Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FEBRUAR 2010 • LESTRARBLAÐIÐ 15 Herborg Hansen 19 ár Klaksvík Frætti um skúlan, tí fólk frá skúlanum komu á TSK (Tekniski skúli í Klaksvík), har ið eg gekk, og høvdu eina framløgu. Fyrimunir eru við skúlanum: Eg haldi, at eg læri heilt ótrúliga nógv. Ikki bara í skúlatíðini, men eisini uttanfyri. Eg skal klára meg sjálva, og verði tvingað til at læra meg disiplin og at kunna liva saman við so nógvum fólkum samstundis. Mest av øllum læri eg at acceptera aðrar meiningar, bæði tá ið tað kemur til religión og politik, men eisini gerandisting sum fólkaskikk osfr. Tað kann næstan ikki sigast nakað ringt um skúlan. Øll tey áhugaverdu fólkini, ið tú møtur, og alt, ið tú lærir frá hesum, er ringt at seta orð á. Og sjálvandi er eisini allur stuttleikin og sociala lívið. Vit búgva jú 40 fólk í sama húsi. Tað kann ikki vera nakað annað enn rokaligt. Tó so, fólk respektera "quiet time" væl, og skúlatingini verða tikin seriøst. Vansar við skúlanum: Fólk fara oftani at leingjast, serliga í byrjanini, men tey allar flestu koma yvir hetta skjótt. Tann fyrsta ferian, ið vit fáa um veturin, har tey flestu sleppa heim í ein mánað, hjálpir væl. Men hetta er bara ein spurningur um at venja seg við ikki at vera heima longur :) Fakta um Herborg Ingilín D. Strøm 18 ár Vestmanna Frætti um skúlan frá vegleiðara, familju og vinfólki. Fyrimunir eru við skúlanum: Persónliga menningin, vitanin – bæði akademiskt og socialt, dynamikkurin á staðnum, jaligi stemingurin. Undirvísingin er eisini sera spenandi. Eg havi Environmental systems og societies sum mitt vísundafak – eitt fak ið samansjóvar lívfrøði, alis-, evna- og landafrøði og setur tað í eina størri eind. Ì løtuni arbeiða vit nógv við global warming og útdoyggjandi djóra- og plantusløgum og spurninginum um, hví hetta hendur. Eisini havi eg t.d. sjónleik, har eg í løtuni geri ein workshop um at mima og arbeiði við Shakespeare við síðurnar av. Mítt samfelagsfak er søga. Kanst tú ímynda tær hvussu tað er at hava søgu við fólki úr Týsklandi, Russlandi, Japan og Englandi? Vansar við skúlanum: Eg havi simpulthen ikki tíð at sova! Av tí verður mann nakað stressaður og krasjar av og á totalt í vikuskiftunum. Onkuntíð føli eg á mær, at tað er so útrúliga nógv eg vil, men eg havi ikki tíð til alt. Fakta um Ingilín Herborg Hansen og Ingilín D. Strøm eru føroyingarnir, sum í løtuni ganga á altjóða skúla í Noreg. Berg ein føroyingur sleppur inn árliga, og skúlin tekur tvey ár Ungfólk frá tilsamans 135 tjóðum ganga á skúlanum. Undirvísingin er á enskum