Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 245 - 19. desember 2001 Nr. 245 - 19. desember 2001 9 UTTAN ÚR HEIMI Tilburðurin hevur elvt til øði og ræðslu í írsku bygdini Bally- bay ÚTLAND Fartekst Nunnan Philomena Lyons stóð og bíðaði eftir bussinum, tá onkur leyp á hana, neyðtók hana og kvaldi hana síðani. Bygd- arfólkið fekk varhugan av, at okkurt var áfatt, tá tey varnaðust, at ferðagóðsið hjá nunnuni varð standandi á steðgipláss- inum. Nú bera bygdarfólkini í Ballybay ótta fyri, at neyðtøku- og drápsmaður- in fer at gera um seg aftur. Morðið hevur skelkað írska fólkið, og løgreglu- menn í stórum tali leita eftir illgerðarmanninum. Samstundis hava fólk í Ballybay og øðrum bygd- um har á leiðini fingið boð um at vera á varð- haldi. Tann 68 ára gamla nunnan var farin frá sum lærarinna í Ballybay og varð nógv avhildin av bygdarfólkinum. Tí skilja fólk ikki, at hon skuldi fáa hesa syndarligu lagnuna. Rættilig vetrarveður hevur herjað ein stóran part av Eystur- og Suðurevropa seinastu dagarnar. Nógv fólk eru deyð í kuldanum. ÚTLAND Fartekst Á fronsku miðjarðarhavs- oynni Korsika noyddust gravkýr at grava seg fram til fleiri bygdir í fjalla- lendinum, gondolirnar í Venezia sluppu ikki fram fyri ísi, og nógvastaðni vórðu flogvallir stongdir. Ringast stóð til í Pólandi. Polsku myndugleikarnir siga, at í hvussu er 129 fólk eru deyð í kuldanum, sum onkra náttina er komin nið- ur í 25 kuldastig. Nógv av teimum, sum doyðu, vóru fólk, sum høvdu fingið í meira lagi upp í høvdið, og sum vóru avdottin úti. Onnur vóru tílík, sum einki hava at búgva í. Polsku samfelagsgranskararnir siga, at heimloysi er vorðið er vaksandi trupulleiki, síð- ani kommunisman fall. Víst verður á, at hóast seinasti vetur ikki var so kaldur, doyðu 112 fólk í kulda tá. Men eisini longur suðuri hevur kuldin gjørt vart við seg við nógvum kava, og onkunstaðni hava teir mált niður í 30 kuldastig. Mark- ið millum Frakland og Spania hevur verið stongt, og bjargingarlið hava havt úr at gera at hjálpa akførum, sum stóðu føst millum fjøllini. Á Korsika mistu 12.000 hús streymin, og í Turka- landi elvdi hálka til ruðu- leika í ferðsluni í høvuðs- staðnum Ankara og aðra- staðni í landinum. Minst tvey fólk eru deyð í kulda, siga turkisku myndugleik- arnir. Veðurmenninir vænta, at tað verður heldur lýggjari teir næstu dagarnar. Veturin kom við kulda og kava Nunna neyðtikin og myrd – Privatu arbeiðsgev- ararnir ætla ikki at spara at brúka fúta- rættin fyri at loysa ósemjur á arbeiðs- marknaðinum, skuldi ein støða tikið seg upp,sigur Vilhelm M. Johannesen, formað- ur í Føroya Arbeiðs- gevarafelag ARBEIÐSRÆTTUR Áki Bertholdsen – Vit ætla ikki at spara okk- um at brúka fútarættin, skuldi høvi býðst. Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðs- gevarafelag, sigur, at fúta- rætturin er eitt amboð, sum teir privatu arbeiðsgevar- arnir ætla at sær at brúka, skuldi ósemjur tikið seg upp á arbeiðsmarknaðin- um, sum krevja tað. Sostatt er tað greitt, at tá ið Landsstýrið nakrar ferðir í seinastuni hevur lagt ó- semjur á arbeiðsmarkn- aðinum fyri fútarættin, hev- ur almenni arbeiðsgevarin samstundis lagt lunnar undir eina nýggja siðvenju á føroyska arbeiðsmarkn- aðinum. Tí Vilhelm Johannesen viðgongur, at fútarætturin er ein møguleiki, sum teir ikki áður hava hugsað um í sambandi við ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. –Tað er avgjørt ikki av erkvisni, at vit ikki hava brúkt fútarættin í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Fyri at siga tað sum tað er: Ongin hevur hugsað um tað fyrr og tað er ikki so langt síðani, at vit hava varnast hendan møguleikan, sigur hann. Men hann ivast ikki í, at nú hesin møguleikin er til staðar, fara teir privatu arbeiðsgevararnir eisini at brúka hann, skuldi støðan kravt tað. –Taka ósemjur seg upp, er tað ongin ivi um, at vit fara at spæla við teimum stóru kortunum. Fútarætt- urin er ikki ein møguleiki, vit høvdu spart. sigur hann Vilja hava arbeiðsrætt Formaðurin í Føroya Ar- beiðsgevarafelag sigur, at tað, at mál verða løgd fyri fútarættin, er ein avleiðing av, at vit ikki hava arbeiðs- rætt í Føroyum. Og hann skilir ikki, hví vit ikki skulu hava ein slíkan í Føroyum. Hann sipar til, at aðrastaðni hava tað verið fakfeløgini, sum hava gingið á odda fyri at fáa arbeiðsrætt. Fakfeløgini siga, at allir dómarnir í einum arbeiðs- rætti ganga teimum ímóti at at slíkir rættir tískil einki annað eru enn amboð hjá arbeiðsgevarunum? – Eg haldi at tað er ov langt úti at kalla dómstólin partískan, tí tað er ein so grundleggjandi stovnur í okkara samfelag. Men ein sum tapir mál eftir mál í rættinum, kann eisini spyrja seg sjálvan um tað í veruleikanum ikki er hann, sum hevur órætt. –Tað eru eisini nógv dømi um, at dómar ganga Føroya Arbeiðsgevarafelag ímóti, so tað gongur báðar vegir Hann sigur, at arbeiðs- rættur er heilt einfalt ein spurningur um at hava skipað viðurskifti á ar- beiðsmarknaðinum. –Vit mugu hava skipað viðurskifti, hvussu ein ber seg at ímóti hvørjum øðr- um. Og tað er heldur ikki rætt at tað skal bera til at leggja arbeiðið niður, óatalað, uttan at hava lóg- ligan rætt til tað. Vilhelm Johannesen heldur ikki, at ein víðkaður gerðarrættur loysir uppgáv- una, tí teir arbeiða alt ov seint og eru fullkomiliga óegnaður at loysa ósemjur, sum krevja skjóta avgerð. Tað er heldur ongin ivi um, at í gerðarrættinum er tað tann eini dómarin, sum hevur avgerðina, tí tað er óhugsandi, at umboðini hjá arbeiðsgevarunum fara at halda við fakfeløgunum og øvugt. Tískil mælir Føroya Ar- beiðsgevarafelag framvegis til, at spurningurin um ar- beiðsrætt verður tikin upp- aftur. Hann sigur, at arbeiðs- rætturin viðgerð bara mál um sáttmálabrot og ósemj- ur um hvussu orðingar í sáttmálanum skulu skiljast og slíkt eigur ikki at føra til tiltøk, tí vit hava friðar- skyldu,t á ið sáttmáli er undirskrivaður. Og so leingi, ongin arbeiðsrættur er, er heldur ongin ivi um, at fútarætturin fer at verða brúktur, leggur hann afturat. – At leggja ósemjur á arbeiðsmarknaðinum fyri fútarættin, er ein møguleiki, sum vit ikki hava hugsað um, fyrrenn nú landsstýrið hevur gjørt tað nakrar ferðir, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag Verður tað neyðugt fara vit í fútarættin – Vit skulu hava turt gólv leygardagin, og millum jól og nýggj- árs verður virkið stongt. Tá fara vit at fremja ymiskar ábøtur, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún FISKIVINNA Vilmund Jacobsen – Vit vænta nøkur skip í vikuni, men tað verður nokk einki serligt rok upp- undir endan av árinum. Soleiðis tók stjórin á Havsbrún til, tá ið vit høvdu hann í telefonini týs- morgunin. Tvey skip hava landað ávikavist lodnu og svart- kjaft til Havsbrún í seinast- uni; tey eru russiska skipið, Murman, sum hevði 1700 tons av lodnu og íslendska skipið, Bergur, sum hevði 700 tons av svartkjafti. – Murman kom heilt úr Barentshavinum, so teir høvdu langan veg at sigla. Skipari og yvirmenn eru norðmenn, restin av mann- ingini eru russar. Bergur væntar, at Mur- man kemur inn aftur at landa, áðrenn vikan er úti, tí nú eru teir á svartkjafta- veiði undir Føroyum. Íslendski báturin hevði ikki fulla last hendan túrin. – Vit vænta eisini Krún- borg hesa vikuna. Teir eru á svartkjaftaveiði, og tá iðvit frættu, høvdu teir 300 tons inni, men skuldu fiska tveir dagar aftrat. Spurdur, hvussu svartkjaftafiski- skapurin hevur vignast, sigur Bergur, at taðhevur verið eitt sindur at fingið, men í seinastuni hevur ikki borið nakað serligt til. – So, tað gongur upp og niður, eisini við svartkjafta- fiskiskapinum, sigur hann. Bergur sigur, at møguliga koma onkur onnur skip eisini inn at landa í vikuni, sum teir einki vita um beint nú. 60.000 tons fleiri Nú árið næstan er umliðið, hevur Havsbrún tikið ímóti tilsamans 270.000 tonsum av rávøru, tá ið alt er tikið við, eisini slógvið, sum er eini 25.000 tons um árið. Hetta eru eini 60.000 tons fleiri enn í fjør. Stjórin sigur, at størstu framleiðslunøgdirnar hjá virkinum eru mjøl, 50.000 tons og fóður, 40.000. Síð- an kemur lýsi, 8.000 tons. Spurdur, hvønn veg tað gongur við fóðrinum, sigur Bergur, at framleiðslan er veksandi; hon er nevniliga vaksin við umleið 25% um árið, og umleið 25% av fóðrinum verður útflutt. Restin verður selt í Før- oyum. – Tað er gott at hava eitt breiðari framleiðslugrund- arlag og ein breiðarimarkn- að, sum vit alla tíðina arbeiða við, sigur hann. Ábøtur fremjast Bergur Poulsen sigur, at tey fara ikki at arbeiða millum jól og nýggjárs; tá verður virkið stongt. – Leygardagin skal verða turt gólv á virkinum, og meðan virkið verður stongt, fara vit at fremja ymiskar ábøtur og viðlíkahald. Hetta er tung drift, maskin- urnar slítast nógv, og fáir steðgir hava verið í ár. Tað, sum vit fara at gera, meðan steðgur er, vil eg kalla fyribyrgjandi viðlíkahald, sigur stjórin. Størri helmingurin av rá- vøruni, sum Havsbrún keypir, kemur frá føroysk- um skipum. Fóðurframleiðslan á Havsbrún er vaksin við umleið 25% um árið. Umleið 25% av fóðrinum verður útflutt, restin verður selt í Føroyum Havsbrún 60.000 tons fleiri í ár Mánaðarblaðið Land & Fólk er aftur at síggja í sølubúðun- um. Tað eru sjey árini síðani, at blaðið seinast kom út ÚTGÁVA Heri á Rógvi Donsku vikubløðunum hava nú fingið ein føroysk- an gest á hillunum í handl- unum, og føroysku dag- bløðini hava fingið ein heldur øðrvísi kappingar- neyta. Talan er um nýggja mánaðarblaðið Land & Fólk. Blaðið er tó ikki nakað stórvegis, tí blaðið er givið út fyrr, men tað eru sjey ár síðani seinast. Hvussu er og ikki, so mánaðarblaðið Land & Fólk aftur at finna á hill- unum. Litríkt Blaðið minnir um tey litaðu donski bløðini, sum hava ein fastan keyparaskara í Føroyum. Eftir hesari fyrstu útgávuni at døma, leggur blaðið seg eftir at skriva um persónar, og søg- urnar hjá ymsum persón- um. Í oddagreinini stendur at lesa, at blaðið fer at leggja seg eftir frásagnum av yms- um slag. Hetta kunnu vera meira ella minni kendir persónar, sum siga teirra søgu ella hendingar, ið ein vanligur persónur hevur verið fyri. Hetta skal eftir øllum at døma vera eitt blað, har dentur verður lagdur á at fáa almennan áhuga. Tað eru teir báðir Vil- mund Jacobsen og Leo Poulsen, sum fara at taka størstu arbeiðsbyrðurnar á nýggja blaðnum. Hesir báðir hava drúgvar royndir innan fjølmiðlaarbeiðið í Føroyum. Teir fara eisini at nýta onnur fólk at hjálpa sær, og í hesari nýggjastu útgávuni er eitt nú Òla Jákup Rólantsson sloppin upp í spæl. Blaðið er so at siga alt í litum. Blaðið kostar 25 kr. Land & Fólk livir enn Føroyski lesarin hevur nú fingið enn eitt tilboð, mánaðar- blaðið Land & Fólk. Tað eru fyri tað nógva føroyskar søgur í blaðnum C M Y K 9 8