Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FEBRUAR 2010 • LESTRARBLAÐIÐ 21 teimum lesandi 5 góð ráð til nýútbúnar arbeiðs­ loysingar 1. Søk breitt Ger upp við teg sjálvan, hvat tú vilt, og søk tey størv, sum líkjast so nógv sum gjørligt. Men um títt fakøkið er meint rakt av arbeiðsloysi, kanst tú víðka leitingina. Tað er betri at nýta ein lítlan part av tíni vitan, enn at ganga ar beiðs­ leysur. Um ikki annað, so fært tú brúkt nakrar av tín um førleikum. 2. Netverka Tað er nú, tú skalt nýta títt netverk frá skúlaarbeiðnum, undirvísingini, praktikstøð­ unum, sjálvbodnum arbeiði, sosialum netverkum á netin­ um, vinum og familju. Tað nyttar einki at seta seg inni at kúra, royn ístaðin at hitta nýggj fólk, t.d. á skeiðum ella eftirútbúgvingum. Kanska kunnu tit hjálpa hvørjum øðrum víðari. 3. Vís hvat tú veist Far til tey støðini, har fólk í tínum yrki hittast. Frættir tú um eitt skeið ella eina kon fe­ ransu, kanst tú bjóða teg fram at halda ein fyrilestur ella eitt upplegg um títt serøki. Ger tær dælt av, at tú hevur eina servitan innan eitt ávíst øki, og lat onnur síggja tíni evni. 4. Tak tað ikki persónligt Tú ert bara óheppin at vera útbúgvin júst nú, ið arbeiðs­ loysið er høgt. Tað er ikki tín ábyrgd ella skyld, at tú ikki fært arbeiði. Lat tí vera við at taka tað persónligt og fella í fátt. 5. Søk málrættað Bæði umsókn og cv skulu verða sera málrættað, tá tú søkir starv. Tað nyttar einki at hava eina standard umsókn, sum tú bara sendir út til øll. Ger tær ómak og vís á tínar dygdir. Søkir tú starv innan alnetið, ger so eina heimasíðu og vís á hana í umsóknini. Ynskir tú at skriva, ger so ein blogg og blanda teg í almenna kjakið við skrivligum inn­ legg um í bløðunum. Í februar 2010 kemur ein nýggj skipan í gildi, sum skal binda føroyingar undir útbúgving og før­ oysku vinnuna saman. Skipanin verður umsitin av Stuðulsstovninum Slíkar skipanir, har lesandi fáa beinleiðis boð um størv, sum eru leys at søkja, hava leingi verið nýttar úti í heimi. Her heima kem­ ur skipanin kanska serliga væl við nú, tá tað vísir seg at vera torført hjá nýútbúnum fólki at finna arbeiði. Yrkisskipanin kann lætta munandi um ­ bæði hjá teimum, ið ynskja at søkja starv, og hjá arbeiðsgevarum, ið ynskja at seta fólk við serligum førleikum. Tey lesandi mugu tó sjálvi melda seg til skipanina. Tað skal gerast, tá tú søkir Stuðulsstovnin um stuðul. Á umsóknarblaðum verður nevniliga spurt, um tú vilt vera við í skipanini og fáa starvs­ lýsingar á tína privatu t­post adressu. Alt, ið krevst, er ein kross ur í henda teigin. Síðani syrg ir Stuðulsstovnurin fyri, at við komandi starvslýsingar verða sendar til tín, um okkurt viðkom­ andi starv verður leyst. Skipanin virkar á tann hátt, at allir arbeiðsgevarar í Føroyum fáa í boðið at venda sær beinleiðis til tey, ið eru undir útbúgving. Tað verður gjørt soleiðis, at bræv verð ur sent øllum arbeiðsgevarum fyrstu vikuna í februar 2010. Bræv ið verður sent til privatar ar ­ beiðsgevarar og til almennar arbeiðsgevarar, har ímillum eisini kommunurnar umvegis komm­ unufeløgini. Í brævinum fáa ar ­ beiðs gevararnir tilboð um at nýta skipanina. Skipanin er sera ein­ føld. Tað einasta arbeiðsgevarin skal gera, er at senda eina leinkju, har víst verður hvar lýsingin er. Síðan tekur Yrkistænastan sær av at senda lýsingina víðari út alla­ staðni, har viðkomandi føroyingar eru. Øll kunnu vera við Øll lesandi, sum hava krossað av, at tey ynskja at vera við í skip­ anini, kunnu vera við. Einki mark er fyri, hvat tú skalt lesa, hvar tú skalt lesa, ella hvussu langt tú skalt vera komin við útbúgvingini. Stuðulsstovnurin hevur bjóðað øllum, sum eru undir útbúgving og sum fáa stuðul, at vera við í skipanini. Tey, sum hava krossað av, at tey vilja hava starvs lýsing­ arnar sendandi á sína privatu t­postadressu, fáa tilboðið. Sí leinkju undir umsóknarblað 2010 á www.studul.fo Skipanin fevnir sostatt um tey, sum eru undir útbúgving í Føroy­ um og eisini um tey, sum eru undir útbúgving uttanlands. Hetta merkir, at øll føroysk lesandi kunnu fáa starvslýsingar, óansæð hvar í heiminum tey nema sær út ­ búgving. Talan er um allar útbúgv­ ingar, sum eru eftir miðnám. Um tú hevur krossað av á umsókn­ arblaðnum, ert tú tilmeldaður, og so fært tú viðkomandi lýsingar send andi. Yrkistænastan – arbeiðstilboð til føroysk lesandi Yrkistænastan hjálpir føroyskum lesandi at frætta um leys størv í Føroyum. Tað kann bøta um arbeiðsloysið hjá nýútbúnum