Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010 Samanborið við hini Norðurlondini, er talið av føroyskum lesandi uttanlands lutfalsliga nógv hægri. Men talið av teimum, sum ikki koma heim aftur eftir loknan lestur er eisini nógv hægri BRAIN DRAIN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 62 prosent av teimum føroyingum, sum taka eina hægri útbúgving, gera tað uttanfyri føroysku land­ oddarnar. Á heimsplan munnu tað vera fá lond, sum kunnu vísa á somu tøl. Tískil hava vit eisini mangan erpað okkum við hesum. Íblástur úti frá er bara til gagns fyri okkara lítla land, og henda íblástur fáa vit frá okkara egnu, klóku og góðu høvdum, sum hava verið burtur í nøkur ár og so koma heimaftur. Fantastiskt! Veruleikin er tíverri ikki so ljósa reyður, og tað eru okkara brim bardu klettar eftir øllum at døma heldur ikki. Undir øllum umstøðum er veru­ leikin tann, at tey, sum taka eina hægri útbúgving uttanlands, hava ógvuliga ilt við at koma heimaftur til Føroya. Hetta staðfesta tøl hjá Stuðulsstovninum, ið hevur tikið stig til eina kanning, sum Jacob Mouritz Olsen, lesandi á Ålborg Universitetscenter, hevur gjørt. Brain drain er veruleiki Henda kanningin staðfestir, at óhugnaliga hugtakið brain drain, er veruleiki í Føroyum. Heila­ flýggjan hevur onkur í Føroyum rópt tað. Kanningin hjá Stuðulsstovn in­ um varð gjørd í 2007 og tey spurdu vóru føroyingar, sum høvdu nomið sær hægri útbúgving uttanlands og vóru liðug við hana í tíðarskeiðnum millum 2004 og 2006. Av teimum vóru 56 prosent framvegis búsitandi uttanlands. Hesin prosentpartur varð eisini spurdur, um tey roknaðu við at vera heima í Føroyum um fimm ár, tað vil siga í 2012. Tá svaraðu 43 prosent, at tað roknaðu tey ikki við. Við øðrum orðum var bert talan um eina góða helvt, sum kom aft­ ur til Føroya innanfyri tey fyrstu seks árini eftir at hava lokið hægri útbúgving uttanlands, og tað er nógv minni enn í hinum Norður­ londunum. Grannar okkara Stuðulsstovnarnir í hinum Norð­ ur londunum hava gjørt somu kanning sum føroyski Stuðuls­ stovnurin, men hjá teimum eru úrslitini fullkomiliga øðrvísi. Fyrst og fremst eru tey lut­ falsliga nógv færri, sum leita sær av landinum at útbúgva seg. Í Dan mark, Svøríki og Finnlandi liggur talið á teimum, sum taka eina hægri útbúgving uttanfyri heimligu landamørkini, millum tvey og fimm prosent. Í so máta eru norðmenn og íslendingar nakað frægari, tí hjá teimum eru tølini ávíkavist tíggju og 25 prosent. Hyggja vit at Noreg og Íslandi og tølunum fyri tey, sum koma heim aftur stutt eftir at hava nom­ ið sær hægri útbúgving uttanlands, er støðan ein heilt onnur. Tey spurdu vóru liðug við útbúgving sína millum eitt og fýra ár áðrenn kanningin varð gjørd, men tá vóru kortini einans 16 prosent av norð­ monnunum ikki vendir heim aftur, meðan talið hjá íslending­ unum var tvey prosent hægri. Í so máta eru tølini í Finnlandi meira lík teimum føroysku. Har vóru 43 prosent av teimum, sum vóru liðug við eina útbúgving í tíðarskeiðnum 2002 til 2006, og luttóku í kanningini í 2007, fram­ vegis búsitandi uttanlands. Stuðulsstovnurin liggur ikki inni við hesum somu tølum fyri Danmark og Svøríki, og tískil ber ikki til at gera nakra samanbering har. Men líkamikið hvussu tú so vendir og lesur tølini, so stendur tann veruleikin eftir, at tað til sam­ ans eru lutfalsliga nógv fleiri, sum fara avstað í útbúgvingar­ ørindum og sum ikki seta búgv aftur í Føroyum, í mun til aðra­ staðni. Øðrvísi í Íslandi Orsøkirnar til henda stóra mun, eru so nógvar og ymiskar, at vit ikki fara at viðgera tann spurningin her. Kortini geva vit pláss fyri einum sjónarmiði, sum leiðarin á Stuðulsstovninum metir vera ógvu liga grundleggjandi. Hann vísir til kanningina »Før­ oyingar í útlegd«, sum varð løgd fram í fjørheyst. – Har segði helvtin, at tey møgu liga høvdu tikið útbúgvi ng­ ina í Føroyum, um tað var møgu­ ligt, greiðir Terji á Lakjuni frá. Hetta merkir, at talið á teimum, sum høvdu tikið útbúgving sína uttan lands, helst hevði verið lægri, um útbúgvingarmøguleik­ arnir í Føroyum vóru fleiri í tali. Terji á Lakjuni tekur eisini Ísland fram sum dømi og greiðir frá, hvussu nógvir íslendingar taka fyrra partin av útbúgving sínari í Íslandi, meðan seinni parturin verður tikin uttanlands. – Og tað er munur á at taka tvey ár uttanfyri heimlandið, heldur enn at taka alla útbúgvingina, sum tekur minst fimm ár, vísir Terji á Lakjuni á. Hann førir fram, at tað er í lestrarárunum, at fólk typiskt fáa sær maka, kanska børn og festa røtur. Og fyri stóran part av teim­ um, sum taka eina hægri útbúgv­ ing, hendir hetta uttanfyri Føroyar. Av somu orsøk er tað eisini trupult at venda heimaftur. – Tá er støðan nakað øðrvísi í Íslandi, har tey við útbúgvingar­ møguleikunum hava lættari við at fáa fólkini at taka ein part av útbúgvingini har, og harvið eisini lættari við at fáa tey heimaftur, metir Terji á Lakjuni, leiðari á Stuðulsstovninum. Stuðul til stakar uppihaldarar Góðu høvdini koma ikki aftur Lesandi missa 40.000 krónur ÚSUN-stuðulin lækkar við 20.000 frá 1. august í ár og aftur við 20.000 krónum frá 1. august 2011, soleiðis at stuðulin yvir tvey ár minkar úr 120.000 krónum til 80.000 krónur STUÐUL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo ÚSUN­stuðulin er stuðul til skúlagjald til lesandi á hægri lærustovni uttanfyri Norðurlond. Áður hevur Stuðulsstovnurin latið upp til 120.000 krónur í stuðli, men frá 1. august í ár eitur henda upphædd í mesta lagi 100.000 krónur. Og frá 1. august næsta ár eru 20.000 krónur aftrat skornar av, soleiðis at upphæddin í mesta lagið verður 80.000 krónur. Sambært leiðaranum á Stuðulsstovninum er tað ein lítil bólkur, sum verður raktur av hesi broyting. Tey, sum taka kostnaðarmiklar útbúgvingar so sum flogskipari, fara at merkja sviðan av hesi broyting. Eisini tey, ið lesa á kostnaðarmiklum skúlum í USA fara at merkja skerjingina. Broytingin rakar bæði tey, sum ætla sær at taka eina kostnaðarmikla útbúgving, og eisini tey, sum longu eru í gongd við eina slíka útbúgving. Terji á Lakjuni, leiðari á Stuðulsstovninum, sigur í hesum sambandi, at hóast skerjingarnar raka nøkur fá lesandi hart, so er kortini framvegis talan um nógvan stuðul, um samanborið verður við stuðul, onnur lond lata sínum lesandi. Sum nakað nýtt fáa stakir uppihaldarar 1500 krónur um mánaðin. Harumframt er barnastuðulin eisini hækkaður STUÐUL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Samstundis sum ávís lesandi verða hart rakt av skerjingum, merkja aðrir bólkar ágóðan av smærri hækkingum. Frá 1. januar í ár kunnu stakir uppihaldarar fáa 1500 krónur um mánaðin. Henda stuðul kunnu tey fáa, sum frammanundan fáa barnaískoytið frá Almannastovuni. Sambært Almannastovuni eru tey 60 í tali. Eisini barnastuðulin er hækkaður. Hesin hevur áður verið 622 krónur um mánaðin til umsøkjara fyri hvørt barni, umsøkjarin hevur forsyrgjaraskyldu av í lestrartíðini. Hetta er nú broytt, soleiðis at stuðulin nú er 750 krónur um mánaðin – altso ein hækking upp á 128 krónur um mánaðin.