Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2010 5 lýsing liv.fo Innlit í útlit Vælkomin til eitt nýtt LÍV Pensjón er nakað, ið skal vera í tryggum hondum, uttan at tær nýtist at gera nakað hóvasták. Tað er orsøkin til, at tú hevur eitt pensjónsfelag. Harvið slepst undan stúran. Men tað krevur álit. Á LÍV eru vit greið yvir, at álit kundans ikki kemur av sær sjálvum. Álitið skal mennast og staðfestast. Okkara kundar skulu hava eitt pensjónsfelag, sum er í støðugari menning og áhaldandi bjóðar nýggjar og betri tænastur. Tæ- nastur, ið gera pensjónina meira viðkomandi. Vit hava sett okkum fyri at geva kundum ok- kara betri innlit í, hvørji útlit teirra eru. Tí eru vit farin undir eina tilgongd, ið stigvíst ger tað lættari hjá tær at fáa yvirlit yvir tína pensjón. Í fyrsta stigi hava vit lagt tíni pensjónspappír út á okkara kundaportal. Harvið sleppur tú undan at hava skjølini í tjúkkum ringbindum. Ístaðin fert tú inn á liv.fo og fært lættari, skjótari og betri innlit í, hvussu tín pensjón er skipað. Alt er lagt fram – lætt og greitt. Eitt LÍV við áliti Vit hava eitt greitt mál Stig 1: Vit taka okkum av tínum pensjónspappírum Kundaportalur Seniorskipan Marknaðarrenta Frítt íløguval Pensjónsnýskipan Stig 1 Stig 2 Stig 3 Stig 4 Stig 5