hósdagur 4. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 4. februar 2010
Hoyvíkingar høvdu vunnið
sær allar trumfirnar, men
seinastu fimm minuttirnar
bar einki til, og so broyttist
einki í hondbóltsoddinum
Tá liðini fóru undir seinna hálvleik,
bendi alt annars á ein greiðan
heima sigur. Mest sum alt fyri eitt
fingu hoyvíkingar mann útvístan,
og tað nýtti Kynidl til at vinna seg
upp á 17-13. Lítla løtu seinni vórðu
hoy víkingar aftur raktir av útvísing,
og so kundi og skuldi Kyndil punk-
terað uppgerðina.
Men mest sum alt gekk galið hesa
løtuna. Johan Hofgaard tók tað, sum
var at taka í málinum, og í álopinum
skoraði navnin á vinstra veingi eftir
vild. Næstu 12 minuttirnar vann H71
ikki minni enn 8-1, og hóast eitt
time-out hjá Kyndli fekk steðgað
gongd ini, so minkaði munurin als
ikki. Partarnir skutu eitt mál hvør
størsta partin av tíðini, og seks
minuttir fyri leiklok svaraði H71 enn
einaferð aftur við máli til 28-24.
Við at halda høvdið kalt. Bíða eftir
rætta møguleikanum og annars
dríggja tíðina, skuldi verið lag á
manni at avgjørt dystin. Men H71
gjørdi einki av hesum. Kyndil fór út í
mansverju í eini 4-2 verju, og hóast
hetta gav stórt pláss til restina av
hoyvíkingunum, so funnu teir ikki
vegin fram við Erlingin Johannesen,
sum fann sær stórspælið fram í
tøkum tíma. Janus Einar Sørensen
skræd di seg leysan í seinastu álops-
royndini, og seinastu sekundini
megnaði H71 ikki at nýta til nakað
stórvegis.
Spenningurin heldur sær
Illa ber til at siga annað enn, spenn-
ingurin um pláss í FM-finaluni fram-
vegis heldur sær. Í so máta var tað
kanska upplagt, at dysturin í gjár
endaði við javnleiki, tí ein vinnari
her kundi veruliga lagt seg skutin
fram um restina í oddastríðnum.
Í spælinum var eisini sjónligt, at
tað var hetta, sum báðir partar løg-
du seg eftir. Ferðin var høg – kanska
ov høg í løtum – og í løtum var talan
um einstaklingaavrik á hampuliga
høgum støði.
Fyrst og fremst var talan tó um
tvey kollektiv, sum hvør í sínum lagi
vildu prógva, at tey eiga sín sjálv-
sagda luttøkurætt til FM-finaluna.
Í so máta var talan avgjørt um ein
dyst, sum báðir partar kundu brúka
til nakað, og megna liðini at byggja
upp á góðu løturnar í komandi
dystunum, verður talan neyvan um
niður flytingarstríð av nøkrum slag.
Kyndil-H71 28-28 (15-13):
H71 helt ikki
høvdið kalt
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Kyndil-H71 28-28 (15-13)
10 min: 4-4
20 min: 10-10
40 min: 18-18
50 min: 21-24
Málskjúttar
Kyndil: Janus Einar Sørensen
8, Bárður Johannesen (1)7,
Høgni Klein 4, Josef
Abrahamsen 3(2), Hans Áki
Dal-Christiansen 2, Tummas
Pauli Hanusarson 2(1), Høgni
Klein Olsen 1, Kenn
Zachariassen 1
H71: Dánjal Tórgarð 8(1),
Esbern Patursson 5, Poul
Kjartan Dam 5, Janus
Sørensen 4, Rógvi Sørensen 2,
Gunnar Bláberg 1, Rúni V.
Højgaard 1, Tróndur Vatn-
hamar 1, Freddie Poulsen 1
Brotskøst: Kyndil 5, H71 1
Útvísingar: Kyndil 4, H71 5
Dómarar: Andreas F. Hansen
& Eyðun Samuelsen
FAKTA
Missa
høvdið
Esbern Patursso hjá H71 var alt
annað enn nøgdur, tá tað eftir
dystarlok kundi staðfestast, at
H71 misti sigurin á stokkinum.
- Vit klára ikki at halda
høvdið
kalt.
Nakrar
fáar
minuttir fyri leiklok eru vit
frammanfyri við fýra málum,
men teir koma so út at
mansverja, og tá steðgar alt hjá
okkum upp.
Vil tað siga, at tit nú mugu til
at umhugsa, hvørji onnur vápn
eru til at taka, tá mótstøðan
byrjar at mansverja.
- Nei, slettis ikki. Vit høvdu
avtalað, hvussu vit skuldu gera,
um so var. Men vit klára ikki at
halda høvdið kalt, og tað er
sjálvandi beiskt at stafðesta,
segði Esbern Patursson.
-mørk
Halda ikki
støðinum
Um rætt varð borið at, so skuldi
Kyndil helst avgjørt dystin
longu tíðliga í seinna hálvleiki,
tá teir við einum manni í
yvirtali vóru fýra mál á odda.
- Vit brenna snøgt sagt ov
nógv.
Vit
spæla
okkum
áhaldandi fram til kjansirnar,
men vit brenna alt ov nógv, og
hevur verið ein trupulleiki hjá
okkum alt kappingarárið. At vit
í periodum í dystunum ikki eru
nóg fokuseraðir.
- Hinvegin stríða vit okkum
væl aftur, sjálvt um tað sá
rættiliga svart út ta einu løtuna.
Soleiðis sum dysturin lagaði
seg, var tað ikki av leið, at vit
fingu javnleik burturúr, sigur
Høgni Klein.
-mørk
Esbern Patursson og
hoyvíkingar høvdu í gjár
allar møguleikar at seta
seg á næstfremsta sessin í
Atlantic Airways-deildini,
men teir megnaðu ikki at
halda høvdið kalt seinastu
løtuna
Mynd: Álvur Haraldsen