Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FEBRUAR 2010 • LESTRARBLAÐIÐ 17 Í 50 ár hevur verið møguligt hjá føroyingum at útbúgva seg til sjúkrasystur – ella sjúkrarøktar­ frøð ing, sum tað nú eitur­ í Før­ oyum. Kjarnin í virkseminum er ser­ liga at útbúgva sjúkra røktar frøð­ ingar og at skipa fyri eftirútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum og heilsu starvsfólkum. Tað er bert ein sjúkrarøktar­ frøð ingaskúli í Føroyum, og hann er í Havn. Í ár hevur skúlin 50 ár á baki. Sjúkrarøktafrøðiskúlin hoyrir nú undir Fróðskaparsetur Føroya, og útbúgvingin er umskipað til eina bachelorútbúgving. Hetta hevur ávísar broytingar við sær, m.a. byrjar skúlin nú í september ístaðin fyri februar, sum áður, tí skúlin skal fylgja universitets­ árinum. Skúlatíðin, sum er 4 ár, hevur verið býtt upp í lestrarhálvur, men eisini her er ein broyting farin fram, tí nú verður skúlatíðin býtt upp í 4 modul árliga, ístaðin fyri 2 lestrarhálvur. Modulini eru so aftur býtt sund­ ur í ein praktiskan part og ein ástøði ligan part. Fyrst verður gingið í skúla, og so verður farið út á til dømis sjúkrahús og røktar­ heim at nýta tað í praksis, sum teoriin hevur verið um. Næmingar verða tiknir inn einaferð um árið, og freistin, sum hevur verið í november, er nú flutt út á várið, eftirsum skúlin ikki byrjar fyrr enn í september. Lýst verður í bløðunum nær søkjast kann. Bert ein flokkur, umleið 22 næm ingar, verða tiknir inn um árið. Á skúlanum eru 14 lærarar, 1 skrivari og umleið 80 lesandi tilsamans. Sum sjúkrarøktarfrøðingur hev­ ur tú nógvar møguleikar at út ­ búgva teg víðari og eisini at ar ­ beiða uttanlands. Eisini er møgu­ leiki at fara í praktikk uttanlands, og tað eru nógv, ið nýta henda møguleika. www.srfs.fo Í FØROYUM Á Føroya Læraraskúla eru tvær útbúgvingar: læraraútbúgvingin og pedagogútbúgvingin. Í 2008 fór læraraskúlin undir veingirnar á Fróðskaparsetrinum, og báðar útbúgvingarnar eru nú skipaðar sum bacchelorút búgv­ ingar. Lesturin er skipaður í lestrarhálvur, og lestararárið byrj­ ar í august. Tey lesandi eru í skúla tríggjar dagar um vikuna, og tveir dagar eru settir av til sjálvlestur. Fyrstu tíðina hava pedagogar og lærarar undirvísing saman, men verða síðani skild sundur. Tá BA uppgávan er góðkend eftir trý ár, verður lisið í eitt ár afturat fyri at fáa diplom at ar ­ beiða sum lærari ella pedagogur. Fortreytirnar fyri upptøku á námsfrøðiligu útbúgvingini eru: at umsøkjarin, umframt at hava gingið 9 ár í skúla, hevur mið­ námsprógv, lærlingaútbúgving, ella kann prógva samsvarandi kunnleika, og harumframt er tað ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur starvast í dag­ ella bústovni í minsta lagi 1⁄2 ár. Fortreytirnar fyri upptøku á læraraútbúgvingina eru: stu dents­ prógv, HF­prógv ella prógv á líkn andi stigi. Dentur verður eisini lagdur á lívsroyndir. Til ber eisini at sleppa inn á skúlan uttan nevndu fortreytir, um aðrar royndir ella skúlagongd eru í staðin. Mett verður tá í hvørjum einstøkum føri um, hvørt umsøkjarin skal sleppa inn ella ikki. Skúlin er í Havn og hevur høli saman við Venjingarskúlanum. www.flsk.fo Á teknisku skúlunum verður handverk tvinnað saman við ástøði. Flestu næmingarnir eru lærlingar, sum hava eitt lærupláss, har teir starvast, tá teir ikki eru í skúla. Skift verður millum at verða á arbeiðsplássinum og í skúlanum, longri og styttri tíðar­ skeið í senn. Tekniski skúlin í Havn hevur Bil deild, Smiðjudeild, El deild, Maskindeild, Stíl & Snið og Timburdeild, har bæði snikkara lærlingar og timbur manns lær­ lingar ganga. Í Klaksvík hevur Tekniski Skúlin El deild, Maskindeild, Snikk aradeild og Timburdeild. Báðir skúlar bjóða harumframt SIT útbúgving, ið er ein 2 ára long støðisútbúgving. Leysliga kann sigast, at SIT útbúgvingin er allur skúlaparturin av læru­ tíðini hjá lærlingunum. Í Havn ber til at velja ímillum træ, el, bil, stíl & snið ella metal. Í Klaksvík ber til at velja ímillum el, maskin ella timbur. Eftir 1. støðisár er møguleiki at fara í handverkslæru og fáa 20–25 vik­ ur eftirgivnar av skúlagongdini, um hetta samsvarar valda økið. Eftir 2. støðisár av SIT út búgv­ ingini er møguleiki at fara undir víðari lesnað, eitt nú til maskin­ meistara, el innstallatør, industriel Designer, byggitøkning, fram­ leiðslutøkning, verkfrøðing, arki­ tekt, designteknolog, o.a. Tekniski Skúlin í Havn bjóðar eisini fólki at útbúgva seg víðari til Byggitøkning og Framleiðslu­ tøkning, um undirtøka er fyri tí. Á Tekniska Skúla í Klaksvík er eisini ein HT útbúgving. Hetta er ein trýára long útbúgving, ið ser­ liga er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni, bæði verkliga og ástøðiliga. Út ­ búgvingin er skipað við kravdum lærugreinum og vallærugreinum. www.tst.fo og www.tsk.fo Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya Føroya Fólkaháskúli Háskúlin skipar árliga fyri eini rúgvu av skeiðum. Høvuðsskeiðið í 2010 varar eina lestrarhálvu. Tað byrjar í august og heldur á inntil desember. Umframt felagstímar og val læru­ greinir eru eisini evnisdagar og ­vikur við filmi, námsferðum, krea tivum verkstøðum og Norður­ landabreyt. Á Háskúlanum ert tú í einum felagsskapi, har lívsroyndir telja líka nógv sum fakligur kunn­ leiki. Tað er hugurin at læra, sum verður dyrkaður. Tað er eingin próvtøka, og tú skalt vera fylt/ur 17 ár, tá skeiðið byrjar. Á háskúlanum krevst, at tú rindar eitt skúlagjald fyri vistar­ hald, undirvísing og námsferðir, men landið letur eina knappa helvt av skúlagjaldinum fyri hvønn næming. Á várið 2010 skipar Háskúlin harumframt fyri sonevndum stutt­ skeiðum. Tey eru eftirføðingar­ skeið, pensjónistaskeið, telduskeið fyri byrjarar, seniorskeið, glas­ verkstaður, skeið fyri sinnisveik, sjónleikaraskúli, familjuskeið, føroyaskeið/dk, føroyaskeið/no, summarskúlin, og skeiðið Licentia Poetica, har yrkjarar lesa egin orð upp. www.haskulin.fo Teknisku skúlarnir í Føroyum Føroya Lærara­ skúli