Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 245 - 19. desember 2001 Nr. 245 - 19. desember 2001 7 Fyritøkan TeleTech hevur í hyggju at geva klaksvíkingum møguleikan til at fáa tráðleyst internet- samband. Longu fyrst í komandi árið fara dáta at flúga gjøgnum luftina í Klaksvík KT Heri á Rógvi Einaferð var ætlanin at leggja stóran part av Klaks- víkini undir glas. Tað var tann sonevnda ostaklokkan, sum skuldi gera tað størri og meira at vera íbúgvi í Klaksvík. Henda ætlanin varð tó ongantíð til veru- leika, men klaksvíkingar kunnu nú fegnast um at fáa okkurt floymandi omanfyri høvdini á teimum. Eins og vit hava sæð í høvuðsstaðnum og í Eyst- uroynni, eins í øðrum lond- um, so hava einamest virki, men eisini privatfólk fingið møguleikan at fáa sær so- kallað tráðleyst internet- samband. Og tað er eisin tráðleyst í orðsins rætta týdningi. Á Brúnaskarði – Í løtuni arbeiða menn hja TeleTech á Brúnaskarði við at seta upp antennu, so virkir í Klaksvík við skjót- um og tráðleysum Interneti, kunnu hava sama møgu- leika, sum virkir í Eysturoy og í Havn hava haft síðan ár 2000, skrivar TeleTech í tíðindaskrivi. TeleTech hevur sett sær fyri at verða klárir at veita tráðleyst internetsamband í januar/februar mánað kom- andi ár. Antennan, sum verður sett upp til endamálið, er eftir øllum at døma síðsta skríggj innan øki. Samband er knýtt beinleiðis til Før- oya Tele í Havn. Av Brúna- skarði verður hetta so sent víðari út til klaksvíkingar. Fyri at kunna taka ímóti hesum, so krevst serlig út- gerð til endamálið. Talan er um eina antennu, sum tekur ímóti dáta, umframt káplar. Av TeleTech verður upp- lýst, at kostnaðurin fyri hesa útgerð til ein privatan kunda fer at liggja um 4.000 kr. TeleTech sigur, at teir bæði fara at leggja seg eftir vinnulívinum og privatum viðskiftafólki. Talan er um fast internet- samband, har goldið verður fyri stovnan (útgerð) og mánaðargjald. Harumframt kemur eisini eitt gjald fyri hvørt megabeitið, ið tú móttekur. Sum nú er, so liggur prísurin hjá TeleTech á hvørjum megabeitið um 1,25 kr, men hetta er eitt sindur ymiskt. Tað eru serligir prísir galdandi, um tað eru tveir á netinum hjá TeleTech, sum samskifta. Órættvíst Ein annar, sum eisini hevur verið frammi við tankanum um tráðleyst internetsam- band í Klaksvík, er Esbern Hansen frá Hansoft. Hann hevur ført fram, at tað er rættiliga nógv dýrari at gera tílíkt í Klaksvík enn eitt nú í Havn, tí her verður ein meirkostnaður álagdur. Esbern Hansen sigur seg framvegis arbeiða við ein- ari verkætlan, har endamál- ið er at bjóða tráðleyst internetsamband í Klaks- vík, men hetta letur fyribils bíða eftir sær. Esbern Hansen sigur tað vera sera órættvíst, at teir í Klaksvík noyðast at skulu gjalda meira fyri at fáa eina linju til Havnar, soleiðis at tað verður ein stór íløga hjá teimum at skipa tráðleyst internetsamband í Klaks- vík. Tráðleyst alnet í Klaksvík Í Klaksvík ætla menn at nýta tráðleyst internetsamband Fleiri virkir og einst- aklingar í Føroyum nýta fast internet- samband, men skjót- ari ferðin verður, tess størri verður eisini rokningin. Orsøkin til prísirnar er, at kapasiteturin ikki er nóg stórur KT Heri á Rógvi Tað eru umleið 8.500 inter- net felagar í Føroyum, sam- bært hagtølunum hjá Fjar- skiftiseftirlitinum. Av hes- um eru tað bert góðir 250, sum hava fast samband við internetið/alnetið, t.e. tú er online allatíðina. Tey, sum hava fast inter- netsamband hava oftani eis- ini eitt sera skjótt samband, har tað gongur við teirri rúkandi ferð. Tey, ið nýta vanligt uppringt samband ella ISDN samband klára ikki í nærhendis so skjótt at taka niður av alnetinum ella annað virksemi í hesum sambandi. Eitt MB, ein króna Hjá nógv tí størsta partin- um av teimum, sum hava fast internetsamband, er tal- an um eina gjaldsskipan, har goldið verður eitt mán- aðargjald, eitt stovningar- gjald og eitt gjald fyri hvørt megabeit, ið verður down- load(a), t.e. taka niður av netinum. Hetta merkir so, at tekur tú eitt nú ímóti einum e- maili, sum fyllir 5 mega- beit, so kann hetta taka eina heilt lítla løtu at taka ímóti, men tú mást gjalda einar fimm krónur fyri hetta, alt eftir hvat fyri hald tú hevur. Við øðrum orðum ber tað so til siga, at skjótari inter- netsamband oftani kann merkja nógv dýrari rokn- ing. Tey flestu vilja mestir gera sær dælt av tí skjóta sambandinum og fara undir at taka meira og meira nið- ur, tí hetta gongur ógvuliga skjótt fyri seg. Eftir hvat Sosialurin skil- ir, so er orsøkin tann, at kapasiteturin er so mikið avmarkaður úr Føroyum á alnetinum, at hetta er ásett. Aðrastaðni síggja vit so- kallað flatrail gjald, har ein føst upphædd verður gold- in, men hetta setur tó fram- vegis sínar avmarkingar. Tað er tó einki, sum forð- ar fyri hesum í lóggávuni. Skjótari og dýrari Tað kann vera gerast rættiliga dýrt at downloada, hóast hetta tekur stutta tíð Nógv eru farin at nýta tráðleyst internetsamband í Føroyum Tað er brot á Stýris- skipanarlógina at útgjalda lønir uttan lógarheimild, sigur løgtingsmaður. Ting- maðurin tvætlar, svarar landsstýris- maðurin við fíggjar- málum EYKAJÁTTAN Edvard Joensen Uppskotið um eykajáttan- arlóg fyri november 2001 varð lagt fram so seint, at ivasamt er, um tað fær gildi, áðrenn tað fer úr gildi aftur, sigur Vilhelm Joh- annesen, løgtingsmaður. Hatta er tvætl, svarar Karsten Hansen landsstýr- ismaður við fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið. Vilhelm Johannesen veit betri, enn hann letst, og vil bara spæla hund. Vilhelm Johannesen, løg- tingsmaður, vísir á, at eftir tingskipanini kann upp- skotið um eykajáttanarlóg, eftir sum tað varð lagt fram, í fyrsta lagi verða samtykt leygardagin 22. december. So er spurningurin, um tingformaðurin fer at kalla tingið saman leygardagin fyri jól. Um so er, ella um frávik verður givið, soleiðis at tað verður avgreitt áðrenn, kann tað góðkennast í landsstýrinum og síðan lýs- ast í Kunngerðarblaðnum, sum helst verður leygar- dagin 29. december. Vanligt er so, at lóg kem- ur í gildi dagin eftir, at hon er samtykt. Tað vil siga sunnudagin 30. december. Eftir er so mánadagurin 31. december, sum landsstýris- maðurin so hevur til at av- greiða allar tær útgjalding- ar, sum gerast skulu. Hetta tí, at eykajáttanarlógin er bara galdandi í tí fíggjarári, hon er gjørd. Tað vil siga, at hon fer úr gildi, samstundis sum fíggjarárið endar 31. december. Heimildarloysi Vilhelm Johannesen, løg- tingsmaður, metir, at lands- stýrismaðurin við fíggjar- málum hevur brotið Stýris- skipanarlógina og arbeitt í heimildarloysi, tá hann hevur goldið lønir úr lands- kassanum, uttan at játtan er givin av Løgtinginum. Vilhelm Johannesen vísir á, at talan er um at gjalda út tær lønarhækkingar, sum komnar eru í samband við sáttmálasamráðingarnar, sum hava verið í ár. Tað vil siga eftir, at verandi fíggj- arlóg varð samtykt. Eitt nú vóru sáttmálar undirskrivaðir í vár, og kundi landstýrismaðurin longu tá lagt fyri tingið uppskot um eykajáttanar- lóg. Men tað gjørdi hann ikki, vísir Vilhelm Johann- esen á. Síðan var møguleik- in á ólavsøku, men har kom heldur einki tá. Ikki fyrr enn nú, árið er farið, kemur uppskotið frá landsstýrismanninum, sig- ur Vilhelm Johannesen. Men nú hevur landsstýris- maðurin alla hesa tíðina goldið út í stríð við Stýris- skipanarlógina sum sigur, at: »Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heim- ild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játt- anarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.« Sum minniluti í Fíggjar- nevndini átalar Vilhelm Johannesen harðliga hesa mannagongd og spyr, um Løgtingið kann lata slíkt ganga, ella um nevin nú verður sligin í borðið, og tingið letur hetta fáa avleið- ingar fyri landsstýrismann- in. Tvætl Karsten Hansen, landsstýr- ismaður við fíggjarmálum, vísir atfinningunum frá Vilhelmi Johannesen aftur sum tvætl og spæl fyri gall- arínum. – Vilhelm Johannesen liggur bara og saboterar ar- beiðið, vit royna at gera fyri at byggja hetta landið upp, sigur hann. Hann heldur uppá, at hendan viðmerkingin er tann sama, sum Vilhelm Johannesen eisini hevði, tá eykajáttanarlógin kom í fjør. Um tað, sum Vilhelm Johannesen sigur um heim- ildarloysi, sigur Karsten Hansen, at hann er tann fyrsti landsstýrismaðurin, sum yvirhøvur kemur í Løgtingið við slíkum út- reiðslum. Fyrr hava tær bara verið avgreiddar, tí tað er mest praktiskt at gera tað so. Eisini í ár hava lønar- hækkingar verið útgoldnar av praktiskum orsøkum. Tann seinasti sáttmálin er ikki gjørdur fyrr enn nú fyri heilt stuttum, og altenativið hevði annars verið at latið fólk gingið við ongari løn- arhækking, til tingið eina- ferð kom saman aftur. Men tað veit Vilhelm Johannesen alt um, vísir Karsten Hansen á, og tekur uppaftur, at Vilhelm bara spælir hund. – Avgerðin um at gera tað soleiðis og samla alt upp í eini seinastu eykajáttanar- lóg nú, er langt síðan avtal- að í samgonguni, og einki óvanligt er í hesum, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum. Stýrisskipanarlógin er brotin Vilhelm Johannesen, fíggjarnevndarlimur, átalar harðliga, at Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, rindar pengar út uttan játtan. Tað er brot á Stýrisskipanarlógina, sigur Vilhelm Johannesen Karsten Hansen svarar at Vilhelm Johannesen tvætlar og spælir hund C M Y K 7 6