Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010 Alt fleiri føroyingar fara undir hægri lestur. Danmark er enn toppskorarin, sum dregur flestar vitanartystar føroyingar at sær, men talið av lesandi her heima er eisini vaksið nógv. Tað vísa tøl frá Stuðulsstovninum Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Sum heild vísa tølini, at alt fleiri føroyingar fara undir hægri lesn­ að. Sìðani 2004 og fram til 2009 eru tølini støðugt vaksin, og sein­ asta ár var aftur met sett. Tá var talið av lesandi føroyingum komið upp á 1785, eitt rættiliga stórt lop frá 2007/08, tá talið var 1547. Føroyar Talið av lesandi í Føroyum hevur verið nøkulunda javnt fram til skúla árið 2008, tá talið øktiskt við fleiri enn 100 lesandi. Orsøkin til hetta stóra lopið kann vera, at læraraskúlin umskipaði lærara­ og pedagogútbúgvingina til bache lor, og tóku tískil fleiri næm ingar inn. Hetta sama árið bjóð aði Fróðskaparsetrið eisini onkrar nýggjar útbúgvingar, sum drógu fleiri umsøkjarar. Danmark Tað er meiri ivasamt, hví talið av føroyingum, sum fóru til Dan­ markar at lesa, hækkaði so nógv í 2008. Eisini her hækkaði talið við nærum 100 fólkum. Tað kann hugs ast, at kreppan var farin at gera vart við seg, og fólk søktu inn á skúla, tí verri var at fáa arbeiði. Eisini nýggja bonusreglan, sum loyvir nýklaktum studentum at falda miðaltalið við 1,08, um søkt varð víðari innan tvey ár eftir miðnám, kann hava fingið fleiri av skunda sær víðari undir hægri lesnað. Eisini kann talan vera um ein serliga stóran árgang. Mest sann líkt er, at tað er ein blandingur av øllum hesum tingunum. Stórabretland Talið av lesandi í Stórabretlandi er eisini hækkað munandi; tað er nærum tvífaldað frá 2007 til 2008. Tað er væl trúligt, at tað er boðskapurin um ÚSUN stuðulin, sum byrjar at sláa ígjøgnum her, og fólk skilja, at tey hava møgu­ leika at fara til Bretlands at út ­ búgva seg. Nøkur hava verið í Stóra bretlandi árini framman­ undan, og tað kann tykjast, sum at ringarnir av hesum eru við at breiða seg. Norðurlond annars Tað tykist ikki, sum Noreg, Svø­ ríki, Finnland og Ísland eru serliga vælumtókt, sum lestarlond hjá føroyingum. Talið av lesandi í hes um londum hevur verið ógvu­ liga støðugt øll árini, og tá man hugsar um, at samlaða talið av lesandi er hækkað, er prosen t­ parturin av lesandi í Norðurlondum annars, minkaður. Norðuramerika Talið av føroyingum í Norður­ amerika nærum tvífaldaðist frá 2007 til 2008, úr 8 føroyingum upp í 15. Tað er væl hugsandi, at tað aftur her er ÚSUN stuðulin, ið spælir inn, tí tað er annars ógvu­ liga kostnaðarmikið at lesa í USA. Tað er tó ógvuliga sannlíkt, at hetta talið fer at minka aftur, nú ÚSUN stuðulin er minkaður, og fólk sjálvi mugu rinda ein stóran part av dýra skúlagjaldinum. Føroyingar á hægri útbúgvingum - býtt á landafrøðilig øki og skúlaár –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Talva 1 2004/05 2005/06 2006/07 2007/08 2008/09 Lesandi Býtið Lesandi Býtið Lesandi Býtið Lesandi Býtið Lesandi Býtið –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Føroyar 576 39.0% 596 39.5% 598 39.3% 605 39.1% 701 39.3% Danmark 787 53.3% 789 52.3% 774 50.9% 791 51.1% 897 50.3% Norðurlond annars 32 2.2% 28 1.9% 27 1.8% 37 2.4% 34 1.9% Stórabretland 61 4.1% 77 5.1% 94 6.2% 94 6.1% 121 6.8% Europa annars 7 0.5% 5 0.3% 7 0.5% 8 0.5% 10 0.6% Norðuramerika 9 0.6% 7 0.5% 11 0.7% 8 0.5% 15 0.8% Suðuramerika 1 0.1% 0 0.0% 0 0.0% 0 0.0% 0 0.0% Australia/New Z 4 0.3% 5 0.3% 8 0.5% 4 0.3% 7 0.4% Miðeystur 0 0.0% 2 0.1% 1 0.1% 0 0.0% 0 0.0% Asia 0 0.0% 0 0.0% 0 0.0% 0 0.0% 0 0.0% –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Í alt 1477 100.0% 1509 100.0% 1520 100.0% 1547 100.0% 1785 100.0% –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstuðulinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðulinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Kelda: Stuðulsstovnurin Hvar lesa føroyingar?