you are wrong. In fact, that is the only thing that ever has. Be realistic, do the im ­ possible!” Ljóðar hetta áhugavert? Eru hetta dagar, tú gjarna vilt uppliva? Um ja, send so tína umsøkn til Red Cross Nordic United World College… beint nú! Set teg í sam­ band við mentamálaráðið. Um tú hevur spurningar, skriva so til Ingilín (ingilin91@hotmail.com) ella Herborg (herborg_hansen@ hotmail.com). Vit gleða okkum til at síggja TEG næsta ár! Ingilín Strøm og Herborg Hansen Ein spennandi skúladagur í altjóða umhvørvi • Hetta er ein multikulturellur skúli við næmingum úr øllum heiminum. • Svarar til miðnámsskúla. • Føroyingar skulu hava tikið 1.g, áðrenn teir kunnu sleppa inn. • Allir næmingarnir eru serliga útvaldir, eingin kann gjalda seg inn á skúlan. • 135 tjóðir eru umboaðar á skúlanum. • Uttanlands eru tað nationalkomiteeir, ið velja næmingarnar út. • í Føroyum er tað mentamálaráðið, ið viðgerð umsóknirnar og velur út. • Ein føroyingur sleppur inn á skúlan hvørt ár, og tá skúlatíðin er 2 ár, eru 2 føroyingar á skúlanum í senn. • Útbúgvingin eitur International Baccalaurate ella IB, ið er ein sera góð útbúgving, um tú ætlar tær at lesa á universitetum í USA ella UK. • Skúlin liggur í einum lítlum býi, Flekke, ið liggur 3 tímar norðan fyri Bergen í ótrúligari náttúru. • Øll lesandi búgva saman frá august til juni við novemberferiu, páska- og vetrarferiu. Red Cross Nordic United World College Altjóða skúlin er í sera vøkrum umhvørvi í bygdini Flekke í Noreg Lagt til rættis: Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com