Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010 Nú er um eitt ár síðani, at miðnámskúli og heilsuskúli fingu nýggjar karmar í nýggja Skúladeplinum í Suðuroynni. Bæði lærarar og næmingar dáma væl í nýggja skúlabygninginum, sum hevur serstakt snið og sum er listprýddur. Eisini heilsuskúlanæmingar, sum koma norðaneftir til Suðuroyar á heilsuskúla, trívast væl í nýggja skúl­ an um RepoRtaga Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nú er um eitt ár síðani, at skúla­ næmingar í Suðuroynni, og eisini í øllum Føroyum, fingu spildur nýggjar karmar. Nýggi skúla­ bygn ingurin, sum liggur í Hovi, tó í Porkerishaga, verður nevndur Skúladepilin í Suðuroynni. Skúla­ depilin hýsir miðnámsskúla, og Heilsuskúli Føroya hevur eisini inni vist, og hevur góðar um ­ støður. Vit vitjaðu innar ein dag í jan­ uar. Glað og nøgd Skúladepilin liggur beint við nýggja Hovstunnilin. Stutt er bæði til Vágs og til Tvøroyrar. Hóast heldur grátt í veðrinum, tekur skúlabygningurin, við sín­ um rundu formum, seg væl út. Tað fyrsta, ein leggur til merkis, er serstaka listaverkið við inn­ gongdina, sum er íbygt í sjálvan skúlabyggningin. Verkið nevnist Gása mál, og tað er Anker Morten­ sen, ið hevur gjørt listaverkið, ið óivað so ella so vísir aftur til, at Hov millum manna er kent fyri, at nógvar gæs eru at síggja. Eisini inni eru listaverk, t.d. er stóri veggurin í kantinuni prýddur við verki hjá Aggi Ásgeirsdóttir, og eisini sæst leirlist eftir Guðrið Poulsen. Stóri og rundaði glasveggurin, ið fevnir kantinu og miðgongd, ger eisini, at ljóst er inni. Vit leita fyrst innar til skúla­ leiðaran fyri Miðnámsskúlan, Ole Laursen. Hann greiðir frá, 2. mars í 2009 fóru tey í nýggja skúlan, eftir at hava verið undir skiftandi og trongum umstøðum í Vági í mong ár. 110 næmingar ganga í miðnámsskúla og 17 lærarar eru. ­ Her eru allir hentleikar, sigur Ole, sum tó vísir á, at tá um ítrótt ræður, so hava tey eisini ítróttar­ høllina í Vági til taks. Ole Laursen sigur, at lærararnir eru glaðir og nøgdir við um støðurnar, og tað metir hann Trívast væl í Skúlade Karl Mikkjal Bech, miðnámsskúlanæmingur: Eg trívist sera væl. Í so máta kundi ikki verið betri. Vit kundu ikki ynskt betri skúla, tó at hann kanska kundi ligið betri, tí her nakað vindhart. Men alt er nýtt og nýmótans og stovurnar eru stórar. Tað tekur bert fimm minuttir av Tvøroyri til Hovs, so í so máta liggur skúlin væl fyri. Samanhaldið er gott, øll savnast í kantinuni, og tað riggar stak væl Heilsuskúlanæmingar hava júst fingið prógv, har millum hesar. Frá vinstru eru tær Guri Knudsen, Eilin Mørkøre og Mariann Stenberg. Ongin teirra er úr Suðuroynni. Tær hava trivist væl og siga seg hava gingið í einum góðum flokki. – Hetta er ein góður skúli, ið hevur alt, ið okkum tørvar, t.d. serstovur, har ein fær roynt seg í veruligum umstøðum, og køk at gera sunnan mat í. Ongin okkara er úr Suðuroynni, men skúlagongdin hevur riggað væl. Kunningarstovan fekk okkum innivist, og vit hava búð bæði privat og á kollegii. Og so hava vit siglt ímillum í vikuskiftunum. Vit eru lidnar nú, men hava havt góð og lærurík ár, eru tær samdar um Marin í Dali, miðnámsskúlanæmingur: Eg trívist væl her. Skúlin er bygdur, so øll koma hvør øðrum við. Hann er opin. Í Vági sá ein ikki hvønn annan. Tað er positivt, at skúlin er í Hovi, tí øll hava líka langt í skúla. Ongin fer nakran veg, men tó liggur skúlin ikki úti í oyðimørk. Hann liggur væl og útsýnið er vakurt