fríggjadagur 5. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
4
VIKUSKIFTI
VETRARBAÐ
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Bilurin vísur trý kuldastig, kavin liggur
sum ein hvít mátta um alla Hoyvíkina,
og á Nólsoyarfirði siglur ein bátur inn
ímóti landi.
Fimm kvinnur koma rennandi oman
á molan í Gomlu Hoyvíkini. Nakrar
kava, ein onnur fer í trappurnar, og
onkur stendur og bíðar eina løtu.
Nøkur svimjitøk og so eru tær uppi
aftur. Lata seg í baðikápuna og renna
niðan í neystið at lata seg í.
Onkur hevur sum vana at skula í
tvær ferðir og onkur tríggjar ferðir.
– Tað er lekrast triðju ferðina, sigur
Marjun Poulsen.
Havið, er um seks hitastig hendan
dagin. Januar og februar eru kaldastu
mánaðirnir at svimja í, men hetta
heldur ikki kvinnunum aftur. Tær fyrstu
byrjaðu í fjørsummar, og síðani er talið
av kvinnum bara voksið, og tær eru nú
umleið 30, sum svimja regluliga.
– Um tað eru ov nógvir dagar ímill
um fái eg abstinensir, hetta er nakað ein
verður avhengigur av, sigur, Jóngerð
Herup Høgnesen.
Kvinnurnar kendu ikki hvørja aðra
áðrenn. Felags áhugin fyri vetrarsvimjing
hevur skapt henda bólkin.
Nógvar av teimum hava svimjihettu
á høvdinum. Guðrið Poulsen hevur
topphúgvu, ið hon ikki letur seg úr,
hvørki á havið ella á landið. Nakrar
hava keypt sær sokkar, ið eru til vát
drakt, eftirsum tað er kalt fyri føturnar,
tá kavin liggur.
Nýggja orku
Eg og myndamaðurin standa sum
spurnartekin, eru tær ikki kaldar? Er
tað ikki vemmiligt at blaka seg í so kalt
vatn? Og hvat fáa tær út av hesum?
Svarið er: »Nei, tað er so deiligt« og
»Eg vaski dagin av mær, og fái nýggja
orku«.
Tær viðganga gott nokk, at fyrstu
ferðina, tær skuldu blakað seg á
bláman, vóru tær eitt sindur spakar og
ivaðust eina løtu, men nú tá tær eru
vanar, er tað ongin trupulleiki at fara
niður í kalda vatnið.
Fleiri tosa um at tær fáa eitt »kick«
av svimjingini, og at tað er týðuligtm,
at tað eru endorfinirnar í kroppinum,
sum fáa frítt spæl.
– Vit hava tosað við ein lækna, sum
segði at henda stimulering, ið ein fær
av at vetrarsvimja, varðir í einar tveir
tímar aftaná, at vit eru komnar upp
aftur, sigur Guðrið Poulsen.
Psoreasis hvarv
Tá tær koma heimm, verður ikki farið
undir brúsuna, nei, salta vatni skal turka
inn. Tórgunn Kragsten hevði psoreasis,
áðrenn hon byrjaði við havssvimjingini,
og tað er horvið síðani.
– Húðin gerst so bleyt og lekkur av
saltinum.
Høgst á ynskilistanum stendur ein
sauna at verma seg í, tá tær koma upp.
Nú skifta tær klæði í einum neysti á
keiini.
Tað, ið allar leggja stóran dent á,
er, at ein ongantíð fer einsamallur at
svimja. Tað má altíð vera minst ein, ið
er við, eftirsum ein kann fáa krampar
og hava brúk fyri hjálp.
Eftir lítlari løtu eru tær 15, sum kastaðu
seg á bláman, ílætnar og standa við hvør
sínum plastikkoppi við te í. Kjálkarnir
eru reyðir, hárið eitt sindur frísut, men
ikki kann sigast annað enn, at tær síggja
óvanliga frískar og sunnar út.
Dagliga savnast einar 20-30 havnarkonur í gomlu Hoyvíkini. tær
lata seg úr klæðunum, í svImjIdrakT og kasta seg á bláman. tað ger
tær Hóast frost og ísakalDan sjógv. – eg kenni meg sum eitt nýtt
mennIskja, Hvørja ferð eg Havi svomið, sigur GuðrIð Poulsen.
VETRARsVimjing
í kAVAnum
Tær eru heilt uppí 30, sum samlast
í gomlu Hoyvíkini at svimja
Guðrið Poulsen í turkis
bikini og topphúgvu.
Tórgunn Kragsten er sloppin av við sítt
psoreasis síðani hon byrjaði at svimja!