Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 4. februar 2010 15 Tøkk Hjartaliga tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri sonur og beiggi Erik Wenningsted Larsen Terneuzen andaðist og varð jarðaður. Somuleiðis ein tøkk til Havnar Sjónleikarafelag og tykkara, sum lótu Føroya Felag móti Krabbameini eina peningagávu. Familjunnar vegna Lina, Evald og Finn v/ familju Jens Michael Jensen, Froðba, andaðist 2. februar, 75 ára gamal. Signeva Sømark, Skálavík, ættað úr Dali, fer til gravar úr Zion á Sandi leygardagin klokkan 12 í kirkjugarðin í Skálavík. Tey, ið vilja minnast Signevu, kunnu lata eina gávu til ommusonin Johnny, konto í Eik banka. Í sambandi við jarðar­ ferðina koyrir bussur frá Zion til Skálavíkar. Andlát og jarðarferðir Dagurin 4. februar. Veronica. Vit vita einki um hesa halgikvinnu uttan tað, sum halgisøgan sigur, at hon var ein, ið fylgdist við Jesusi, og at hon á leiðini út til Golgata turkaði sveittan av andliti hans­ ara. Tá ið hon fekk turrklæði aftur, stóð mynd frelsarans á tí, og tað varð síðani varðveitt sum ein dýrur gripur. Hann varð róptur vera ikon, sum merkir tann sanna myndin. Harav kemur eisini navnið á halgikvinnuni. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Sagt verður frá, at góði bróðir okkara Herman B. Hermansen Tórshavn, ættaður úr Hósvík, andaðist týsdagin, 2. februar, 76 ára gamal. Jarðarferðin verður leygardagin 6. februar, kl. 13.00 úr Hósvíkar kirkju. Fyri tey avvarðandi Edvard og Hans J. Tey, sum vilja minnast Herman, kunnu lata LÍV, sjálvbodna bjargingarbátinum, eina gávu, konta í Eik. Prógv Tann 21. januar fingu Anja Laksáfoss og Súsanna Danielsen, Klaksvík, prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar á Diakonisse­ stiftelsens Syge­ plejeskole á Frederiksberg. Prógv Durita Viderø Gunnarsson, Tórshavn, hevur tann 28. januar 2010 lokið prógv sum professionsbachelor í fysioterapi á Skods­ borg Fysioterapi­ skole, Professions­ højskolen UCC. Merkisdagar 50 ára føðingardagur 18. feb. verður Símun Poulsen, Bøgøta 15, Klaksvík, 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 20. feb í Skálanum frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tey í vilja gleða Símun við at koma í føðingardag, kunnu siga frá á tlf. 221265 ella 220109 innan 14. feb. 80 ára føðingardagur Mánadagin 1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður av Eiði, 80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá dótturini í Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17. 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 5. feb. verður Leivur Ellingsgaard, optikkari, ursmiður, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Hósdagin 4. feb. fyllur Olivur Schrøter Thomsen, ættaður úr Sandvík búsitandi í Havn, 90 ár. Gullbrúðleyp Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið 19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 6. feb. giftast Niza Pardillo, av Filipsoyggjunum og Hans Hilmar Johannesen av Toftum. Vækomst verður á Svangaskarði kl. 19. Tey, ið ynskja, at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga frá á tlf. 748134/448134 innan 2. feb. Brúdleyp Leygardagin 6. feb. kl. 14 giftast í Filadelfia, Bergur Enghamar Jacobsen og Theresa Adjin­Tettey Petersen. Veitslan verður fyri innboðnum kl. 19 í Pállstovu. Brúdleyp Leygardagin 13. feb. giftast Joyce Idan, Ghana og Robert Hansen, Nes. Vælkomst verður í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum frá kl. 19. Tey, ið ynskja, at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 10. feb. á tel. 283756 ella á 447756. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn mánadagin 15. mars. Sunnudagin 24. januar komu boðini um at Hensar hevði lagt árarnar inn. Umframt at hava verið føroyska skúlaverkinum ein góður maður, so gjørdist hann eisini góður fyri KFUM skótaarbeiði í Føroyum. Hann byrjaði sum leiðari fyri Sørvágs skótaliði einaferð í 60 unum, men eftir at tey fluttu til Havnar í 1981, varð hann valdir inn í Landssnevndina hjá KFUM skótunum í 1984, og nevndarformaður árið eftir og fram til 1993. Hetta er longsta tíðarskeið, sami persónur hevur verið formaður KFUM skótanna. Ì formanstíðin hjá Hensar var stórur framburður hjá KFUM skótunum við støðugt vaksandi limatali fram til kreppuárini fyrst í 90 unum, tá nógvar barnafamiljur rýmdu av landinum. Øll árini meðan Hensar sat sum for­ maður hendi rættuliga nógv á øllum økj­ um hjá KFUM skótunum. Nevnast kann at nýggj útbúgvingar­ skipan var sett í verk, og í kjalarvørr­ inum á hesi eisini nýggja venjingar­ skipan at arbeiða eftir. Í sama tíðarskeiði var Føroya Ung­ dómsráð sett á stovn, til at savna øll ung­ dómsarbeiðini í Føroyum, sum ikki hoyra undir ÌSF. Seinni var so eisini Føroya Skótaráð, sett á stovn, fyri at arbeiða viðari við altjóðalimaskapinum hjá føroysku skótarørsluni. Hensar var limur í FSR nevndini øll árini, og síðani 1991 hava okkara limir verið við í norðurlendsku skótatiltøkunum eins og fleiri tiltøk hava verið her heima. Hesi árini hendi eisini nógv við ognunum hjá KFUM skótunum. Húsini á Kambsdali vóru høvuðsum­ væld og bjálvað í 1985, og Á Selatrað vóru fyrstu bygningarnir reistir í 1989, í samband við 50 ára stovningarleguna, sum varð hildin í juli mánað við 850 luttakarum í fagrasta veðrið. Nakað seinni varð keypt meira afturat ognini á Selatrað og bygt uppaftur meira. Í eini slíkari rembingartíð varð nógv kravt av landsnevndarlimunum, og tað ráddi um at fáa alla samskipanina at virka. Tí fóru landsnevndarlimirnir á hvørjum ári fyrstu viku í september mánað út til allar skótabólkarnar, at fundast við bólkaráðini. T.e. leiðararnir og foreldraumboðini, fyri at leggja teim­ um lag á, og fyri at lurta eftir hvørju góð hugskot tey høvdu, ella møguliga hvørj­ ar trupulleikar tey sótu við. Hetta var alt gjørt eftir loknan arbeiðsdag. Hensar sat eisini í nevndini fyri Skóta­ hjálpini, sum í eina viku á hvørjum ári skipar fyri tiltøkum at savna pening saman til barnatiltøk bæði her heima og í øðrum londum. Hensar var nærlagdur í sínum arbeiði og altið væl fyrireikaður til allar fundir og tiltøk. Hóast hart raktur av sjúku, fylgdi hann væl við hvat fór fram í Skótarørsl­ uni. Við Hensar hava vit mist ein, ið livdi upp til Einaferð skóti – altíð skóti. Kjartan Dalsgaard Minningarorð um Hensar Ellingsgaard KFUM skótaovasti 1985-1993