hósdagur 4. februar 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010
Hvussu eitur tú:
Ása Kathy Dam
Hvaðani ert tú:
Ættað úr Kollafirði
Hvat hevur tú lisið:
Sjúkrarøktarfrøði
Hvar hevur tú lisið:
Í "Høgskolen i Tromsø" (sum nú er ein partur av
universitetinum, og tískil í dag eitur Universtitet i Tromsø,
sykepleierutdanninga)
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Skúlin er býttur í fleiri partar innan fakið "helsefag".
Fysioterapi, ergo terapi, sjúkrarøktarfrøði, tannlækni og
medicin. Allir næmingarnir lesa í sama bygningi, men
bygningurin er so deildur í "øki". Allir næming arnir hava tó
somu matarkantinu. Universitetssjúkrahúsið (UNN) er fast í
bygninginum.
Mær dámdi væl, at øll hesi fakini vóru í sama bygningi, og
at vit nýttu somu kantinu, tí so bleiv man kendur við
fakbólkarnar og ferð aðist í sama umhvørvi. Eisini dámdi mær
væl, at UNN er fast í skúlanum, tí tað gjørdi, at man bleiv
kendur við sjúkrahúsið, og tískil bleiv hetta ikki so fremmant,
tá man so var útbúgvin. (Læknar, sjúkra systrar o.o. sum
arbeiða á UNN brúka dagliga facilitetirnar á skúlanum so sum
auditorium, bólkarúm og matarkantinu)
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið:
Lestrarlívið er sum man ger tað sjálvur. Um man vil hava fest
og balladu, so kann man tað, tí býarlívið í Tromsø hevur alt at
bjóða ungum lesandi, sum hava ballfallera fyri eygað :)
Tromsø hevur eisini ymiskar festivalar og onnur
mentanartiltøk til ung lesandi. Eisni eru tiltøk á sjálvum
universitetinum.
Fyrimunir og vansar av at lesa har tú vart:
Fyrimunir eru, at alt er savnað á einum stað. Tromsø er ein
altjóða býur, og har er stór náttúra við góðum facilitetum til
uttandura ítriv av øllum slag. Veturin er góður og kaldur við
nógvum kava. Har er gott busssamband, og tað er eitt
multikulturelt stað, samstundis sum býurin er skandinaviskur
og tískil gevur ein vissan tryggleika fyri ein føroying (í øllum
førum meg)
Vansar eru, at sjálvt um býurin geografiskt ikki er so langt
frá Føroyum, so er tað langt og dýrt at ferðast ímillum.
Økonomiskt loysir tað seg ikki at arbeiða í Føroyum eina
summarferiu. Ynskir man at vera saman við føroyingum,
meðan man lesur, so er Tromsø ikki rætta staðið. Meðan vit
lósu vóru tríggir aðrir føroyingar umframt okkum. Harafturat
hevur ein lesandi í Tromsø (Noreg) ikki somu økonomisku
fyrimunir sum lesandi í DK.
At lesa norskt er onki problem, tí tað líkst nógv donskum.
Norðnorska dialektin var tó ring at skilja í byrjanini, men man
finnur skjótt útav, at tað líkist NÒGV føroyskum.
Ein stórur fyrimunur er, at vetrar-eksamiurnar eru áðrenn
jólaferiuna. Lesnaðurin er nevniliga býttur í 2 semestur per ár :
"vår" frá jan-juni og "høst" frá aug-des.
Hvussu eitur tú:
Sølvi Jespersen
Hvaðani ert tú:
úr Sørvági
Hvat lesur tú :
Í løtuni eri eg á mínum 3. ári á
lestrarlinjuni “BA in Information
Management” á Copenhagen
Business School (CBS). Tað var
innan hetta, at eg var eitt
semester sum skiftis næmingur.
Hvar hevur tú lisið:
Havi tikið eitt semester í
Singapore á skúlanum “Nanyang
Technological University” (NTU)
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
NTU liggur 20 min. uttanfyri
Singapore centrum. Skúlin sjálv-
ur hevur nógvar ymsar linjur, ið
hava eitt breitt úrval av ymsum
útbúgvingum. Jura, IT, list, sam-
skiftis-tøkni, business, engine-
ering o.l.
Tú tekur so ymisk fak á teim-
um ymsu “undir-skúlunum”, ið
liggja á campus.
Eg býtti tíðina á NTU millum
tveir undir-skúlar. “Wee Kim
Wee school of communication
and information” og “School of
Art, Design and Media”.
Skúlin er sera stórur. Tað
ganga umleið 28.000 næmingar á
skúl anum og harav búgva 8000 á
campus, har eg sjálvur búði. Tað
var ringt at venja seg við stødd-
ina á skúlanum og talið á næm-
ing um. Bussar koyra runt á cam-
pus, tí ofta er tað bæði ov heitt
og ov langt at ganga ímillum
klassarnar. Skúlin hevur allar
modernaðar hentleikar, ið eru
frammanfyri t.d. CBS. Eitt ótal
av kantinum, har tað er sera
bíligt at eta góðan, lokalan mat.
Skúlin hevur enntá egin Mc
Donalds, Pizza Hut og Sub way,
ið bara eru opin fyri næmingum.
Øll undirvísing er á enskum,
og lærarnir eru ymsastaðni úr
heiminum. Mínir fýra høvuðs-
lærarar vóru ein amerikanari, ein
indari, ein singaporeanari og ein
kinesari.
Alt skúlaarbeiði fyrigongur í
bólkum, og tú verður koyrdur í
bólk saman við teimum lokalu.
Tað kann vera sera áhugavert,
men eisini avbjóðandi, at arbeida
sum einasti útlendingur í einum
lokalum bólki. Men tey eru altíð
sera blíð og fólkalig, líkasum øll
onnur í Singapore.
Hvussu kanst tú lýsa lestarlívið
Lestrarlívið í Singapore er nakað
øðrvísi enn tað, man er vanur við
frá CBS.
Eg búði á campus og hevði
kamar saman við einum Singa-
poreanara. Tað var sera spenn-
andi og læruríkt – tí hóast Singa-
pore er eitt nýmótans samfelag,
eru tey øðrvísi enn vit.
Tey lokalu á skúlanum eru sera
íðin eftir at klára seg allarbest og
hugsa ikki um nógv annað enn
skúlan. Tey lokalu vóru undir
stórum trýsti á skúlanum, tí tað
væntast av teimum, at tey klára
seg best og einki annað er nóg
gott. Av tí sama sá man einki til
tey lokalu uttanfyri skúlatíð.
Men NTU hevur eisini eina
rúgvu av øðrum skiftislesandi úr
øllum heiminum. Tað sosiala
lívið millum okkum var sera gott
og av tí, at tey lokalu vóru so
upptikin, var tað serliga hinum
skiftislesandi, eg brúkti tíðina
saman við.
Fyrimunir og vansar við at lesa
har, tú ert/vart
Ein fyrimunur var, at tú komst at
uppliva eina heilt aðra mentan,
langt heimanífrá. Tad var sera
læruríkt og gevandi. Singapore
liggur í hjartanum av Suður
Eystur Asia (SEA), og tað ger, at
tað er sera bíligt at ferðast runt
til nábúgvalondini, bert 150-
300DKK fyri flogbilletina. Eg
nýtti tí næstan hvørt vikuskifti at
ferðast til onnur lond saman við
øðrum skiftislesandi. Thailand,
Malaysia, Vietnam, Laos, Indo-
nesia o.a. Tú knýtur sera tøtt
vinarbond við hini skiftislesandi,
eftirsum tey ofta eru tey einastu,
tú fylgist vid. Tað kann ofta vera
syrgiligt, tá árið er av, eftirsum
man ikki veit nær/um man sæst
aftur. Men tað er uttan iva vert
tað.
Veðrið er ein stórur fyrimunur
og ein stórur vansi! Í byrjani var
tað hart at venja seg við 32-35
hitastig hvønn dag og 85-90%
luftfugtigheit. Men eftir 3 vikum
hevði eg vant meg við tað, og
neyt at spasera runt í shorts og
sandalum hvønn dag!
Singapore er ein av heimsins
tryggastu býum – har er so gott
sum eingin kriminalitetur. Tað
ger, at tú kanst ferdast tryggur
allastaðni.
Hvussu eitur tú:
Tummas Samró
Hvaðani ert tú:
Hoyvik
Hvat lesur tú:
International Bachelor
Economics and Business
Economics
Hvar lesur tú:
Erasmus University: Rotterdam
Holland
Hvussu kanst tu lýsa skúlan:
Tað er ein altjóða skúli við fólki
frá allari verðini. Skúlin er
ógvuliga krevjandi. Tað eru
endaligar royndir sjeyndu hvørju
viku, og testir eru aðruhvørju
viku. Hetta er sostatt ein skúli
fyri fólk við ambitiónum.
Hvussu kanst tú lýsa
lestrarlívið:
Tað er nógv at gera í skúlanum,
men hóast tað, er eitt ríkt studenta-
lív her. Tað snýr seg bara um at
vera íðin og málrættaður, og
leggja sær tíðina væl til rættis.
Býurin hevur nógv at bjóða
lesandi, og tey sonevndu "student
council" skipa fyri nógvum
stórum tiltøkum hvørja viku.
Fyrimunir og vansar av at lesa
har tú ert:
Ein vansi er, at her er ongin góða
mamma, tí umleið 70% av stu-
dentunum verða sáldað frá eftir
fyrsta árið.
Fyrimunir við at vera her er, at
tú kanst skapa tær gott netverk.
Tú fært eisini altjóða virðing, tí
innanfyri business-útbúgvingar er
Erasmus eitt av hægst mettu uni-
versitetunum í Evropa. Lestrar-
gjaldið og studentalívið er bíligt í
mun til onnur lond, sum t.d. Ong-
land og Amerika.
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com