mikudagur 19. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 245 - 19. desember 2001
Nr. 245 - 19. desember 2001
5
Heilt nógv var á
móttøku at heiðra
Karl Johansen, nú
hann hevur verið
formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelagi í
25 ár
HÁTÍÐARHALD
Áki Bertholdsen
Rættiliga nógv fólk varð
komið saman seinnapartin
sunnudagin at heiðrað Karl
Johansen, nú hann hevur
verið formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag í 25 ár.
Á møttøkuni á Hotel
Hafnina fingu fólk gløgg,
holukakur, kaffi, te og smá-
kakur og eyðvitað vórðu
eisini
nógvar
heilsanir
bornar fram, umframt at
hann fekk ein hóp av
blomstrum frá fólki, sum
vildu ynskja honum til-
lukku.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag hevði eisini biðið
listarmannin, Eivind Mohr,
mála ein málning av Karl
og hann var avdúkaður
hendan dagin.
Millum røðararnar vóru
Hanus Vang, Hans Birgir
Hansen, Viggo Olsen, po-
litikararnir Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum og Jóannes
Ejdesgaard, formaður javn-
aðarfloksins,
somuleiðis
ein av stóru arbeiðsgevar-
unum í landinum, Poul
Mohr, umframt Vilhelm M.
Johannesen, formaður í
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Bjarni Djurholm helt, at
Karl Johansen hevði verið
havnarmonnum ein góður
formaður. Hann helt, at tað
størsta, sum Havnar Ar-
beiðsmannafelag
hevði
fingið á skaftið í formans-
tíðini hjá Karl, var eftir-
lønargrunnurin, sum varð
skipaðu fyrst í áttatiárun-
um.
Vilhelm M Johannesen
helt eisini, at Karl hevði
verið ein góður formaður
fyri Havnar Arbeiðsmanna-
felag og hann ynskti honum
eisini alt gott framyvir.
Men hann takkaði eisini
Karl fyri hansara máta at
vera upp á, tí hann hevði
verið góður at telva við,
hóast teir báðir ikki telva
við sama liti.
Jóannes
Eidesgaard
ynskti eins gott samstarv
við Havnar Arbeiðsmanna-
felag sum tað hevði verið
higartil, tí hann helt at
javnaðarflokkurin og Havn-
ar Arbeiðsmannafelag vóru
runnin av somu rót og tí
høvdu felags áhugamál.
Hann helt, at hóast vit
kundu hava lyndi til at
halda, at fakfelagspolitikk-
ur var sjálvsagdur, hevði
tað stóran týdning ikki at
gloyma tey stóru rættindi,
sum fakfelagsrørslan hevur
vunnið verkafjøldini, átta
tíma arbeiðsdag, løn í reið-
um pengum og munandi
lønarhækkingar.
Poul Mohr hevði eisini
eftirlønargrunnin á munni
og helt, at hetta var tað
størsta, sum var hent í
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag.
– Hetta er ein grunnur,
sum arbeiðsgevararnir be-
tala til við gleði, segði Poul
Mohr- og tað átti hann at
vita, tí hann er ein av allar-
størstu arbeiðsgevarum í
landinum.
Heiðraðu Karl
Havnar Arbeiðsmannafela hevur fingið Eivind Mohr, listamálara at mála eina mynd av Karl
Johansen. Hon varð avdúkað sunnudagin sman við nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag
Jóannes Ejdesgaard ynskti gott samstarv við Havnar
Arbeiðsmannafelag
Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag
helt, at Karl hevur verið ein góður formaður
Fleiri kend andlit vóru á móttøku á Hafnina sunnudagin at ynskja Karl Johansen tillukku við
teimum 25 árunum sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Karl Johansen prátar við Katrina Dahl Jakobsen, løgtings-
kvinnu
Síðst í november mánaði
varð
Atlantic
Airways
heiðrað við triðju virðisløn
við Scandinavian Travel
Award 2001 í Berlin. At-
lantic Airways fekk triðju
virðisløn í bólkinum fyri
besta ferðamál/ bestu ferða-
skrivstovu fyri felagsins av
pakkaferðum og faldaran
»Färoer
Inseln«,
sum
umframt
rundferðarupp-
skot eisini bjóðar ein
hotellista og eina fjøl-
broytta skrá við gongu-
túrum, siglitúrum og øðr-
um.
– Vit fingu bjóðað at vera
við, og valdu at taka av, sig-
ur Magni Arge, stjóri á At-
lantic Airways.
– Eg dugi ikki at siga,
hvønn týdning hetta hevur
fyri okkum enn, men hetta
var ein virðisløn sum er um
ferðamál í Skandinavia.
Hetta kemur sjálvsagt at
vera ein liður í eini víðari
menning á tí týska markn-
aðinum.
Týski marknaðurin er ein
ógvuliga stórur marknaður,
tí har er so nógv at velja
ímillum. Tí er tað ringt at
gera vart við seg, og ikki
drukna millum øll hini
tilboðini, sum eru. Magni
Arge sigur, at Atlantic
Airways hevur ikki gjørt so
nógv við at marknaðarføra
seg har niðri, og tí kemur
henda virðislønin ógvuliga
væl við, tí hon vekir jú ans.
Skandinavian
Travel
Award er ein viðurkend
virðisløn í Skandinavia, og
hon verður latin fyri bestu
ferðamannatilboðini
í
Norðurlondum.
Millum
grundgevingarnar fyri virð-
islønina eru sera góð avrik í
sambandi
við
tænastu,
dygd og samskifti við við-
skiftafólkini. Viðrislønirnar
vórðu handaðar á eini
gallaveitslu í sambandi við
Skandinavientage í Berlin.
– Vit eru bæði fegin og
errin um, at okkara fram-
leiðsla og faldari eru so væl
móttikin í Týsklandi, og vit
vóna og vænta okkum
munandi
framgongd
á
týskaferðamarknaðinum
komandi árini, sigur Magni
Arge.
Vælumtókta týska ferða-
bókaforlagið Nordis, sum
hevur útgivið ferðabøkur
og tíðarrit um millum
annað Norðurlond, stendur
fyri Scandinavian Travel
Award.
Atlantic
Airways
heiðrað
í Berlin
Atlantic Airways hevur
vunnið virðisløn í Berlin síðst
í november í ár
FERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
Talið á bilum, sum koyra til
Havnar, hvønn dag er
vaksandi. Teljistaðurin eit-
ur Hoydalsá, Tórshavn –
Hoydalar.
Síðani 1995 hevur verið
ein støðug vaksan í ferðsl-
uni til og frá Havnini. Sam-
bært árbókini er talið
vaksið við 1382 bilum
pr/samdøgur. Hetta kann
eisini hava okkurt við vaks-
andi bilatalið í Føroyum at
gera.
Tað er ikki bert til og frá
Havnini at ferðslan økist.
Eisini á Lambareiði, tað vil
siga inn til Runavíkar og
víðari út á Toftir, er bila-
talið pr/samdøgur vaksið
við knøppum 1000 bilum.
KIRKJAN
Ingrid Bjarnastein
84,4% av fólkinum í Før-
oyum eru kirkjufólk. So-
mikið staðfestir nýggja ár-
bókin fyri Føroyar.
Í flest øllum býum og
bygdum í Føroyum eru
nærum allir íbúgvarnir
skrásettir sum kirkjufólk. Í
nøkrum av teimum smærru
bygdunum er enntá alt
kirkjufólk. Herav kann
nevnast Hestur, Nólsoy,
Bøur, Skálavík, Saksun og
aðrar bygdir.
Í Tórshavnar kommunu
búðu í ár 2000 17.748 fólk.
Av hesum eru 15.230
kirkjufólk. Hetta gevur
okkum eitt prosenttal áljóð-
andi 85,8%.
Føroya
næststørsta
kommuna, Klaksvík, hevði
í ár 2000 4780 íbúgvar.
Herav vóru 3190 kirkju-
fólk. Tað vil siga, at 66,7%
av
klaksvíkingum
eru
kirkjufólk.
Fægst kirkjufólk eru í
Hvannasundi. 63,5% av
teimum 449 borgarunum í
Hvannasundi eru kirkju-
fólk.
Flest føroyingar eru
kirkjufólk
Fleiri bilar ferðast til
Havnar
C
M
Y
K
5
4