Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 24 - 4. februar 2010 Ebba Müller kom í fremstu mannfólkastørv Müllerættin hevur sína »egnu« deild í gamla kirkjugarði. Vit hava umrøtt øll teirra uttan Ebbu og Hans Christoffer Müller, sum vit umrøða í hesum partinum E bba Müller kann sigast at hava verið ein legenda í Føroyum. Hon var donsk og giftist inn í ta virknu Müllerættina, sum hevði skip og nógv annað virksemi. Maðurin Hans, sum hann vanliga var kallaður, doyr ungur, og Ebba ger av at føra virkið hjá ættini víðari. Hetta ger hana til eitt konubrot sum fá onnur. Tað er so nógv, sum kann sigast um Ebbu, at tað rúmast ikki í eini grein sum hesi. Tí verður hon eisini seinni umrødd í teirri røð um Müllerfólkið, sum vit hava í Miðvikuni fyri tíðina. Høvuðskeldan til hesa greinina er bókin Minnis­ lýsingar hjá soninum Eiden Müller og annað tilfar hjá ættini. Hans var sonur Sørin Müller. Pápi Søren var gamli sýslumaðurin H.C. Müller, sum longu er nógv umrøddur. Pápabeiggin var forsætisráðharri Ebba var fødd 13.1.1891 í Silkeborg, og hon doyði 27.10.1967 i Tórshavn. Pápin hennara kallaðist Johan Christian Julius Zahle (1867­1925), og mamman var Agnes Marie Thomsen (1860­1925). Av serligum áhuga er, at ein pápabeiggi Ebbu var Carl Theodor Zahle (1866­ 1946), sum var ein kendur politikkari. Millum annað var hann eisini forsætis­ málaráðharri, men komið verður aftur til hansara seinni. Ebba var næstelst av fýra systkjum. Tá ið hon var 12 ára gomul flutti familjan til Keypmannahavnar. Hetta gekk ikki væl, og tey fluttu til Slagelse. Ebba varð tó verandi eftir í Keypmannahavn. Hans hittu Ebbu, meðan hon sum blaðung starvaðist í Privatbanken í Keyp­ mannahavn, og Hans gekk á studentaskúla. Hann fekk prógv í 1907 og gjørdist cand.jur í 1913. Meðan Hans las, var hann eitt skifti formaður í føroyska studentafelagnum í Keypmannahavn. Millum bestu vinmenn hansara frá studentatíðini vóru Jógvan Zachariassen, seinni lands­ lækni í Føroyum, Richard Long, lærari og seinni politikkari, skaldið Janus Djurhuus og Edvard Mitens. Ebba og Hans hittust, tá tey búðu á sama pensjonati á Gammel Kongevej. Tey vórðu trúlovað í 1913 og giftust í kirkjuni í Slagelse í 1916. Sama ár fluttu tey til Havnar, har Hans eitt skifti virkaði bæði sum fulltrúi á amtsskrivstovuni og stund­ um sum virkandi amtmað­ ur. Hann virkaði eisini sum sakførari. Eftir at pápin Søren Müller doyði í 1922, tók Hans við reiðaravirkinum hjá honum. Nøkur ár frammanundan hevði hann eftir pápan tikið við leiðsl­ una av DFDS avgreiðsluni í Havn. Hans doyði í bestu árum Men Hans doyði longu í 1925, bert 36 ára gamal. Táverandi amtmaðurin Elias Olrik skrivaði millum annað í minningarorðum um Hans: Da Amtskontoret i 1919 kom i den vanskelige situation ingen Fuldmægtig at faa, traadte Hans Müller beredvilligt til og virkede i nogle Aar som Amtsfuld­ mægtig i hvilken Tid han ofte var konstitueret som Amtmand. I 1922 overtog han efter Faderens Død dennes Rederivirksomhed. I 1923 fik han Bestalling som Overretssagfører. Hans Müllers retlinede Karakter og retskafne Færden skaffede ham en smuk Position i det Sam­ fund, hvor han virkede, og mange var ogsaa de Tillids­ hverv baade offentlige og private, som hans Med­ borgere betroede ham. Han var saaledes Formand for Thorshavns Værgeraad, Medlem af Oversundheds­ komissionen, Formand for Valgbestyrelsen, Formand for Færøernes Rederiforen­ ing og Færøernes Skibsforsikring samt Næstformand for Færø Amts Sparekasse. Hans Takt, hans Saglighed og Indsigt gjorde hans Virk­ somhed paa disse Felter værdifuld og respekteret. Kort før Jul blev Hans Müller syg af Influensa og laa flere Dage med meget høj Feber. Hans kraftige Konstitution syntes dog at skulle sejre, og han var allerede en del bedre, da han pludseligt fik et stærkt Tilbagefald. Tirsdag Aften sov han stille hen. Jarðarferðin Ebba skrivaði beint eftir, at Hans var deyður eitt langt kensluborið bræv til for­ eldrini um ta støðu, hon var komin í eftir at hava mist mannin. Hetta bræv fara vit at koma aftur til. Men her greiðir hon eisini frá sjálvari jarðarferðini: Den Aften Hans blev ført i Kirken var der først en lille Højtidelighed her i Dagligstuen, vi sang en Salme ”Han som har hjulpet hidtil.” Derefter holdt Heerup, landslæknin, en Mindetale, et Farvel til Hans, som han endte med at bede Fadervor, og saa sang de ”Den store Mester kommer.” Provsten var syg, derfor var det Heerup som talte. Da vi kom op i Kirken var denne meget smukt pyntet med Gran og Planter og alle Lys tændte. Det er ikke her som nede, at man henvender sig til en Gartner, nej alle vore Venner havde baaret alle deres Planter derop og smykket med. Desuden havde Fru Busch, fru Kristian Smith og Tom Ludvigsen selv bundet en Guirlander af Lyng, der gik rundt om hele Kisten. De havde sendt en Mand ud i Haugen efter Lyngen. I Kirken blev sunget ”Herrens Venner ingen sinde.” Der var mange Mennesker. Vi fik selv Nøglerne til Kirken, saa jeg kunde gaa derop, naar jeg vilde. Selve Begravelsen var kl. 1. Til den var provsten (Jacob Dahl) mødt op trods det, at han ikke var rask. Han holdt en megen smuk tale over Hans, hvori han stærkt betonede hvilket stort Tab, det var for Thors­ havn og for Færøerne, fordi Hans var en Sam­ fundsstøtte og en Mand, de alle kunde samles om, og som alle nærede den dybeste Agtelse og Respekt for. Her bæres Kisten jo fra Kirken til Graven. De var fire Hold, som skiftedes om at bære. Der var saa mange, der bad om at faa Lov til at være med dertil. Første Hold bar ud af Kirken og fra Kirkegaard­ laagen til Graven. Det var Apothekeren (Johs. Djur­ huus), Kis, Jens Evensen, Heerup, Peter, Christian, Agga, Nicolaisen. Andet Hold var alle Juristerne: Amtmanden, Djurhuus, Simons, Mitens, (3 Sagførere, Sorenskriver­ en, Landfogden og saa Bankdirktør Hessersmidt.) Derefter et hold af Skibs­ førere og et andet af Venner. Alt var saa smukt og højtideligt. Efter Begravelsen gik vi hjem og drak Eftermid­ dagskaffe, som vi plejer paa den Tid. Gugga (systir Hans) og Johan kom med. Saa gik vi igen paa Kirke­ gaarden. Da vi kom hjem derpaa, kom Heerup paa et lille Besøg. Valdi at blíva verandi í Føroyum At missa mannin var sjálv­ andi ein hvøkkur hjá Ebbu. Men hon valdi at blíva verandi í Føroyum fyri at føra virksemið hjá manninum víðari. Hetta var nokk so umfat­ andi. Tað vóru fimm slupp­ ir, eingin teirra hevði motor tá. Við tí at hava skip fylgdi eisini annað virksemi sum til dømis at virka fiskin. Eitt varandi minni um hetta virkið er Müllers pakkhús, sum rúmaði virksemið á landi. Umframt hetta hevði Müller eisini avgreiðsluna hjá D.F.D.S., sum hevði rutusigling til Føroya. Alt hetta var tá mannfólkaarbeiði, men Ebba valdi at taka hetta uppá seg. Hon varð eisini vald til formann í reiðara­ felagnum og til onnur álitis­ størv innan fiskivinnuna. Í øllum hesum størvum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Frá aftast í myndini: H.C. MÜLLER- OVERRETS­S­AGFØRER F. 21.10 1888 D. 6.1.1925 EBBA MÜLLER F. ZAHLE F. 13.1.1891 27.10.1967 HANNA CHRIS­TINA S­AMUELS­EN F. 15. JULI 1849 D. 21. OKTOBER 1920 Ebba og Hans Müller