hósdagur 4. februar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. februar 2010 – Nr. 24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Dráttur-KÍF 3-0 (25-
9, 25-11, 25-12):
Tað tók
ein tíma
Sum so ofta fyrr í vetur, var trett andi
dysturin hjá unga KÍF-liðnum ikki
serliga drúgvur. Tað tók Drátti ein
tíma at vinna 3-0 í ítróttarhøllini á
Giljanesi í gjárkvøldið, og spenn ing-
urin var púrt eingin.
Mest dramatiska løtan var beinan-
vegin í fyrsta setti, tá hevarin hjá
Drátti, Maja Popovic, var áhaldsin og
koykti sær fótin. Hon mátti lata seg
skifta út og kom ikki innaftur.
Hetta var annars ein dystur, har
fleiri av teimum føstu sluppu at
hvíla seg, og aðrar sluppu framat,
men tað vísti seg ikki at gera mun, tí
Drátt ur vann trygt – enntá tað
nógva upp á servurnar
hil
Mjølnir-ÍF 3-1 (25-13,
25-17, 24-26, 25-18):
Mjølnir
fram-
vegis við
Kvinnurnar hjá Mjølnir liggja fram-
vegis og lúra aftan fyri tey bæði
frems tu liðini í Eik-liguni, og enn livir
vónin um at fáa tikið finalusessin frá
annaðhvørt TB ella SÍ. Í gjárkvøldið
var ÍF á vitjan, og burtur sæð frá
triðja settinum, var eingin ivi um,
hvat av liðunum var tað betra.
Gjøgnumgangandi fyri øll settini
var, at liðini fylgdust ta fyrstu løtuna,
men at Mjølnir so fór avstað. Undan-
takið var triðja sett, har Mjølnir var á
odda 24-21 og bara ein bólt frá sett-
inum, tá ÍF brádliga gjørdi ein vørr
og fekk hálað teir síðstu fimm bólt-
ar nar inn og vunnið settið.
Hvøkkurin sat ikki fastari enn so,
at Mjølnir kom aftur á slóðina í
fjórða setti. Sigurin merkir, at Mjølnir
yvir hálaði TB við einum stigi og nú
aftur er nummar tvey, men tó við
ein um dysti meira. Her er enn einki
av gjørt, og hóast tað skilist á lag-
num, at Mjølnir missir onkrar spæl-
ar ar til síðstu dystirnar, er liðið fram-
vegis við heilt har frammi.
hil
Tað tók ikki langa tíð hjá
SÍ-kvinnunum at koma
fyri seg eftir tapið fyri TB
sunnudagin. Í gjárkvøldið
gjørdist talan um tryggan
sigur á Fleyr, ið gleið
enn longur burtur frá
FM-finaluni
Treytirnar eru harðar, skal Fleyr
koma í finaluna, sum ger av, hvør
verður føroyameistari í Eik-liguni hjá
kvinnum. Fleyr skal vinna allar
dystir nar, sum eftir eru, samstundis
sum TB og Mjølnir skulu tapa í øllum
førum tveir dystir í part. Hóast liðið
hjá Fleyr á pappírinum er eitt tað
frægasta við fleiri lands liðs spælar-
um, so sæst tað bara ikki aftur á
vøllinum.
Í gjárkvøldið vóru havnar kvinnur-
nar í Sørvági, har tað eydnaðist
heimaliðnum at vinna trygt. SÍ vísti í
løtum sera gott spæl, ið avspeglar
odda sessinum, men aðrar løtur
dovnaði liðið og vísti einki. Í teimum
løtunum tók Fleyr av viðhvørt, men
verri enn so altíð…
Serliga í fyrsta setti var eingin ivi
og SÍ vann trygt. Hinvegin hevði
Fleyr sína bestu løtu í øðrum setti,
har liðini fylgdust tað nógva av tíð-
ini, og Fleyr at enda hevði settbólt
við støðuni 24-23. Men SÍ javnaði og
fór framum, og hevði løtu seinni
eisini settbólt, tá tað var 25-24. Men
Fleyr yvirlivdi, vann teir báðar næstu
bóltarnar og vann settið.
SÍ var klárt betri
Nú skuldi møguleikini verið har at
vent dystinum, men í staðin var tað
aftur SÍ, ið fór avstað. Triðja sett var
vunn ið trygt, men tað gjørdi ikki
støðu na betur hjá Fleyr, at Karina
De bes noyddist út við skaða, tá SÍ
var á odda 25-13. Og í fjórða setti
tók tist tað, sum var luftin farin full-
komu liga úr útiliðnum, ið einki
makt aði, men tapti greitt.
Samanumtikið var SÍ klárt betra
liðið, sæð yvir allan dystin. Kvinnur-
nar úr Sørvági høvdu góðar servur
og gott verjuspæl, meðan Fleyr stóð
seg syndarliga illa í móttøkunum, so
sjálvt lættir bóltar sluppu at detta
niður, uttan at nakar fór eftir teimum
ella fekk teir.
SÍ fekk staðfest, at liðið framvegis
megnar meira enn hini, hóast tapið
sunnudagin fyri TB var ein strika í
rokningini. Tó var tann strikan ikki
størri enn so, at SÍ væl og virðiliga
reistist aftur og nú er trý stig framm-
an fyri nummar tvey.
Tobbi spyr um landsliðið
Eftir at HSF hevur gjørt greitt, at fíggjarumstøðurnar ikki
loyva enn eini luttøku í altjóða undankapping hjá
manslandsliðnum, hevur Tórbjørn Jacobsen sett Helenu
Dam á Neystabø fyrispurning um, hvørja støðu menta-
málaráðið hevur til føroyska altjóða luttøku. Tingmaðurin
vil hava at vita, hvør ítróttarpolititkkurin hjá lands-
stýrinum er, hvønn týdning landsstýriskvinnan heldur
altjóða luttøkuna hava fyri føroyskan ungdóm. Og um
landsstýrið hevur ætlanir um at gera tað fíggjarliga
møguligt hjá HSF at melda til undankappingina.
Liverpool keypirJovanovic
Serbiski landsliðsspælarin hjá belgiska liðnum, Standard
Liege, Milan Jovanovic hevur skrivað undir ein trý ára
sáttmála við Liverpool, hetta skrivar enska blaðið, The
Guardian. Sambært The Guardian verður Milan Jovanovic
tøkur hjá Liverpool, tá komandi kappingarár byrjar.
Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez vildi hava ein
framherja tøkan longu tá flytingarvindeyga læt aftur
tann 31. januar. Nú má Benitez so bíða til komandi
kappingarár byrjar, áðrenn hann fær gleði av tí serbiska
framherjanum.
SÍ-Fleyr 3-1 (25-17, 25-27, 25-13, 25-15):
SÍ aftur á slóðina
SÍ-kvinnurnar høvdu alla orsøk til at frøast í gjárkvøldið,
tá tær vunnu tryggan sigur á Fleyr, sum nú hevur
mestsum mist sín finalumøguleika
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen