mikudagur 19. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 245 - 19. desember 2001
Nr. 245 - 19. desember 2001
3
UMMÆLI
Victor Carlsen
Nú jólini eru í hondum er
heilt vanligt at farið verður
til nærum allar tær jóla-
konsertir, ið verða hildnar
kring landið. Eitt av aftur-
vendandi tiltøkunum, er
konsertin hjá musikkskúla-
undirvísingini í Havnini,
t.v.s. bæði hjá Musikkskúl-
anum sjálvum og so kvøld-
skúlaskipanini. Mangir eru
teir næmingar, ið nema sær
kunnleika, antin á ljóðføri,
ella við at læra seg at
syngja, bæði sum einstak-
lingar og saman í kóri.
Norðurlandahúsið
var
fullsett hetta hóskvøldið,
og ein sonn fragd var tað at
síggja og hoyra børn saman
við lærarum sínum fram-
føra jólaleik og –sang. Tá
jólaboðskapurin, eins og
hann er at finna í Bíbliu
okkara er grundarlagið
undir slíkari framførslu, so
er tað at efgnast um, at ikki
bert vættrar og huldufólk
vera ímyndin av jólunum,
men eisini Jesusbarnið,
Jósef og Maria, hirðrarnir
og vísmenninir sleppa uppí
part, og beinleiðis siterað
verður úr skriftini á einn
lættskiljandi hátt. Tá kenn-
ist tað, sum at jólini eru
komin fyri hvønn einkult-
an, ið inni er.
Børn eru ymisk av lyndi
og uppliva vist jólini á
teirra serstaka hátt. Byrjað
varð við sanginum um
nissumammu, nissupápa og
børn, ið gera alt so hugna-
ligt til jóla, og dansað verð-
ur um jólatræið. Hetta
fingu vit ein forsmakk
uppá, og so varð hildið
áfram við jólasyrpu, ið
guitarar leiktu sera hegnis-
liga. Eyðkent fyri guitar-
spælið er, at nøkur leika
akkordirnar og so onnur
leika melodiin. Hetta ger
spælið gott og lívgangdi.
Blásiljóðføri, so sum klari-
nettir, saxofonir og tvør-
floytur lótu eisini hoyra frá
sær, bæði sum felagsor-
kestur og sum trioir og
kvartettir, og stuttligt var at
hoyra, hvussu framúr væl
børnini duga at spæla hesi
ljóðføri.
Eftir eina góða og hugna-
liga framførslu sluppu vit at
hoyra eldra partin av næm-
ingunum, t.v.s. tey, ið kalla
seg fyri ”Ung stjørnuskot”
framføra ein part av teirra
jólaskrá. Her var talan um
eitt meiri víðkað orkestur,
har trummur og aðrar rytm-
ur, keyboard, el-guitari,
bassur
og
bláiljóðføri
høvdu grundina undir ein-
um størri felagskóri, ið
sang framúr væl. ”Mariu-
sonur”, ”Now it is Christ-
mas” og onnur jólaløg orðu
framførd.
Sum flestu tiltøkum líkt,
so varð endað við vælkenda
jólasanginum yvir allar,
neniliga ”Gleðilig Jól”, ið
setti eitt virðuligt punktum
fyri hesum hugnaliga jóla-
kvøldi uppi í Norðurlanda-
húsinum. Forldur, vinir og
kenningar at hesum børn-
um, ið framførdu, kundu
fara heim við kensluni um,
at jólini eru fyri okkum øll,
hvussu vit so enn uppliva
tey. Latið okkum taka sam-
an hendur, og ynskja hvørj-
um øðrum hetta. Tøkk til
lærarar og skúlar fyri hollu
undirvísing tykkara, og vit
gleða okkum til at hoyra
meiri frá tykkum eina aðru
ferð.
Luciakonsert í Norðurlandahúsinum
Tingmaðurin úr
Sandoynni, Páll á
Reynatúgvu, tekur
undir við uppskot-
inum um, at Teistin
skal fara fyrsta túrin á
morgni úr Skopun út
í Hest, men hann skal
fara aftur til Skopun-
ar og síðani beinleiðis
á Gomlurætt. Hetta
hevði spart sandoy-
ingum tíð um
morgunin
TEISTIN
Stefan í Skorini
Páll á Reynatúgvu er til-
reiðar at boyggja seg í
sínum kravi um, at Teistin
bara skal sigla millum
Skopun og Gomlurætt.
Hann tekur undir við Sólvit
Simonsen av Sandi, ið
skýtur upp, at Teistin fer út
í Hest fyrsta túrin á morgni,
so aftur til Skopunar og
síðani beinleiðis á Gomlu-
rætt.
Páll á Reynatúgvu hevur
annars gjørt rættiliga nógv
um seg í seinastuni, tá hann
kravdi av Bjarna Djurholm,
landsstýrismanni við sam-
ferðslumálum, at Teistin
ikki skuldi sigla út í Hest
fyrsta túrin á morgni men
beinleiðis á Gomlurætt.
Orsøkin er, at tað tekur
ov langa tíð hjá sandoy-
ingum at koma yvirum til
Gomlurætt, og tað er órími-
ligt.
Spara 40 minuttir
Uppskotið hjá Sólvit Sim-
onsen er, at Teistin siglir
klokkan 6.15 úr Skopun til
Hest og aftur, og síðani úr
Skopun
til
Gomlurætt
klokkan 7.05. Páll skýtur
upp, at henda tíðarætlan
verður togd tíggju minuttir,
so at Teistin fer út í Hest
klokkan 6.25, so skipið fer
úr Hesti klokkan 6.40.
Eftir núverandi ferðaætl-
an mugu sandoyingar úr
Skopun klokkan 6.35, og
teir eru ikki á Gomlurætt
fyrr enn 50 minuttir seinni,
t.v.s. klokkan 7.25.
Páll á Reynatúgvu held-
ur, at hetta er órímiligt, tí at
teir sandoyingar, ið arbeiða
og ganga í skúla í Havn,
mugu so tíðliga upp. Eftir
hansara uppskoti, ið Sólvit
Simonsen
upprunaliga
hevur borið fram, sleppa
sandoyingar at sova 40
minuttir longri um morg-
unin.
Teistin hevði síðani skul-
að lagt at í Hesti fyrst, tá
hann siglir aftur í Sand-
oynna seinnapartin. So-
leiðis høvdu fólk úr Hesti
mist tíð um morgunin,
meðan sandoyingar høvdu
mist tíð á seinnapartin.
Hetta uppskotið hevur tó
við sær, at tað tekur ein
tíma hjá hestfólki at sleppa
úr Hesti til Gomlurætt.
Nýtt uppskot um ferðaætlan hjá Teistanum
Páll á Reynatúgvu og Sólvit Simonsen skjóta upp, at Teistin
siglir úr Skopun út í Hest fyrsta túrin á morgni. Síðani skal
skipið fara aftur til Skopunar eftir sandoyingum og síðani
beinleiðis á Gomlurætt
Ein bóndi í Leynum
er meldaður fyri
misrøkt av garðinum.
Seyðurin er so rak og
illa fyri, at løgreglan
hevur álagt honum at
geva kríatúrunum eitt
sindur at eta
DJÓRAHALD
Stefan í Skorini
Jarðarráð Føroya hevur
meldað ein bónda í Leyn-
um til løgregluna fyri mis-
røkt av djórunum á garð-
inum. Hetta er gjørt eftir at
hava fingið fleiri áheitanir
frá ónevndum fólki um, at
djórini á garðinum ikki fáa
ta røkt, ið tey hava fyri
neyðini.
Løgreglan var á garð-
inum týsdagin og kannaði
viðurskiftini saman við
einum djóralækna. Myndir
vórðu tiknar av djórum og
av øðrum á garðinum.
Djóralæknin skal síðani
geva løgregluni eina skriv-
liga meting av støðuni.
Ikki skuldsettur
Út frá hesi meting og vitj-
anini á garðinum skal løg-
reglan taka støðu til, um
bóndin skal skuldsetast,
ella um hann sleppur
snikkaleysur. Enn er hann
ikki skuldsettur, men málið
er á lívi, sum vakthavandi á
løgreglustøðini sigur. Mál-
ið verður sent sýslumann-
inum í Vestmanna, og hann
skal taka støðuna, tí hetta er
hansara øki.
Um talan er um djóra-
pínslu, so liggur málið hjá
løgregluni, og hon kann
skuldseta bóndan, men um
talan er um vanrøkt, kann
løgreglan áleggja bóndan-
um at fáa viðurskiftini í
rættlag, áðrenn langt um
líður.
Staðfestast kann í øllum
førum, at seyðurin ikki
hevur fingið nóg mikið til
matna, tí hann er ógvuliga
rak og illa fyri. Tí fekk
bóndin greið boð frá løg-
regluni um at geva seyðin-
um mat í munnin. Annað
varð ikki álagt bóndanum á
hesum sinni. Tað eigur tó at
vera eitt av áhugamálum
bóndans at hava góðan og
feitan seyð.
Løgreglan áleggur bónda:
Gev seyðinum at eta
Ein bóndi í Leynum hevur
fingið boð frá løgregluni um
at geva seyðinum mat
C
M
Y
K
3
2