Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. februar 2010 – Nr. 24 Neistin leggur nógv fyri, nú teir ætla sær at vin na steypafinaluna í mans­ hond bólti annað árið á rað Dimmalætting staðfesti í gjár, at Neist in hevur gjørt avtalu við danska Emil K. Jacobsen, sum dag­ liga spælir í danska Ajax. Her hevur málverjin verið liðfelagi við Heina Hanusarson, og sum skilst er tað umvegis Heina, at sambandið mill um Neistan og Emil er komið í lag. Enn vita tey í Neistanum ikki, um reyða kortið, sum Ári Dam fekk í dysti num móti KÍF sunnudagin, ber ein ella tveir daga leikbann við sær. Er talan um tveir dagar, er Ári leik­ bannaður til steypafinaluna, og sagt verð ur, at tilgongdin av Emil K. Jacob sen er ein roynd at byrgja upp fyri hesum missi. Samstundis er tó greitt, at danski mál verjin við hesum forðar Dejan Lacok í at spæla teir báðar komandi dystir nar. Tað er bert loyvt at nýta tríggj ar útlendskar spælarar í hvørj­ um dysti, og tað er lítið hugsandi, at David Edvardsen ella Jugoslav Dju­ mic verða tveittir á beinkin at sita. Tað gevur bara rúm fyri tí eina út lendska spælaranum afturat, og hes in verður eftir øllum at døma dans ki málverjin. Um Eml K. Jacobsen er annars at siga, at hann væl og virðiliga tykist hava støðið, sum skal til fyri at vera ein profilur í føroyskum hondbólti. Tvær ferðir hevur hann spælt við danska A­landsliðnum, og hann hev ur eisini 10 U­landsdystir á kontini. Dysturin í Klaksvík í gjárkvøldið var kanska seinasti møguleikin hjá Fleyr at leggja seg út í oddastríðið í Eik­liguni hjá monnum. Men tað eydnaðist ikki – og nú er helst ov seint Alt kappingarárið hevur Fleyr ligið á triðjaplássinum, og tað sær ikki mætari út, enn at har verður Fleyr verandi, til kappingin er liðug. Fyrst og fremst, tí liðið fær alt ov lítið burturúr ímóti teimum báðum ovaru liðunum, Mjølnir og SÍ. Eitt gott dømi um tað var dysturin í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjárkvøldið, tá Fleyr ikki stóð nakað aftan fyri Mjølnir, men allíkavæl ikki kláraði at vinna og fáa sær tvey týdningarmikil stig. Í staðin tapti Fleyr og er seks stig aftan fyri SÍ, nú átta stig eru eftir hjá liðnum at spæla um. Fyrsta setti var javnt og liðini fylgdust allan vegin, men tað endaði við, at Mjølnir tók tað. Í øðrum setti kom Fleyr fyri seg, fór beinanvegin framum og helt leiðsluna allan vegin, so nú stóð á jøvnum í settum, 1­1. Aftur var nokk so javnt í triðja setti, men ímóti endanum slapp Mjølnir enn eina ferð avstað og vann tað. Skuldi Fleyr gera nakað við Mjølnir í hesum dystinum, so mátti fjórða sett vinnast. Tað sá eisini gott út, tí Fleyr hevði hug at fara avstað, men slapp ongantíð ordiliga av við Mjølnir. Ímóti endanum var Fleyr á odda fyrst 20­16, síðani 24­21, og skuldi bara avgera, men tá tó Mjølnir aftur dik á seg og blokkaði allar royndirnar hjá Fleyr at vinna settið, og sostatt fór Mjølnir avstað við sigrinum. Mjølnir er nú aftur trý stig framman fyri SÍ, sum tó eigur ein dyst á, og heili níggju stig framman fyri Fleyr, sum eftir øllum at døma spældi sær endaliga av við finalukjansin í Klaksvík í gjárkvøldið. Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 13 12 - 1 37 7 30 13 2 Mjølnir 13 9 - 4 31 18 13 10 3 TB 12 9 - 3 30 15 15 9 4 Fleyr 13 7 - 6 25 22 3 7 5 Dráttur 13 6 - 7 25 22 3 7 6 ÍF 13 2 - 11 7 34 -27 2 7 KÍF 13 0 - 13 2 39 -37 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir 14 11 - 3 35 15 20 15 2 SÍ 13 9 - 4 31 19 12 12 3 Fleyr 14 6 - 8 30 29 1 8 4 ÍF 13 0 - 13 3 36 -33 0 Mjølnir­Fleyr 3­1 (25­22, 17­25, 25­21, 26­24): Fleyr dumpaði Hondbóltur Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 13 11 - 0 - 2 424 341 83 22 2 H71 14 5 - 3 - 6 375 381 -6 13 3 Kyndil 14 6 - 1 - 7 342 381 -39 13 4 StÍF 13 5 - 1 - 7 351 365 -14 11 5 KÍF 13 5 - 1 - 7 323 354 -31 11 6 VÍF 13 5 - 0 - 8 380 373 7 10 Danskur landsliðs­ málverji til Neistan John Terry sleppur í feriu Venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti er til reiðar geva verjuspælaranum, John Terry frí nakrar dagar, so hann kann rudda upp í sínum privatlívi. John Terry hevur verið ótrúgvur, og tað hevur skapt nógvar yvirskriftir í tí litríku ensku pressuni. Nógv verður kjakast í Onglandi, um John Terry skal sleppa at halda fram, sum liðskipari á tí enska fótbóltslandsliðnum. John Terry skal hava ein fund við enska landsliðsvenjaran, Fabio Capello seinni í hesi vikuni. ­ Um John Terry hevur tørv á einari feriu, so fær hann frí. Um hann ikki hevur tørv á feriu, so spælir hann ímóti Cardiff, sigur Carlo Ancelotti við SkySports Skotin spælari til HM Í farnu viku var Salvador Cabanas skotin í einum vertshúsum í Mexico býi. Cabanas var leingi undir skurði, men tað eydnaðist ikki skurðlæknunum at taka burtur kúglina í høvdinum hjá Cabanas. Salvador Cabanas lá uttan vit teir fyrstu dagarnar, men hann er nú komin so frægt fyri seg, at hann kann flyta bæði armar og bein, og hann hevur prátað við bæði læknar og skyldfólk. Paraguay er eitt av teimum 32 londunum, sum hava spælt seg í HM­endaspælið í Suður­Afrika, og tað fyllir nógv í hugaheiminum hjá Salvador Cabanas. ­ Hann hugsar nógv um HM. Hann hevur tosað við læknan um tað, og tað er gott. Tað motiverar Salvador. Honum leigist eftir at sleppa at venja aftur, sigur Michel Bauer, sum er forseti í tí meksikanska felagnum hjá Salvador Cabanas, America við meksikanskar fjølmiðlar. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Emil K. Jacobsen úr Ajax verður í Neista-málinum, tá Neistin sunnudagin spælir móti StÍF, og tá teir bláu annan leygardag spæla steypafinalu móti Kyndli