hósdagur 4. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010
Donsku universitetini fingu met
nógvar umsóknir í fjør. Tíverri
fyri summi merkir hetta, at miðal
talið, sum krevst fyri at sleppa
inn, hækkar. Kravda miðlatalið
verður nevniliga lagt eftir teimum
umsóknum, sum koma til hvørt
fak sær, og ofta er tað so, at jú
fleiri umsóknir eru, jú hægri verð
ur kravda miðaltalið.
Mett verður, at tað í høvuðs
heit um eru tvær orsøkir til, at so
nógv ung nú søkja inn á uni
versitetini.
Vaksandi arbeiðsloysi millum
ung, er ein av orsøkunum. Tað eru
eftirhondini nógv ár síðani, at
ung dómsarbeiðsloysið hevur ver
ið so stórt í Danmark, og eisini
her heima er ungdómurin tann
samfelagsbókurin, sum í størstan
mun merkir arbeiðsloysi. Hóast
tølini fyri ungdómsarbeiðsloysi í
Føroyum eru nógv lægri enn tey
donsku, so eru arbeiðsloysistølini
fyri tey 1634 ára gomlu relativt
høg í mun til eldru arbeiðsføru
aldursbólkarnar.
Nýggja bonusreglan, sum loyvir
teimum, ið skunda sær víðari undir
hægri lestur eftir miðnáms út búgv
ingina, at falda miðaltalið á mið
námspróvnum við 1,08, ger, at fleiri
fara beint úr miðnámsskúla á hægri
lærustovnar. Henda regla sigur
nevniliga, at tey, sum søkja inn á
víðari lestur innan 2 ár, eftir at tey
hava tikið miðnámsprógvið, sleppa
at hækka sítt miðaltal, og tað gevur
sjálvsagt eitt eyka trýst, tá fleiri av
teimum, sum annars vildu bíðað
við at lisið víðari, brád liga skunda
sær ígjøgnum skip anina.
Í
Keypmannahavn
hækkaði
um sóknartalið til universitetið við
49% frá 2008 til 2009, og eisini í
Århus var met sligið í fjør, tá talið
av umsóknum til universitetið
hækkaði við 37,4% í mun til í
fyrraárið.
Nógvu umsóknirnar høvdu við
sær, at talið av noktandi svarum
uppá umsóknirnar eisini var met
høgt í fjør. Hóast umsóknartalið
økist, er talið av teimum, sum
sleppa inn tó tað sama, tí umstøð
urnar og hentleikarnir á læru
stovn unum eru bara gjørdir til eitt
ávíst næmingatal.
Tí er tað, nú meiri enn nakrantíð,
týdningarmikið at hava eitt høgt
miðaltal, fyri at betra um møgu
leikarnar at sleppa inn til júst tað,
sum tú droymir um.
Tíðirnar eru harðar fyri verkfrøð
ingar, arkitektar, sálarfrøðingar,
økonomar og aðrar akademikarar.
Danska Akademikarafelagið hev
ur júst boðað frá, at arbeiðsloysið
millum akademikarar nærum er
tvífaldað seinasta árið.
Við ársenda í 2008 vóru 4.324
akademikarar arbeiðsleysir, með
an talið í ultimo 2009 var komið
heilt upp á 8.245.
Akademikarafelagið
undir
strikar, at arbeiðsloysið nú er ein
trupulleiki fyri akademikarar í
øllum aldursbólkum, tó eru serliga
nógvir nýútbúnir akademikarar,
sum einki arbeiði hava at fara til.
Felagið óttast, at heilt upp til
fimti hvør akademikari kann
gerast arbeiðsleysur.
Hóast alheimsfíggjarkreppan er við at verða
eitt útvatnað orð eftirhondini, so er kreppan tó
framvegis ein sannroynd, sum hevur ávirkan á
gerandisdagin hjá teimum, ið ætla sær undir lesnað
og hjá teimum, ið júst eru liðug við lesnaðin
Kreppan merkist hjá
Annarhvør nýútbúgvin arkitektur
og triði hvør verkfrøðingur, jour
nalistur og timburmaður eru nú
arbeiðsleysir. Hóast allar hurðar
stóðu á víðum veggi, tá fólk fóru
undir
útbúgvingarnar,
hevur
krepp an endavent øllum og skert
møgu leikarnar munandi
Cand.scient.pol. og fram tíðar
granskari, AnneMarie Dahl, hev
ur skrivað bókina 'Popstars gene
ra tionen nutidens unge, frem tid
ens arbejdskraft', og sambært
henni fer mótgagurin, tey ungu
nú fáa, at raka tey hart.
Hetta er nevniliga eitt ættarlið,
sum einans hevur upplivað við
gang. Tey hava altíð havt frítt val
á øllum hyllum, og eru málrættað
farin eftir tí, tey ynsktu sær og
vildu hava. Tey eru vaksin upp
við tankanum um, at um tú veru
liga vilt nakað og arbeiðir hart
fyri tí, so eydnast tað. Men nú tey
ikki sjálvi hava ávirkan á, hvørt
tey fáa arbeiði ella ikki, kann tað
fáa stórar avleiðingar fyri tey, t.d.
fara vit helst at síggja nógv meiri
av strongd og depressjónum í hes
um árgangunum.
Vandi er eisini fyri, at hetta ættar
liðið púra dettur burtur ímill um.
Tað sær nevniliga ikki út til, at
ringa gongdin fer at venda fyribils,
so vit mugu helst inn í 2011 ella
2012, áðrenn arbeiði aftur verður
til allar hendur.
Men meðan kreppan herjar,
koma alsamt fleiri nýútbúgvin út
av skúlunum, sum koma við í
kappingina um størvini. Og tá
arbeiði aftur verður at fáa, verða
tey, sum koma beinleiðis út úr
skúlunum helst meiri attraktiv at
seta í starv, enn fólk, sum hava
verið útbúgvin í nøkur ár, men
sum ongar arbeiðsroyndir hava,
og bara hava gingið heima og
fing ið arbeiðsloysisstuðul. Tey,
sum koma beint frá útbúgv
ingarstovnunum hava eina dag
førda vitan, og tey eru ikki merkt
av árinunum av arbeiðsloysinum.
Vandi er tí fyri, at fleiri árgangir
av vælútbúnum ungum fólki fara
at detta burturímillum.
KREPPAN merkist hjá
teimum, ið søkja
KREPPAN merkist hjá akademikarum
KREPPAN merkist hjá nýútbúnum
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com